Stór ónøgd millum foreldur

Foreldur, sum fáa børn síni inn á stovn í Tórshavnar kommunu í summar, hava fingið boð. Tey, ið fáa dagrøktarpláss til síni børn, umframt tey sum einki pláss fáa, hava enn ikki fingið boð. Og hetta hevur elvt til stóra ónøgd

 

DAGSTOVNAR

Sløk 200 pláss í vøggustovu, barnagarði og dagrøkt í Tórshavnar kommunu eru júst lutað út, foreldur hava akkurát fingið bræv um barn teirra er millum tey hepnu og onnur bíða - framvegis. Gleðin er stór nógva staðni, og ónøgdin líka so stór hjá teimum framvegis nógvu, ið ikki eru sloppin upp í part. Telefonin gløðir nógva staðni, eisini í býráðsumsitingini. Orsøkin til, at nógv foreldur í hesum døgum kenna seg við sviðusoð er partvís, at ein partur av brævbjálvunum ikki er komin foreldrunum í hendi.

- Hetta er í grundini ein misskiljing og tí er ónøgdin óneyðug. Brøvini við dagrøktarplássunum eru ikki farin enn, tey verða send í vikuni og har eru 90 dagrøktarpláss. Hesi, sum fáa eitt dagrøktarpláss halda, at einki pláss er til teirra og tað er sjálvsagt óheppið, sigur Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri í Tórshavnar býráð, sum harmast um mistakið.

Nýggj reglugerð og upptøkureglur vóru gjørd fyri tveimum árum síðani júst við tí fyri eyga at hava eina rættvísa skipan. Men funnist verður enn at skipanini, sum eftir øllum at døma framvegis ikki er so gjøgnumskygd, tí ilt er eitt nú at finna út av, hví eitt barn, sum er føtt í januar, hevur lættari at sleppa inn á stovn, hóast tað stendur aftalagari enn eitt annað á listanum, sum er føtt fyrr. Eisini Heðin Mortensen finnist at skipanini.

- Skipanin er eftir øllum at døma ikki nóg góð, og vit fara beinanvegin at kanna, hvussu vit kunnu gera hana betri. Reglugerðin er greið, men okkurt er spinnandi galið, tá ið foreldur ikki kenna seg trygg við, hvussu børn verða tikin inn á stovn. Tað kann ikki vera rætt, at foreldur skulu fáa trupulleikar av at eiga børn, sum ikki eru fødd fyrst í árinum, at annað kynið kemur framum hitt og at tú verður revsaður við at búgva í einum ávísum parti av býnum, har ongin stovnur er í nánd. Og er tað reglugerðin, sum ikki er nóg góð, skal hon broytast, sigur Heðin Mortensen, sum hevur sett málið á komandi samgongufund.


Sleppa ikki víðari

Foreldur finnast eisini at, at taka tey av einum dagrøktarplássi, hava tey verri møguleika at fáa børnini inn á dagstovn. Børnini standa framvegis á listanum, men onnur við ongum tilboði verða tikin framum. Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri í Tórshavnar býráð, vísur aftur, at soleiðis er.

- Trupulleikin er, at so vøggustovupláss eru. Tá ið øll vøggustovuplássini eru brúkt, fara børn í dagrøktina, og so leingi børnini eru undir trý ár er einki pláss í vøggustovuni. Men tá ið tey koma í barnagarðsaldur, sleppa tey í barnagarð, sigur Gunnleyg Durhuus.

Tá ið arbeitt var við at gera nýggja reglugerð og upptøkureglur var Heðin Mortensen tann einasti býráðspolitikarin, sum var ímóti økislistunum. Og tað er hann framvegis.

- Vit eiga at hava ein høvuðslista, har øll børnini verða skrivað á. Økislistarnir gera alt so trupult, tí øll børn fáa tvey ymisk nummur, hóast bara gingið verður eftir tí eina. Hetta er órættvíst ímóti nógvum børnum og nógv kenna seg illa viðfarin. So leingi vit ikki megna at nøkta tørvin á stovnsplássum, mugu vit hava ein høvuðslista. Tí fær eitt barn á Argjum eitt pláss í Hoyvík í boði, hava foreldrini møguleika at lata vera við at taka av, men framvegis standa á listanum. Og velur tú at bíða eftir einum plássi í nærumhvørvinum, er tað títt egna val, sigur Heðin Mortensen.

Gunnleyg Durhuus ásannar, at tað er óheppið at geva børnum tvey ymisk nummar á bíðilistanum.

- Hetta verður broytt í framtíðini. Nummarið á høvuðslistanum er jú ikki aktuelt, tá ið gingið verður eftir økislistanum. Vit fara eisini at eftirmeta um reglugerðin kann gerast betri, tí vit merkja jú eisini ónøgdina sum er.

Gunnleyg Durhuus vísir eisini á, at nú verður ikki tikið so neyvt eftir, nær børnini eru fødd á árinum.

- Vit taka børn yvir alt árið fyri at hava eina aldursspjaðing á stovnunum.

Bíðilistin var 28. mars 402 børn. Nú stóra útskiftingin á árinum fer fram, fáa 200 børn vøggustovu-, barnagarðs- og dagrøktarpláss. Bíðilistin er tískil 202 børn í løtuni.