Niels Kári Nielsen, Sambandsmaður
?????????????????????????????????????
Formaðurin í Unga Tjóðveldinum heldur, at tað líkist ongum, at Føroyar ikki longu hava fingið staðfest fullveldið. Ein fólkatkvøða eigur at verða, sigur hann.
Um ein hyggur eitt sindur aftureftir, virkar hetta undarligt at hoyra í 2004, tí líka frá tí, at Tjóðveldisflokkurin kom í landsstýrið í 1998, var annaðhvørt orðið, ið ein hoyrdi " Fólkaatkvøða um fullveldistilgongdina skal vera". Fleiri ferðir var hetta at hoyra, og at enda kom so fráboðanin um, at nú skuldi tað verða, men hvat hendir!!?? Ein meingingakanning varð gjørd, og so varð fráboðanin um atkvøðu tikin aftur.
So er spurningurin!!! Hví gjørdu loysingarflokkarnir tað?
Jú, svarið er einfalt, teir vóru bangnir fyri fólksins vilja; tað var eyðsýnt, at Tjóðveldisflokkurin ræddist fólksins dóm og valdi at stinga høvdið í sandin.
Áðrenn løgtingsvalið í 2002, tók formaður Tjóðveldisfloksins høvdið úr aftur sandinum og segði, at úrslitið av løgtingsvalinum var at sammeta við eina fólkaatkvøðu um loysing ella samband.
Sigast má, at Tjóðveldismenn skifta meining, sum aðrir skifta hosur, tí eftir at Sambandsflokkurin hevði vunnið valið í 2002, segði formaður Tjóðveldisfloksins, at valið kundi als ikki sammetast við eina fólkaatkvøðu.
Tað er gott at hava støðufesti!!
Men loysingarflokkarnir valdu at halda krampatak um valdið, hóast fólkið hevði talað. Miðflokkurin varð boðin við í samgonguna við gyltum lyftum; m. a. varð eitt nýtt aðalráð gjørt, bert til æru fyri teir; hetta hevur kostað fleiri milliónir skattakrónur.
Alt hetta fyri at halda fullveldisskútuni upp ímóti vindinum frá fólksins talu, men gleðin var stokkut.
Tað eru mong sum harmast um, at fólkaatkvøðan á sinni ikki varð hildin sum ætlað, tí so kundi fólkið havt talað, og øll kundu sæð, at tá ið avtornar, vil ein stórur meiriluti av Føroyingum verða verandi í Ríkisfelagskapinum við Danmark og Grønland.
Vit kunnu takka nøkrum ræðuskítum í sokallaðu loysingarflokkunum fyri, at hetta enn ikki er endaliga staðfest!
At rokna allar veljarar hjá fyrrverandi samgonguni sum fullveldisfólk burturav, er ein bíligur og veruleikafjarur máti at síggja tingini uppá.
Eitt annað sum virkar løgið er, at samstundis sum samgongan hevur stríðst fyri at skræða 48.000 menniskju burtur úr einum størri ríki, so hava teir sagt við kommunurnar, at tær skulu leggja saman, tí størri eindir klára seg nógv betri, hvar er logikkurin???
Í 1998, tá fyrrverandi samgonga kom til, áttu allar kreftir at verið settar inn á at lekja tey sár, sum samfelagið hevði fingið undir kreppuni. Tá skuldu allar tær veldigu inntøkurnar, ið blivu sprændar inn í landið av okkara fiskiríkidømi, verðið brúktar til at vunnið inn aftur alt tað forsømda; tá áttu tit at komið við 123 røktarheimsplássum (sum framvegis bert eru á pappírinum). Vóru tá pengar til yvirs, kundi man farið at hugt uppá, um málsøki skuldu yvirtakast, ella um ríkisrættarliga støðan skuldi broytast, ikki fyrr!!
Listin av forsømilsum er so langur, at tað er ógjørligt at skriva alt her, men fullveldissamgongan valdi ístaðin at brúka mestu orkuna uppá at stríðast við danir (og við seg sjálvar), og nú aftaná 6 gullár, eru bert nøkur ting ávegis, meðan tey flestu enn eru á skriviborðinum.
Tað má sigast at vera óført við øllum teimum 520 almennu størvunum í umsitingini, sum teir hava sett afturat hesi árini..
Vónandi kemur framtíðin at lýsa bjartari yvir okkara vakra Føroya land.
To be continued?