Tað er als ikki loyvt brunnbátum at sigla við opnum ventilum.
Tað ger Peter Østergaard, fiskadjóralækni, púra greitt í einari viðmerking til greinina í Sosialinum seinasta fríggjadag. Í greinini søgdu alarar seg óttast kunngerðir, sum eru ávegis í eini roynd at basa ILA. Sambært einum alara skuldi trupulleikin vera, at kunngerðin fer at krevja ventilarnar afturlætnar, tá fiskur verður fluttur frá alibrúki til slaktingar. Tað merkir, at sjógvur má ikki renna ígjøgnum, og sama vatnið er í lastini alla tíðina.
Tað er ein misskiljing, sigur Petur S. Østergaard, fiskadjóralækni á Heilsufrøðiligu starsstovu.
? Fyrst skal eg leggja dent á, at nýggju kunngerðirnar als ikki snúgva seg um afturlætnar ventilar ella ei. Uppaftur týdningarmiklari er tað at gera vart við, at tað als ikki er loyvt at sigla við afturlætnum ventilum við slaktifiski umborð, sigur Peter S. Østergaard, fiskadjóralækni.
Sostatt ger hann púra greitt, at teir alarar, sum sigla laks til slaktingar við opnum ventilum í dag, bróta lógina. Krøvini til flyting av livandi alifiski eru ásett í kunngerð nr. 72 frá 2002 og kunngerð nr. 98 frá 2003. Afturlætnir ventilar gjørdust eitt avgjørt krav longu í 2002 og eru síðan staðfestir aftur í kunngerðini frá 2003.
Fiskadjóralæknin á Heilsufrøðiligu starvsstvou herðir nú tiltøkini á hesum øki. Strangari krøv til brunnbátarnar og meiri eftirlit við teimum eru á veg. Eitt nú verða sett krøv til datalogging av ventilstatus á øllum brunnbátum.
Frískur sum sjúkur
Nýggjar kunngerðir eru á veg frá Vinnumálaráðnum, sum verða sendar til hoyringar hjá vinnuni, og tað slepst neyvan undan, at alarar mugu gjalda fyri, at myndugleikar og alarar í felag seta alt inn fyri at basa ILA.
Ein ónevndur alari, sum Sosialurin tosaði við í síðstu viku, segði tað vera í lagi, at krøvini vóru herd, tá talan var um at flyta sjúkan laks. Men hann helt tað vera í so hart, at somu krøv skuldu galda fyri flutning av frískum fiski, tí nøgdin var so stór.
Tann hugburðin ávarar fiskadjóralæknin harðliga ímóti. Ein avgerandi og áhugaverdur spurningur í hesum samanhangi er, hvør definitiónin av einum frískum fiski verður. Er tað ein fiskur, sum ikki vísir sjúkutekin? Ella er tað ein fiskur, sum ikki er smittaður við ella berari av einari sjúkuelvandi lívveru sum ILA-virus?, spyr hann.
Næsti spurningurin verður so, hvussu tað skal mátast. Er tað út frá lágum deyðatali ella meting av, um fiskurin sær sjúkur út? Ella er tað við støði í gjøllum rannsóknum á kanningarstovum, at fiskurin verður lýstur? Hvussu nógvur fiskur skal kannast, og hvussu leingi úrslitið skal vera galdandi, eru eisini spurningar, sum fiskadjóralæknin heldur sáa iva um hendan hugsanarhát. Fiskurin í alibrúkinum kann jú gerast sjúkur eina løtu eftir, at ein roynd er tikin.
Felags ætlan
Peter Østergaard sigur, at tað er avgerandi, at allur fiskur verður viðfarin, sum var hann ein møgulig smittukelda. Nú er farið undir eina miðvísa ætlan at basa ILA, og tað eru ikki bara myndugleikarnir, men eisini vinnan sjálv, sum leggur til brots.
? Alararnir hava sjálvir verið við til at gera eitt uppskot til eina miðvísa ætlan at niðurberja ILA, har tað er avgerandi, at allur fiskur skal síggjast, sum hann møguliga er smittaður við ILA-virus. Hagani kemur kravið til afturlætnar ventilar og tangar fyri allan flutning av fiski til slaktingar, sigur Peter Østergaard.









