Tók trý ár at fáa endurgjald

Tað er ringt at verða sjúkur í Føroyum, sigur fakfelagsleiðari

Tað er ringt at verða sjúkur í Føroyum, ella at fáa ein arbeiðsskaða.

 

Tað heldur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum

 

Hon vísir á, at hjá tí almenna er tann skipan galdandi, at fær eitt starvsfólk sjúku at dragast við, ella ein arbeiðsskaða, og er burtur frá arbeiði í 120 dagar, verður viðkomandi starvsfólk sagt úr starvi

 

- Heilsuhjálparafelag Føroya hevur á hvørjum ári fleiri limir, ið fella fyri hesum 120 daga regluni, sigur Ása Holm.

 

- Heilsuhjálparafelag Føroya hevur eisini á hvørjum ári arbeiðsskaðar, har fólk fáa varandi mein, leggur hon afturat.

 

Arbeiðsskaðar skulu meldast til vanlukkutryggingina, men hon ásannar, at hetta er ein drúgv og tung leið at fara.

 

Hon staðfestir, at mál um arbeiðsskaðar taka ofta langa tíð at viðgera, og tí eru fólk langt síðani uppsøgd, áðrenn skaðin verður staðfestur.

 

Hon vísir á eitt ítøkiligt dømi, har ein heilsuhjálpari fekk ein arbeiðsskaða í 2012. Men tað var ikki fyrrenn í 2015, ella trý ár seinni, at skaðin varð viðurkendur, og heilsuhjálparin fekk endurgjald.

 

Í fyrstu syftu var svarið frá vanlukkutryggingini, at talan var ikki um skaða, men um slit, hóast málið var væl lýst av sakførara.

 

- Víst var nevniliga á, at heilsuhjálparin fekk ein arbeiðsskaða, har ein spong í arminum slitnaði, eftir at hava loftað einum fólki, sum annars hevði dottið á gólv.

 

- Ikki fyrrenn málið var lýst av nýggjum, saman við sakførara, varð staðfest, at talan var ikki um slit, men um ein arbeiðsskaða.

 

Ása Holm heldur, at tað er ikki nøktandi, at vit hava so tungar skipanir í Føroyum tá tað snýr seg um okkara starvsfólk.

 

- Vit hava eisini onkran lim, sum er farin í farloyvi og í annað starv, fyri ikki at missa arbeiðið.

 

Hon sigur, at fyri fáum árum síðan boðaðu avvarðandi politikarar frá, at nú fór støðan at batna, hvat tryggingingum viðvíkur.

 

- Men tað er ikki okkara fatan, tá talan er um arbeiðsskaðar og eg haldi, at tað er óheppið at fólk missa starvið afturat tí, at tey hava fingið ein arbeiðsskaða, sigur Ása Holm.

 

Hon vísir á, at í Noregi kann ein verða sjúkur í eitt ár, uttan at missa starvið.

 

- Tá fólk í Føroyum verða uppsøgd av sjúku, er tað við teirri grundgeving, at tað er tyngjandi fyri stovnin at gjalda løn fyri starvsfólkið og fyri avloysaran.

 

- Hetta skilji eg væl, men tað er ringt fyri tann sum tað rakar, fyrst at fáa ein arbeiðsskaða og síðan at verða sagdur úr starvinum, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum.