Tvær broytingar eru afturat í hópinum hjá U21 landsliðnum, sum í annaðkvøld skal spæla móti Russlandi. Jákup B. Andreasen (KÍ) og Leivur Joensen (ÍF) eru farin heim við skaða, meðan David Langgard (KÍ) og Betuel Hansen (NSÍ) eru komnir í teirra stað.
Les eisini: Elias brotið fingurin
Jákup B. Andreasen hevur verið eymur í lærkrikanum eftir steypafinaluna, har hann spældi 120 minuttir. Nú verður mett, at tað er ikki ráðiligt hjá honum at spæla komandi tveir dystirnar. Í hansara stað er komin liðfelagin David Langgard, ið hevur spælt fleiri dystir á besta liðnum í ár.
Leivur Joensen fór av vøllinum til venjing fyrr í vikuni. Mett verður, at talan er um eina fiburspreinging. Hann verður avloystur av Betuel Hansen, sum fyrr hevur verið á U21 landsliðnum, og kennir tí til umhvørvið.
Les eisini: Avrikið er avgerandi
Fyrr í dag skrivaði In.fo, at málverjin Elias Rasmussen hevur brotið ein fingur. Hann er avloystur av Karstini Hansen úr NSÍ. Eisini er Jóannes Bjartalíð ivasamur. Hann hevur trupulleikar við einum rivjabeini.
Longu undan samlingini gav Poul N. Mikkelsen úr ÍF avboð. Í hansara stað er komin Jákup F. Hansen úr HB.
Rás2 sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Russland, sum verður í annaðkvøld klokkan 18. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.










