Hóast andstøðan fyribils hevur sett løgmann í skák, kann hann bíða við avgerðini, hvønn hann vil samstarva við til eftir formansrunduna. Leggur løgmaður kongin í fyrsta talvinum kann hann bara blokera allar aðrar samgongumøguleikar í næsta talvinum og bíða, til hann sjálvur aftur fær initiativið. Og tá er hann bæði løgmansevni og kann velja sínar samgongupartnarar. Til meiriluta krevst so bert ein tinglimur aftrat, er verandi samgongu grundarlagið. Og Jenis er nóg mikið. Løgmaður hevur úttalað, at hann fyrst og fremst hugsar um at tryggja sínum veljarum so nógva ávirkan (les makt) sum gjørligt. Og bókstaviligt merkir tað, at hann við at velja Jenis varðveitir mest av síni makt og ávirkan. Tá gongur Jenis beina leið inn í ein tóman landsstýrisess hjá D og kann geva honum eina dimentión aftrat við at knýta familja upp í almanna- og heilsumálastýrið. So líkatil kann tað vera. Jenis hevur alt at vinna, einki at tapa. Løgmaður sleppur tá undan at lata C av sínum málsøkjum. Og afturfyri at E kann varðveita sítt, stendur E í takkarstøðu til løgmann. Allir standa takkarstøðu til løgmann, fyrst D, síðani E og at enda H. Og henda takkarstøða ger, at løgmaður hevur nærum totalt vald. Eitt øvugt orð frá Høgna ella Jenisi, og teir eru out. Uttanfyri standa svangir flokkar, sum vilja loysa teir av í eini ABC samgongu.
Tann drivni taktikarin løgmaður er fullgreiður yvir hesa støðu. Ódemokratiskt sigur andstøðan. Well, løgmaður er ikki samdur. Hann er fyrst og fremst valdur at tryggja sínum veljarum mestu maktina. Og amboðið er avtalan við D. Hetta nýtist tó ikki blíva endin. Men hetta er ein møguleiki, eisini um hugsað verður um, at løgmaður gongur í smáum skóm og er vorðin firtin og ónøgdur við Javnaðarflokkin eftir hansara útspæl og um løgmaður haraftrat ikki er so bangin fyri at taka Jenis uppí sum 17. mann. Sjálvandi kann hann fáa Jenis til at skykka sær væl, tí ger hann ikki tað, er hann eisini úti. Eftir alliansuna við D situr løgmaður við lyklinum. Og honum nýtist bara ein fingur hjá Jenisi til at lata upp í Tinganesi
Hetta er so faktuella støðan, ið er í andsøgn við andan í Stýrisskipanarlógini. Hvat man løgmaður sjálvur hugsa í hesi løgnu støðu? Er tað ikki ódemokratiskt, at ein so lítil flokkur sum D fær so stóra makt! Løgmaður kann heldur ikki loyva sær hetta, tí ein meiriluti av Føroya fólki hevur ynskt ein annan politikk. Er tað ikki eisini ómoralskt av løgmanni at tosa um sínar veljarar. Tí hann umboðar í hesi støðu alt Føroya fólk og ikki bara Fólkaflokkin. Hann er fólksins løgmaður og ikki Fólkafloksins løgmaður. Spurningurin er tí, um ikki Anfinnur Kallsberg misnýtir løgmanssessin til frama fyri Fólkaflokkin. Tá upptraðkar hann ikki sum ein góður demokratiskur løgmaður. Hvat við tignini, sum eigur at eyðkenna henda sess!
Tað er vanligt í øllum demokratiskum londum at hyggja eftir veljarans dómi. Verður endin tann, at tað bara verður lappað uppá samgonguna við Jenis er hetta ein knýttur nevi í andlitið á fólkaræðinum. Løgmaður hevur í fýra ár tosað um ta breiðu semjuna. Tað vóru tóm orð. Nú hevur hann so møguleikan at bøta um hetta og vísa seg sum ein sannan løgmann fyri Føroya fólk og tey mongu, sum hava sagt nei til fullveldisleist Tjóðveldisfloksins.
Sosialurin










