At Heðin Mortensen og Kristin Michelsen atkvøða ímóti sínum floksfeløgum í málinum um samkynd hjúnalag, rakar allan flokkin.
Tað siga tey í ungdómsfelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung, SU.
Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna í SU sigur, at saman við ungdómsfelagnum hjá Tjóðveldi, Unga Tjóðveldi, og ungdómsfelagnum hjá Framsókn, Framsøkin Ung, hava tey skipað fyri átakinum, “steðgið undanførslunum!”
Endamálið við átakinum er at tryggja samkyndum somu rættindi sum hinskyndum.
- Og vit ætla okkum ikki at gevast, fyrr enn vit eru komin á mál, sigur Barbara Gaardlykke Apol.
- Í gjár komu enn fleiri undanførslur, eisini úr okkara egna flokki, Javnaðarflokkinum, og tað eru vit vónbrotin av, sigur hon.
Hon sigur, at vónbrotið kom av, at teir báðir tingmenninir hjá flokkinum, Kristin Michelsen, og Heðin Mortensen, aftur skákaðu sær undan at taka støðu í málinum um at broyta hjúnabandslógina
- Sjálvandi virða vit, at í etiskum málum stendur tað til hvønn einstakan at atkvøða eftir egnari sannføring.
- Tíverri er júst hendan støðan soleiðis, at atkvøður ein øðrvísi enn restin av flokkinum í hesum máli, raka tað allan flokkin. Og ikki minst rakar tað ein kúgaðan minniluta av Føroya fólki.
- Vit hava fingið valdið og sostatt eisini ábyrgdina, sigur hon, og mælir til at sláa manngarð um tey, ið onki annað ynskja enn javnrættindi.
- Tí vilja vit so inniliga heita á tykkum javnaðarmenn, ið komu við undanførslum mikudagin, um at stuðla floksfeløgum tykkara.
- Latið okkum vísa, at Javnaðarflokkurin er ein flokkur, har vit standa saman og ikki mótarbeiða hvørjum øðrum, sigur Barbara Gaardlykke Apol.