Kravið um barnaváttanir í Føroyum er langt burtur

Fyribils hava vit bíðað í fýra ár, og tað er í øllum førum greitt, at vit mugu geva tol í eina tíð afturat

- Tað verður ikki enn á sinni, at tað verður heimild at krevja eina barnaváttan frá teimum, sum arbeiða við børnum og ungum í Føroyum.

 

Tað eru annars akkurát fýra ár síðani, at Løgtingið samtykti einmælt at vit skuldu seta eina skipan í verk, har tað skuldi vera heimild at krevja barnaváttan frá teimum, sum arbeiða við børnum og ungum.

 

Her verður ikki bara hugsað um lærarar og pedagogar, men um øll, ið hava við børn og at gera, bæði ítróttarvenjarar, skótaleiðarar, ella onnur.

 

Men tað vísir seg at vera lættari sagt enn gjørt at fáa eina slíka skipan.

 

Málið hevur ligið stilt í longum tíðarskeiðnum av ymsum orsøkum. Ein orsøk var, at ivi tók seg upp um talan var mál, føroyskir myndugleikar kundu seta í verk, ella um tað var eitt danskt málsøki.

 

Ein onnur orsøk var, at leingi var ivi um, hvat av aðalráðunum í Landsstýrinum, hevði málsøkið undir sær.

 

Niðurstøðan er, at málið er partvís danskt málsøki og partvís er tað føroyskt málsøki.

 

Sjúrður Rasmussen, ráðgevari á løgmansskrivstovuni, sigur, at málið er í tveimum.

Í fyrru atløgu er tað løgreglan, sum skal skriva barnaváttanirnar. Men løgreglan er donsk, danska løgreglan skrivar barnaváttanir við støði í donsku persónsupplýsingarlógini.

 

Men tað hevur løgreglan ikki heimild til at gera í Føroyum.

 

- Tí verður nú arbeitt við at gera eina kunngerð, og at fáa hana samtykta um at loyva ríkismyndugleikum í Føroyum til at skriva slíkar barnaváttanir.

 

Tá ið tað er gjørt skulu føroyskir myndugleikar taka støðu til, hvørjum tað skal vera heimild at krevja barnaváttanir frá.

 

Og niðurstøðan hjá løgfrøðiliga ráðgevaranum er, at tað er Mentamálaráðið, sum umsitur málsøki, tí tey flestu, talan kann vera um at krevja barnaváttan frá, hoyra undir Mentamálaráðið, eitt nú lærarar, ítróttarleiðarar, skótaleiðarar, og onnur.

 

Sjúrður Rasmussen sigur, at við øllum fyrivarni, er ætlanin at fáa arbeiðið liðugt, so at danski parturin av skipanini, kann verða lagdur fyri Løgtingið, og verða samtyktur, í hesi tingsetuni.

 

Tá ið tað er hent, hevur løgreglan í Føroyum heimild til at skriva barnaváttanir. Og tá skal Mentamálaráðið so gera eina lóg um, hvørjum tað skal vera heimild at krevja barnaváttanir frá, og tað skal so eisini samtykkjast í Løgtinginum.