TIL ARBEIÐIS
Hon er uppvaksin í Havn, men býr og er gift á Toftum. Um ein góðan mánað fyllir hon 29.
Tað, sum er øðrvísi við hennara arbeiði enn hjá flest øðrum kvinnum, er, at hon siglir sum dekkari við línuskipi. Hetta er ikki nakað, hon bara ger í løtuni. Siglingstíðin er langt síðan komin í hús, og hin 1. august klokkan 10.30 byrjar hon á skiparaskúla.
- Avgerðin er tikin, og eg eri ógvuliga fegin um at vera sloppin á skúla. Eg hevði bara 9. flokk, men tók seinni lærugreinar á VUC (Voksen Uddannelse Center). Í Danmark fekk eg góð úrslit, eitt nú 11 í enskum og 9 í rokning. Hetta lyfti undir miðaltalið í mínum prógvum. Tá eg søkti á skiparaskúla, læt eg inn prógvið, eg hevði úr Tórshavnar Kommunuskúla, prógvið í lærugreinum á VUC saman við váttan um trygdarskeið og bláu bók.
Marita sigur, at hon var umborð á línuskipinum Reynsatindi, tá brævið kom frá skúlanum.
- Eg bað tey hyggja í tað, og himmalglað var eg, tá tey søgdu mær, at eg var sloppin inn. Eg hoppaði og dansaði, og næstu frívaktina svav eg slett ikki, sigur hon brosandi.
Siglingstíðin er 12 mánaðir, men tá er talan um at hava verið 365 dagar í sjónum.
- Tí skalt tú helst hava verið knýtt at skipi tað mesta av tveimum árum, men tað hevði eg væl og virðiliga, sigur hon.
Marita sigur, at tað gjørdi ikki frøina minni, at ein annar, sum siglir við Reynsatindi, eisini slapp á skúlan og skal byrja sama dag sum hon.
Munur á skiparum
- Um eg nakrantíð gerist skipari á línuskipi, veit eg ikki, men tað er kanska ikki óhugsandi, at eg einaferð fari at standa á brúnni sum stýrimaður á línuskipi.
Tá tú prátar við Maritu, skilst, at tað ikki bara er pengarnar, hon hevur áhuga í, men so sanniliga eisini, hvussu arbeiðsumstøðurnar eru umborð, og hvussu samskifti, samanhald og samstarv er millum fólkið. Hon hevur eisini áhuga í, um fiskurin, sum kemur á dekkið, er stórur og góður.
- Hesa tíðina, eg havi siglt, havi eg eisini lagt til merkis, at stórur munur er á skiparum. Summir hugsa mest um at fáa fisk, men tíma ikki so væl, tá tú spyrt um vegleiðing. Aðrir hava størri áhuga í, at tú fært svar upp á spurningar, ið kunnu stinga seg upp.
Í dag eru Marita og maður hennara, Kristian, bæði við línuskipunum, Reynsatindi.
- Knút Høgagarð, sum eisini býr á Toftum, er skipari, og eg havi alt gott at bera manninum.
Í stuttum heldur hon, at tað er torført at finna ein betri og meiri avvigaðan línuskipara.
- Tú spyrt, og hann vísir stóran áhuga í at svara. Knút hevur eisini stóran áhuga í umstøðum og trivnaði umborð, leggur hon aftrat.
Byrjaði við Næraberg
Men hvussu byrjaði so karrieran á sjónum hjá Maritu Reynheim Danielsen?
- Eg fór fyrsta túr við Nærabergi í mai mánað ár 2000. Pápabeiggi mín, sum hevði verið við Skálabergi, sigldi við Nærabergi sum kokkur, og pápi mín hevði eisini verið umborð sum hjálparkokkur.
Marita var bara hin eina túrin við Nærabergi, og hon dylur ikki, at hetta tímdi hon slett ikki.
