og tá mátti løgreglan upp í, og nú eru tey skuldsett fyri ólátaða framferð. Bæði í Vágum, í Havn og í Suðuroy hevur løgreglan hjálp fullum fólki, sum eru dottin og komin illa fyri í fyllskapi, og løgreglan [...] Kakvík gjørdu fólk ónáðir á einum vertshúsi í tveimum umførum. Men talan var um somu fólk. Tey vóru komin til ilnar um eitthvørt og eftir at vera burturvíst eina ferð, kom sami persónur inn aftur eina løtu [...] tað hendi eingin mannaskaði. Løgreglan hevur eisini verið á skeinkstøðum og kanna um øll viðurskifti eru sum tey eiga at vera, men har var einki at viðmerkja, sigur løgreglan.
Tvær broytingar eru afturat í hópinum hjá U21 landsliðnum, sum í annaðkvøld skal spæla móti Russlandi. Jákup B. Andreasen (KÍ) og Leivur Joensen (ÍF) eru farin heim við skaða, meðan David Langgard (KÍ) [...] Betuel Hansen (NSÍ) eru komnir í teirra stað. Les eisini: Elias brotið fingurin Jákup B. Andreasen hevur verið eymur í lærkrikanum eftir steypafinaluna, har hann spældi 120 minuttir. Nú verður mett, at tað [...] tað er ikki ráðiligt hjá honum at spæla komandi tveir dystirnar. Í hansara stað er komin liðfelagin David Langgard, ið hevur spælt fleiri dystir á besta liðnum í ár. Leivur Joensen fór av vøllinum til venjing
valstríði. – Vit settu musikkskúlan í gongd og hava aðrar stórar íløgur. Vit mugu ikki gloyma, at vit hava eina stóra kommunu, sum kostar nógvar pengar at reka. Og vit hava stórar íløgur fyri framman. Vit hava [...] Har eru stórar íløgur neyðugar, sigur hann. Á valfundi á Reinsarínum í Havn undan valinum og í lesarabrævi 19. september í 2016 segði Bogi Andreasen soleiðis: » Eg haldi, at nú er stundin komin at veita [...] hava eisini onkrar ætlanir, sum ikki eru komnar fram enn, sum vit arbeiða við í samgonguni, sigur Bogi Andreasen. Hann vísir á, at eldraøkið kostar nógvar pengar, og at tørvurin er so stórur, at kommunan noyðist
tað mesta av einum ári. - Vit hava altíð siglt saman uttan, tá eg var við Stapanum. Kristian er altíð umborð, tá eg eri umborð, men eg eri ikki altíð við, tá hann er. Vit eru á sama kamari umborð, men [...] men er nógvur fiskur, bróta vit vakt. Onkuntíð sigi eg, at nú fari eg ikki avstað aftur, men tá eg so eri komin til hús, er alt gloymt, og eg fari glað avstað aftur, sigur hon. Dreymurin hjá Maritu Reynheim [...] lítil, leggur hon aftrat. Við línuskipum Nú væntaði Marita, at hon fór ikki at tíma til skips aftur. - Nøkur ár seinni fór eg tó aftur at royna meg á sjónum, og nú bar leiðin umborð á línubátin, Thomas Nygaard
Og vit ætla okkum ikki at gevast, fyrr enn vit eru komin á mál, sigur Barbara Gaardlykke Apol. - Í gjár komu enn fleiri undanførslur, eisini úr okkara egna flokki, Javnaðarflokkinum, og tað eru vit vónbrotin [...] minniluta av Føroya fólki. - Vit hava fingið valdið og sostatt eisini ábyrgdina, sigur hon, og mælir til at sláa manngarð um tey, ið onki annað ynskja enn javnrættindi. - Tí vilja vit so inniliga heita á tykkum [...] Mortensen, aftur skákaðu sær undan at taka støðu í málinum um at broyta hjúnabandslógina - Sjálvandi virða vit, at í etiskum málum stendur tað til hvønn einstakan at atkvøða eftir egnari sannføring. - Tíverri er
