140 mió hava diabetes

Tað eru fleiri enn 140 milliónir fólk í heiminum sum hava diabetes. Roknað verður við, at hetta tal økist til 300 milliónir um ár 2025. Fyri at vita um tú hevur diabetes so far til tín lækna ella á diabetesambulatoriið

Diabetes í Føroyum er eins og í hinum norðanlondum, økt lutfalsliga við vælferðini. Jú betur vit hava tað, tvs. jú minni vit gera av kroppsligum arbeiði og jú feitari mat vit eta, jú størri gerst vandin fyri at vit fáa diabetes. Undir seinna heimsbardaga vóru at kalla eingir nýggir tilburðir diabetes, men síðan tá hevur talið verið økjandi. Serliga tey seinastu 10 árini er títtleikin av typu 2. (aldursdiabetes) nógv øktur. Mett verður, at uml. 10% av fólki yvir 40 ár hava lyndið til at fáa diabetes, og at uml. 20% av øllum yvir 65 ár hava sjúkuna. Tað er skiftandi land frá landi, og eru vit helst á sama støði hesum viðvíkjandi sum Danmark. Í Norra og Svøríki eru heldur fleiri diabetikarar, meðan tølini í Finnlandi eru væl hægri.

Insulinið kom til Føroya longu í 1923. Hetta var áðrenn nakar sjúkrakassi var komin, so diabetikarar noyddust sjálvir at gjalda, - og tað var dýrt. Ein ampull kostaði tá uml. 7 kr. og hetta var bert nokk til uml. eina viku. Tað eru tíverri dømir um, at einstakir diabetikarar kendu seg noyddar til at spara uppá tað dýra insulinið, og hevði hetta sjálvsagt óhugnaligar fylgir.

Støðan í dag er ein heilt onnur. Allir diabetikarar fáa ókeypis insulin og tey hjálpartól sum krevjast. Nevnast kunnu t.d. insulinpennurin við einari mikrofinari nál, sum ger sproytingina til eitt spæl, og blóðsukurmátarin, sum kann hjálpa diabetikarum at avgera hvussu stóra nøgd einum nýtist av insulini fyri at blóðsukrið skal vera so støðugt sum gjørligt. Hesi tól, og tann vitan sum diabetikarar í dag ráða yvir, hevur tey seinastu árini verið við til at gjørt diabetesviðgerðina so góða, at tær vanligu fylgdarsjúkurnar eru týðuliga minkaðar, samstundis sum livivirðini er vaksin. Ein kann tí av røttum siga, at tann peningur samfelagið nýtir til diabetesviðgerð verður vunnin aftur mangar ferðir.

Fylgdarsjúkur (komplikatiónir) hava dagar verið í kjalavørrinum á Diabetes. Talan er t.d. um eygnasjúkur við vánaligari sjón, nýrasjúkur, hjarta og æðrasjúkur, nervabruna í beinum við amputiónum og impotens v.m. Kanningar í dag vísa, at diabetikarar sum hava eitt støðugt blóðsukur kunnu minka um vandan fyri fylgdarsjúkur í heilt stóran mun. Eisini hjá teimum sum longu hava merkt fylgdarsjúkurnar vísa kanningarnar, at støðugt blóðsukur, har langtíðarroyndin »HbAIc« er 7-8 gevur sera gott úrslit.

Diabetesfelag Føroya varð stovnað í 1986, hevur 350 limir. Felagið skipar fyri fundum um diabetes, stuðlar diabetikarum o.ø. við at økja um kunnleikan um sjúkuna bæði við fundum um diabetes, stuðlar diabetikarum o.ø. við at økja um kunnleikan um sjúkuna bæði við fundum og lesitilfari. Umframt tað sum felagið hevur givið út á føroyskum, so fáa allir limir tað danska blaðið »Diabetes«. Felagið hevur bústað í MBF-húsinum við Íslandsvegin 10c í Tórshavn. Formaður felagsins er Steinbjørn í Lambanum í Fuglafirði tlf. 444478.

Eini 1100 fólk í Føroyum, sum hava diabetes, og sum vit kalla diabetikarar. Í Danmark eru uml. 100.000. Í Noreg er talið 130.000 og har fáa millum 180 og 200 børn undir 14 ár staðfest diabetes hvørt einasta ár.

Tað eru 2 sløg av diabetes. Insulinkrevjandi sum vit nevna typu 1 og aldurdiabetes, sum verður nevnt typa 2. Tey sum fáa typu 1 eru tey sum ikki framleiða insulin, meðan tey sum hava typu 2 aloftast eru komin upp í árini, hava nokk av insulini, men tað er ikki gott nokk. Hesi skulu hava serligan kost, skulu motionera og møguliga hava heilivág.


Fundur fyri børn við diabetes sunnudagin 14. nov. »Diabetes World Day«, verður temadagur fyri børn við diabetes. Tiltakið fer fram í MBF-húsinum í Havn, og fara ætlandi umleið 40 børn og vaksin at luttaka.

Nevndin