størsta partin av fiskivinnunýskipanini. Við øðrum orðum, um veiðigjaldslógin ikki verður samtykt nú, so hava vit eina amputeraða fiskivinnunýskipan. Í hvørgum føri varð grundgivið fyri uppáhaldunum. Men tað [...] Tað eru kunngerðirnar um uppboðssølu, sum hevur verið til hoyringar, og kunngerðin um menningarkvotur, sum hvørja løtu fer til hoyringar. Við hesum báðum kunngerðunum verður av álvara sett hol á impl [...] tíðarleisti. Tað er sjálvandi keðiligt, um tað ikki eydnast at fáa samtykt lógina um veiðigjald nú, tí hon byggir á nøkur týdningarmikil prinsippir fyri, hvussu gjaldið skal skrúvast saman. Hon tryggjar millum
ikki enn á sinni, at tað verður heimild at krevja eina barnaváttan frá teimum, sum arbeiða við børnum og ungum í Føroyum. Tað eru annars akkurát fýra ár síðani, at Løgtingið samtykti einmælt at vit skuldu [...] at málið er partvís danskt málsøki og partvís er tað føroyskt málsøki. Sjúrður Rasmussen, ráðgevari á løgmansskrivstovuni, sigur, at málið er í tveimum. Í fyrru atløgu er tað løgreglan, sum skal skriva [...] donsku persónsupplýsingarlógini. Men tað hevur løgreglan ikki heimild til at gera í Føroyum. - Tí verður nú arbeitt við at gera eina kunngerð, og at fáa hana samtykta um at loyva ríkismyndugleikum í Føroyum
ofta sigur. "Vit eru framvegis eins góð við hvørt annað sum fyrsta dag" Hvør ið býr á Tvøroyri, ella kemur higar, kennir ikki býarmyndina við konuni í rullustóli og so ein nakað eldri mann, nú nakað kropin [...] handilin eftir pápan, og síðan Birgir ið hevur arbeitt sum kavari, men seinnu árini er kendur sum skipari á Norðlýsinum. Eisini eiga tey bæði nógv ommu og abbabørn. Eitt langabba- og ommubarn er eisini . Hetta [...] skuldi ikki verða. Bert 32 ára gomul gjørdist Inger sjúk av scelrosu, ein sjúka hon hevur drigist við nú í skjótt 2 mannsaldrar. Hóast nívandi sjúku, ið helst hevði tikið móti frá teimum flestu, so hevur
Lassen, sakførari, hevur lítið álit á kanningini, sum løgmaður nú ætlar at seta í verk av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni. Í kjalarvørrinum á skuldsetingunum, sum Dagmar S. Joensen [...] Dagmar Joensen og hann sigur, at teirra støða í málinum verður á ongan hátt ávirkað av úrslitinum av eini kanning hjá løgmanni. - Tá ið vit taka støðu til málið, verður tað fullkomiliga leyst av kanningini [...] slíkari kanning. Hann sigur, at var ætlanin at gera eina veruliga kanning, eru reglar um, hvussu slíkt verður gjørt. - Eitt nú kundi tað verið landsstýrismálanevndin, sum setti kanningina í verk. Ein møguleiki
mestu orkuna uppá at stríðast við danir (og við seg sjálvar), og nú aftaná 6 gullár, eru bert nøkur ting ávegis, meðan tey flestu enn eru á skriviborðinum. Tað má sigast at vera óført við øllum teimum 520 [...] fullveldisskútuni upp ímóti vindinum frá fólksins talu, men gleðin var stokkut. Tað eru mong sum harmast um, at fólkaatkvøðan á sinni ikki varð hildin sum ætlað, tí so kundi fólkið havt talað, og øll kundu sæð [...] vunnið inn aftur alt tað forsømda; tá áttu tit at komið við 123 røktarheimsplássum (sum framvegis bert eru á pappírinum). Vóru tá pengar til yvirs, kundi man farið at hugt uppá, um málsøki skuldu yvirtakast
