Randi Jacobsen
Nú veðrið batnaði, er veruliga gongd komin á søluna av seteplum. Keðiliga veðirð hevur gjørt, at nógv hava bíðað við at fara í bøin.
Bæði høg og lág seta eplir niður. Onkrir bóndir seta heilt nógv elir niður, onnur avmarkað seg til bara at hava egin eplir ein part av árinum.
Jógvan Weihe í Havn man vera tann, sum longst hevur selt set.
I nógv ár arbeiddi hann í Landshandlinum, sum hevði mestu søluna. Tey seinnu árini hevur Jógvan Weihe havt sín egna handil, ið synirnir nú mestsum hava tikið yvir.
– Tað verður selt meira set nú, enn tá ið eg byrjaði, tí tá var meira vanligt at hava sína egnu set. Nú vilja tey flestu hava nýggja set á hvørjum ári, sigur Jógvan Weihe.
Stórt úrval
Fyrr vóru ikki so nógv eplasløg at velja ímillum. Tá var tað mest up-to-date og so eitt serligt slag, sum vóru sera væl egnað at seta niður í sandi. Onkur reyð epli vóru eisini.
Nú eru sløgini væl fleiri, og tey, sum selja, lurta eftir Royndarstøðini, hvørji sløg skulu bíleggjast heim. Jógvan Weihe selur eisini set til handlar.
– Í ár fingu vit eitt nýtt slag, sum Peder T. Haahr á Royndarstøðini viðmælti. Eplið æt Mette, og tað er útselt.
Nýggj sløg kom altíð á marknaðin, men ikki roynast øll líka væl.
– Tað er ikki gott at hava sama slag hvørt ár og taka burturav til set. Eftir fýra ella fimm ár er rættt at fáa sær nýtt.
Jógvan Weihe trýr ikki uppá, at nøkur sløg eru meira mótstøðufør móti svartaspillu enn onnur. Hann hevur frætt frá fólki, sum í fjør settu niður setepli, ið søgdust at vera mótstøðufør, og eisini hjá teimum kom svartaspilla í veltuna í fjør.
– Tað rætta er at sproyta slokkarnar beinanvegin og so eina ferð aftur seinni, sigur Jógvan Weihe.
Nógv uppliva, at epli teirra fáa svartar blettir.
– Fólk gera ofta tað stóra mistakið, at tey brúka alt ov nógv tøð, og tað er ikki gott fyri eplini. Tað skulu bara nøkur fá gramm millum hvønn slokk.