Helena Dam á Neystabø ætlar sær nú rættiliga í hernað ímóti tubbaksroyking á almennum støðum.
Og hon sigur, at tað er neyðugt at fara til verka beinanvegin.
So avgjørd er landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum í einum aftursvari til Finn Helmsdal, løgtingsmann.
Finnur Helmsdal hevur spurt Helenu Dam á Neystabø, hví tað verður gjørt so lítið fyri at minka um roykingina her á landi.
Hon sigur, at hon er samd í, at vit gera ov lítið fyri at minka um roykingina í Føroyum.
Men tað ætlar hon sær at gera nakað við.
Hon sigur, at ætlanin er nú at seta eitt fyribyrgingarráð.
? Ætlanin hjá landsstýrismanninum er á henda hátt at fáa møguleika fyri at leggja størstu orkuna móti størstu vandunum.
Beinanvegin ráðið er skipað, ætlar Helena Dam á Neystabø at biðja tað um tilmæli um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.
? Tó meti eg, at tað er neyðugt at fara til verka beinanvegin.
? Og tey fyrstu høvuðsmálini eru, at dagstovnar, heilsuverkið, skúlaverkið og Strandferðslan verða roykfrí øki, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur, at fyri skjótt 10 árum síðani varð ein kunngerð sett í gildi um royking á almennum stovnum, men kunngerðin verður í stóran mun ikki fylgd.
Helena Dam á Neystabø sigur, at tí ætlar hon eisini at seta eina tubbakslóg í gildi, sum í størri mun fer at geva heimild til at minka um støðini, har roykt verður.
Hon veitir samstundis Løgtinginum trygd fyri, at tað fyribyrgjandi arbeiði ímóti tubbaksnýtslu verður raðfestast høgt.
? At tað hevur eydnast at gera flogleiðirnar millum Føroyar og umheimin roykfríar er prógv fyri, at tað ber til at fremja munagóð tiltøk, heldur hon.
Tí fegnast hon um, at Tubbaksráðið í ár hevur fingið 150.000 krónur at arbeiða við.
Seinastu nógvu árini hevur Tubbaksráðið annars fingið 50.000 krónur um árið, og Helena Dam á Neystabø heldur, at tað hevur gjørt eitt stórt arbeiði, hóast játtanin hevur verið lítil.
Ikki einsamøll
Men Helena Dam á Neystabø ásannar eisini, at einsamøll megnar hon ikki at gera Føroyar roykfríar.
Tí heitir hon á allar landsstýrismenn um at gera sítt við m.a. at tryggja, at kunngerðin um royking verður hildin.
? Fyri at koma á mál við hesum vandamáli, er neyðugt, at ikki bara landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum raðfestir málið høgt.
? Tað er eisini neyðugt, at men at aðrir landsstýrismenn i gera tað, sigur Helena Dam á Neystabø.