økt lutfalsliga við vælferðini. Jú betur vit hava tað, tvs. jú minni vit gera av kroppsligum arbeiði og jú feitari mat vit eta, jú størri gerst vandin fyri at vit fáa diabetes. Undir seinna heimsbardaga [...] er skiftandi land frá landi, og eru vit helst á sama støði hesum viðvíkjandi sum Danmark. Í Norra og Svøríki eru heldur fleiri diabetikarar, meðan tølini í Finnlandi eru væl hægri. Insulinið kom til Føroya [...] Insulinkrevjandi sum vit nevna typu 1 og aldurdiabetes, sum verður nevnt typa 2. Tey sum fáa typu 1 eru tey sum ikki framleiða insulin, meðan tey sum hava typu 2 aloftast eru komin upp í árini, hava nokk
men tóm, orð. Góð, virkin og virðilig eldraár Vit halda, at okkara eldru eru eitt tilfeingi, sum skulu kunna liva eitt virkið og innihaldsríkt lív. Vit eru øll ymisk, so tilboð og tænastur skulu, við virðing [...] Býráðnum, at tey har eru so fegin um at hava møguleikan fyri at spyrja Eldraráðið um ráð, tá talan er um viðurskifti, sum hava við tey eldru at gera. Hetta er nakað vit ikki kennast við, tí vit hava ONGANTÍÐ [...] ONGANTÍÐ havt nakran fyrispurning um nakað sum helst. Tí ætla vit - nú vit fara inn í seinasta árið, áðrenn nýtt Eldraráð verður valt - at seta okkum í samband við Heilsu- og eldradeildina í Tórshavnar býráð og
havt sín egna handil, ið synirnir nú mestsum hava tikið yvir. – Tað verður selt meira set nú, enn tá ið eg byrjaði, tí tá var meira vanligt at hava sína egnu set. Nú vilja tey flestu hava nýggja set á [...] epli vóru eisini. Nú eru sløgini væl fleiri, og tey, sum selja, lurta eftir Royndarstøðini, hvørji sløg skulu bíleggjast heim. Jógvan Weihe selur eisini set til handlar. – Í ár fingu vit eitt nýtt slag, [...] Randi Jacobsen Nú veðrið batnaði, er veruliga gongd komin á søluna av seteplum. Keðiliga veðirð hevur gjørt, at nógv hava bíðað við at fara í bøin. Bæði høg og lág seta eplir niður. Onkrir bóndir seta
góður maður, sum nú er komin upp í árini, sigur seg við gleði minnast aftur á skúlatíðina á VBV, har Føroya Studenta - og Preliminerskeið byrjaði í 1937. Ikki var so vanligt tá, sum, nú, at søkja sær hægri [...] 25 ára haldið á Viðareiði, til 40 ára haldið í Bø og nú til 50 ára haldið verður veitslan við hjúnafeløgum á Eiði. Av teimum 12, ið tóku prógv, eru 11 enn á lívi og Tormóður væntar, at tey øll koma við [...] hava verið við til at mynda føroyska samfelagið og samfelagskjakið tey farnu mongu árini. Og summi eru við enn. - Ja, árgangurin 1952 var kanska ikki so galin, skemtar ein av stigtakarunum til veitsluhaldið
um. Vit fara eisini at eftirmeta um reglugerðin kann gerast betri, tí vit merkja jú eisini ónøgdina sum er. Gunnleyg Durhuus vísir eisini á, at nú verður ikki tikið so neyvt eftir, nær børnini eru fødd [...] num ikki er komin foreldrunum í hendi. - Hetta er í grundini ein misskiljing og tí er ónøgdin óneyðug. Brøvini við dagrøktarplássunum eru ikki farin enn, tey verða send í vikuni og har eru 90 dagrøktarpláss [...] soleiðis er. - Trupulleikin er, at so vøggustovupláss eru. Tá ið øll vøggustovuplássini eru brúkt, fara børn í dagrøktina, og so leingi børnini eru undir trý ár er einki pláss í vøggustovuni. Men tá ið