starvi - Heilsuhjálparafelag Føroya hevur á hvørjum ári fleiri limir, ið fella fyri hesum 120 daga regluni, sigur Ása Holm. - Heilsuhjálparafelag Føroya hevur eisini á hvørjum ári arbeiðsskaðar, har fólk fáa [...] at mál um arbeiðsskaðar taka ofta langa tíð at viðgera, og tí eru fólk langt síðani uppsøgd, áðrenn skaðin verður staðfestur. Hon vísir á eitt ítøkiligt dømi, har ein heilsuhjálpari fekk ein arbeiðsskaða [...] sakførara. - Víst var nevniliga á, at heilsuhjálparin fekk ein arbeiðsskaða, har ein spong í arminum slitnaði, eftir at hava loftað einum fólki, sum annars hevði dottið á gólv. - Ikki fyrrenn málið var
fullur limur í 1991. Flestu limalondini í EFTA eru síðani vorðin limir í ES. Føroyar fóru burturúr EFTA í 1973 saman við Danmark. Og Eftir í felagsskapinum eru nú bara Ísland, Noreg, Liktinstein og Sveis. Bara [...] kanningum um tættari samstarv við ES, bendir alt á, at okkara áhugamál kunnu verða gingin á møti í eini betri avtalu. ? Tí hetta vil í fyrstu atløgu siga, at vit sleppa bæði undan tí felags fiskivinnu-politikkinum [...] ?Verða Føroyar limur í ES, hevði ræðið á fiskatilfeingi Føroya ligið í hondunum á ES myndugleikum. ? Og tá kundi vandi verið fyri, at Føroyar í longdini høvdu mist sítt fiskatilfeingi. Anfinn Kallsberg
2025. Á tekniska økinum eru tað serliga útstykkingar til bústaðir, men eisini til vinnulig endamál, sum nú verða høgt raðfestar. Annars eru raðfestingarnar á tekniska økinum rættiliga væl spjaddar á fíg [...] Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum verður útbygdur, umframt at peningur er settur av til uttanumøki og aðrar tillagingar á dagstovnaøkinum. Framhaldsdeildin á Sankta Frans Skúla er liðug, og nú er peningur [...] kommununi. Á almenna- og heilsuøkinum verður bygt nýtt røktarheim við røktaríbúðum í Hoyvík. Nýggjur køkur verður gjørdur á Lágargarði umframt ymsar dagføringar verða gjørdar á Ellisheiminum. Á barna- og
Helena Dam á Neystabø ætlar sær nú rættiliga í hernað ímóti tubbaksroyking á almennum støðum. Og hon sigur, at tað er neyðugt at fara til verka beinanvegin. So avgjørd er landsstýrismaðurin í almanna og [...] . Finnur Helmsdal hevur spurt Helenu Dam á Neystabø, hví tað verður gjørt so lítið fyri at minka um roykingina her á landi. Hon sigur, at hon er samd í, at vit gera ov lítið fyri at minka um roykingina [...] sigur Helena Dam á Neystabø. Hon sigur, at fyri skjótt 10 árum síðani varð ein kunngerð sett í gildi um royking á almennum stovnum, men kunngerðin verður í stóran mun ikki fylgd. Helena Dam á Neystabø sigur
Seinastu 12 árini hevur Hans Petur í Brekkunum staðið á odda fyri virkseminum í Føroyahúsinum, sum er á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Men nú takkar hann fyri seg sum leiðari fyri heldur at leita eftir nýggjum [...] tolin, so eg vóni, eg fái meira tíð til familjuna nú um kvøldarnar og um vikuskiftini. Fíggjarliga grundarlagið styrkt Nógv er hent hesi 12 árini, og tí eru tað eisini nøkur avrik, sum fara at standa eftir [...] eydnaðist at fáa styrkt tað fíggjarliga grundarlagið hjá húsinum, soleiðis at búskapurin nú er stabiliseraður. Vit hava eisini gjørt broytingar við upplatingartíðunum í húsinum, og hava funnið ein meira