KANNING
Landsstýrissessurin skinklar undir Jørgin Niclasen, og nú bíða øll eftir løgmanni.
Seinni í hesi vikuni fær Anfinn Kallsberg løgmaður eina frágreiðing frá Jørgin Niclasen, landsstýrismanni við fiskivinnumálum.
Við støði í hesari frágreiðing fer løgmaður at taka støðu til, um kanningin, sum Turið Debes Hentze advokatur hevur gjørt fyri landsstýrismálanevndina, skal fáa nakrar fylgjur fyri landsstýrismannin við fiskivinnumálum.
Í hesum sambandi hevur Jørgin Niclasen biðið umsitingina hjá sær í Fiskimálaráðnum gera eina frágreiðing í málinum, áðrenn hann svarar. Líkt kundi tí verið til, at løgmaður fer at byggja sína avgerð á ta frágreiðing, sum Fiskimálaráðið ger um seg sjálvt.
Nýggj ting fram
Spurdur, um tað er rætt, at umsitingin sjálv ger kanningar í hesum máli, tá tað er hon, sum stendur fyri skotum, svarar løgmaður, at tað ikki er soleiðis, tað hongur saman.
? Eg vil fegin hava, at tann avgerðin, sum eg taki, er røtt og byggir á haldgott grundarlag. Um so er, at tað eru nøkur ting í frágreiðingini hjá Turið Debes Hentze, sum mangla, so má eg tryggja mær, at tey koma fram, og tí havi eg biðið landsstýrismannin við fiskivinnumálum geva mær eitt ummæli av kanningini, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað »haldgóða grundarlagið«, sum løgmaður eftirlýsir, longu er til skjals í kanningini hjá Turið Debes Hentze, kanningarstjóra.
Løgmaður heldur ikki, at kanningin hjá Turið Debes Hentze og niðurstøðurnar eru so einfaldar, sum tær eru gjørdar til í fjølmiðlunum. Tær byggja á »veikar løgfrøðiligar fortreytir«, sigur hann.
? Spurningurin er, hvussu tyngjandi niðurstøðurnar eru. Tað kann ikki vera rætt, at bara fingurin verður settur á okkurt, so er bál og brandur. Spurningurin er, um nakað ólógligt er farið fram, antin tilvitað ella av ósketni, og tað má eg tryggja mær at kenna svarið á, áðrenn eg taki nakra avgerð, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann dugir ikki at siga, nær málið er avgreitt, men vónar, at hann fær tikið eina avgerð í málinum, áðrenn vikan er úti. Fríggjadagin skal Jørgin Niclasen til fiskivinnusamráðingar í Íslandi, og sum skilst, er ongin ætlan um at útseta ta ferðina.
Tyngjandi niðurstøða
Málið um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen snýr seg um, hvørt lógin um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan varð fylgd, tá rækjutrolararnir Ocean Castle, Høgifossur og Arctic Viking fingu nøkur lán løgd um, og veðrættarstøðan hjá landskassanum varð broytt.
Um Ocean Castle sigur kanningastjórin, at umsitingin kundi verið meira heppin, men beinleiðis ólóglig er hon neyvan.
Í Høgafoss-málinum kemur kanningarstjórin til, at »landsstýrið ikki her í endanum hevur viðgjørt hetta mál, sum tað eigur, at málsviðgerðin ikki hevur verið fullfíggjað, og at úrslitið kundi verða vorðið eitt annað, enn um fastlagda mannagongdin í málsviðgerðini varð fylgd.« Og kanningarstjórin ger samstundis greitt, at landsstýrismaðurin hevur ábygdina. Landsstýrismaðurin hevur havt kunnleika til málið, og hann eigur tí eisini at verða vitandi um, at lógin krevur, at ein meting verður gjørd, sigur kanningarstjórin.
Søgan er tann sama við Arctic Viking. Kravið í lógini sigur, at ein meting skal gerast av fíggjarstøðuni, tá lán verða løgd um. Tað varð hon ikki, tá lánið til Arctic Viking varð lagt um. Tað var hon heldur ikki, hóast umsøkjarin undir málsviðgerðini boðar frá munandi lánitørvi, sigur frágreiðingin hjá Turið Debes Hentze.
Hvussu er og ikki. Kanningin liggur á borðinum, og politiski spurningurin er, um málið skal fáa avleiðingar ella ikki. Ta avgerðina eigur í fyrstu atløgu løgmaður. Og meðan vit bíða, bíðar løgmaður eftir einari nýggjari frágreiðing frá sínum landsstýrismanni og hansara umsiting.