Inger varð fødd í Keypmannahavn, pápin var hovmeistari hjá D. F. D. S. og var kendur í Føroyum. Hann doyði, tá Inger var 6 ára gomul.
Í Danmark hitti hon Hjørleif Enni av Tvøroyri. Tað rann saman teirra millum. Tey giftust í 1944. Heim til Føroya fluttu tey tá seinni heimsbardagin var av. Tá fór Hjørleif at starvast í handlinum hjá pápa sínum, Dánjal Jákup Enni, ið ættaður var úr Øravík.
Inger og Hjørleif eiga 3 børn, syninir Tórður og Helgi, sum í dag reka handilin eftir pápan, og síðan Birgir ið hevur arbeitt sum kavari, men seinnu árini er kendur sum skipari á Norðlýsinum. Eisini eiga tey bæði nógv ommu og abbabørn. Eitt langabba- og ommubarn er eisini .
Hetta skuldi alt saman verið bæði gleði og gaman, men so skuldi ikki verða. Bert 32 ára gomul gjørdist Inger sjúk av scelrosu, ein sjúka hon hevur drigist við nú í skjótt 2 mannsaldrar.
Hóast nívandi sjúku, ið helst hevði tikið móti frá teimum flestu, so hevur Inger ótroyttiliga tikið bardagan upp, heldur enn at geva skarvin yvir. Nógvar ferðir hevur hon verið av landinum at søkja sær heilsubót. Eisini hevur hon sum yngri roynt at hildið sjúkini niðri við at vant, t. d. við at svimja; - men tó kunnu tey ið kenna viðurskiftini sanna, at besta heislubótin hevur verið eitt ókúgandi mót, eins og eitt lívsjáttandi ljóst sinnalag, saman við góðum stuðli frá teimum nærmastu. Serliga hevur maðurin, Hjørleif, verið henni hollur stuðul. Men sum hann sjálvur so ofta sigur. "Vit eru framvegis eins góð við hvørt annað sum fyrsta dag"
Hvør ið býr á Tvøroyri, ella kemur higar, kennir ikki býarmyndina við konuni í rullustóli og so ein nakað eldri mann, nú nakað kropin, ið trúfastur rullar konuna , tað verður seg til handils, ella bert fyri at hitta fólk. Og fólk kenna tey bæði nógv.
80 ár verður nevndur kempualdur, henda aldur hevur Inger nátt, ikki tí fortreytirnar hava verið til staðar, men hon er saman við manninum Hjørleif, ið er 87, væl fyri. Hetta takka einum framhaldandi góðum og ljósum sinni.
Vinir tínir frøðast saman við tær og ynskja tær nógv góð ár framyvir.
Dan