- Tað var hvørki galið við skipi ella manning, ei heldur umstøðunum umborð. Eg helt bara ikki, at hetta var nøkur avbjóðing fyri meg. Eg hevði áður arbeitt á fiskavirkinum hjá Faroe Seafood í Havn, og eg helt, at arbeiði sum pakkari við Nærabergi líktist alt ov nógv tí, eg ikki tímdi serliga væl á fiskavirkinum.
Umborð á Nærabergi pakkaði hon surimi, og hóast hon sá, at onnur trivust væl umborð, hon helt simpulthen ikki, at hetta var nakað fyri hana. Tískil gjørdist byrjanin av sjólívinum hjá henni bert hesin eini túrurin.
- Eg fekk tó væl burtur úr, meðan eg var við Nærabergi, og skatturin var lítil, leggur hon aftrat.
Við línuskipum
Nú væntaði Marita, at hon fór ikki at tíma til skips aftur.
- Nøkur ár seinni fór eg tó aftur at royna meg á sjónum, og nú bar leiðin umborð á línubátin, Thomas Nygaard, har eg var í eitt ár.
Marita sigur, at hetta var í 2006 ella í 2007.
- Óli Hansen úr Gøtu var stýrimaður. Honum dámdi væl at læra frá sær, og eg haldi, at ikki minst hansara leiklutur var ein orsøkin til, at eg fór at stórtrívast. Tá eg kom umborð, hevði eg eitt ynski um ikki at standa við rulluna, men hetta var tað fyrsta arbeiði, eg fekk, leggur hon brosandi aftrat.
Sum dekkari á línubáti hevur Marita roynt alt uttan at verið lastamaður, og ei heldur hevur hon kastað miður.
- Lastamenn eru oftast teir somu, og eisini hava vit havt fastar miðukastarar, sum hon málber seg. Annars geri eg alt, sum hinir gera. Eg standi við rulluna, blóðgi, kryvji – og eg standi í skúrinum.
Árið, tá ið hon var við Thomasi Nygaard, var hon eisini umborð á Stapanum, og eitt nú var hon tveir túrar í Íslandi.
Kona og maður
Tað, sum ikki minst er áhugavert við Maritu og manninum, Kristiani Højgaard, er, at tey sigla bæði við sama línubáti.
- Áðrenn vit gjørdust par og giftust í november í 2008, vóru vit eisini saman við Thomasi Nygaard og Stapanum, og eg kann siga, at tað var Kristian, ið lærdi meg upp. Eg kann siga, at eg soleiðis forelskaði meg í sjónum og manni í senn, sigur hon.
Áðrenn hjúnini fóru umborð á Reynsatind fyri eini tíð síðan, vóru bæði við línubátinum, Hoyvíkingi, tað mesta av einum ári.
- Vit hava altíð siglt saman uttan, tá eg var við Stapanum. Kristian er altíð umborð, tá eg eri umborð, men eg eri ikki altíð við, tá hann er. Vit eru á sama kamari umborð, men hava hvør sína koyggju, sigur hon brosandi og leggur aftrat, at privatlívið er í landi, men umborð eru tey skipsfelagar.
Hon sigur, at umborð á línubáti er tað soleiðis, at antin trívist tú – ella trívist tú ikki.
- Tað er rættiliga strævið viðhvørt. Vit ganga seks og seks, men er nógvur fiskur, bróta vit vakt. Onkuntíð sigi eg, at nú fari eg ikki avstað aftur, men tá eg so eri komin til hús, er alt gloymt, og eg fari glað avstað aftur, sigur hon.
Dreymurin hjá Maritu Reynheim Danielsen er einaferð at gerast skipsførari, men hon viðgongur, at ein slík útbúgving verður ikki tikin í einum.
- Nú hugsi eg í fyrsta lagi um at gerast skipari, og eina slíka útbúgving ætli eg mær at brúka á sjónum. Gerist eg nakrantíð skipsførari, hugsi eg um at brúka útbúgvingina í onkrum starvi á landi, sigur hon.