Eg havi ringt við at síggja meiningina

Jógvan Páll Lassen, sakførari, hevur torført at síggja nakra meining við at kanna skuldsetingarnar ímóti Bjarna Djurholm, landsstýrismanni


Kanning
 
 - Eg havi ilt við at síggja meiningina við eini slíkari kanning.
Jógvan Páll Lassen, sakførari, hevur lítið álit á kanningini, sum løgmaður nú ætlar at seta í verk av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni.
Í kjalarvørrinum á skuldsetingunum, sum Dagmar S. Joensen og aðir limir og gamlir limir í nevndini í Framtaksgrunninum, hava sett fram ímóti Bjarna Djurholm, hevur løgmaður gjørt av at seta eina kanning í verk av embætisførsluni hjá landsstýrismanninum fyri at vita, um hald er í skuldsetingun um um, at hann hevur hótt Dagmar Joensen, sum forkvinnu í Framtaksgrunninum og um, at hann skal hava lagt seg út í arbeiðið hjá nevndini.
Men tað hugtekur ikki Jógvan Páll Lassen, sakførara.
Hann er eisini sakførari hjá Dagmar Joensen og hann sigur, at teirra støða í málinum verður á ongan hátt ávirkað av úrslitinum av eini kanning hjá løgmanni.
- Tá ið vit taka støðu til málið, verður tað fullkomiliga leyst av kanningini hjá løgmanni, staðfestir Jógvan Páll Lassen.
  
Ikki ein verulig kanning
Hann sigur, at hann hevur ógvuliga torført við síggja, hvat hendan kanningin skal til.
-Hetta er ein kanning hjá løgmanni, sum hann møguliga ger fyri at fáa betri grundarlag at taka støðu í málinum.
Hetta er sostatt ikki ein kanning, sum hevur nakað sum helst við Dagmar Joensen at gera.
Men sakførarin heldur, at ein slík kanning er lítið verd.
- Hetta er eitt úrslit av, at løgfrøði og politikkur verða blandað saman og so kemur slíkt burturúr, sum lítil meining er í, sigur hann.
Jógvan Páll Lassen staðfestir, at tað, sum løgmaður fer at seta í verk, er ikki ein kanning, sum er bindandi á nakran sum helst hátt.
- Eg veit ikki, hvat hetta er fyri ein kanning. Eg veit heldur ikki, hvat skal kannast, ella hvørjum reglum, kanningin skal gerast eftir. 
Men Jógvan Páll Lassen staðfestir, at stóri trupulleikin í eini slíkari kanning, er, at ongin kann tvingast at vera við í kanningini.
- Hetta er ikki ein bindandi kanning, har tey, sum verða biðin at geva frágreiðing, hava skyldu at svara.
- Tey, sum skulu geva frágreiðing í eini slíkari kanning, sum løgmaður kann seta í verk, gera sjálvi av, um tey vilja svara ella ikki og tey gera eisini sjálvi av um tey vilja siga sannleikan ella ikki. Tey eru ikki undir vitnisábyrgd og tí hava tískil ikki skyldu at svara og tey hava heldur ikki skyldu til at siga satt.
- Hetta er sostatt ikki ein bindandi kanning, tí løgmaður kann ikki áleggja nøkrum vitnisábyrgd, sum merkir, at tey skulu svara spurningurin og at tey skulu siga satt.
Jógvan Páll Lassen sigur, at hetta er ein avgjørdur veikleiki við eini slíkari kanning.
Hann sigur, at var ætlanin at gera eina veruliga kanning, eru reglar um, hvussu slíkt verður gjørt.
- Eitt nú kundi tað verið landsstýrismálanevndin, sum setti kanningina í verk. Ein møguleiki kundi verið at sett ein kanningarstjóra, sum fær fulla atgongd til uplýsingarnar í málinum, tí í slíkum kanningum eru tey, sum geva frágreiðing meiri bundin.
Ella kundi málið verið roynt í rættinum, tí har eru tey, sum geva frágreiðing, undir vitnisábyrgd. Tað merkir, at tey skulu svara spurningum og tey skulu siga sannleikan, annars verða tey revsað. 
- Slíka heimild hevur løgmaður ikki, sigur Jógvan Páll Lassen.