?Verða Føroyar limur í ES, hevði ræðið á fiskatilfeingi Føroya ligið í hondunum á ES myndugleikum.
? Og tá kundi vandi verið fyri, at Føroyar í longdini høvdu mist sítt fiskatilfeingi.
Anfinn Kallsberg, Løgmaður, heldur ikki, at Føroyar skulu blíva limur í Evropasamveldinum, ES.
Og tað verður ikki undir hesum landsstýrinum, at Føroyar fara at søkja um limaskap ES
Tá ið løgmaður mikudagin legði fram frágreiðing sína um uttanlandsmál, gjørdi hann nokk so fitt burturúr framtíðar støðu Føroya í Evropa, ikki minst, hvat tilkýti Føroyar skulu hava við ES-londini
Men Landsstýrið heldur ikki, at tað er ráðiligt at søkja um ES limaskap. Landsstýrið ætlar heldur ikki at arbeiða fyri at fáa Føroyar uppí EBS samstarvið
Hinvegin heldur landsstýrið at besta loysnin fyri okkum er at taka upp samráðingar við ES um at rúmka ta handilsavtalu, sum vit longu hava við Evropa samveldið.
Løgmaður sigur, at hann hevur kannað eftir, hvør ið best gongda leiðin í einum tættari samstarvi við ES er.
? Í fyrstu atløgu eru tríggir møguleikar. Føroyar kunnu antin gerast partur í EFTA og EBS, ella Føroyar kunnu gerast limur í ES.
Og triði møguleikin er, at Føroyar gera eina betri handilsavtalu við ES.
Hevur onga framtíð
Løgmaður heldur, at teir báðir fyrstu møguleikarnar eru ikki tann gongda leiðin fyri Føroyar.
Fríhandilsfelagsskapurin EFTA (European Free Trade Association) varð settur á stovn í 1960. Hetta er ein fríhandilsskipan, sum í høvuðsheitum hevur arbeitt fyri fríhandli fyri vørur.
? Tá ið sáttmálin um EFTA varð undirskrivaður, vóru 7 limalond: Danmark, Eysturríki, Noreg, Portugal, Svøríki, Sveis og Stórabretland.
Í 1967 kom danski limaskapurin at fevna um Føroyar. Finnland gjørdist limur við avmarkaðum rættindum í 1961, Ísland gjørdist fullur limur í 1970 og Liktinstein fullur limur í 1991.
Flestu limalondini í EFTA eru síðani vorðin limir í ES. Føroyar fóru burturúr EFTA í 1973 saman við Danmark. Og Eftir í felagsskapinum eru nú bara Ísland, Noreg, Liktinstein og Sveis. Bara sjálvstøðug lond kunnu vera í EFTA.
Av tí at EFTA ikki er ein tollsamgonga, kunnu limalondini føra egnan handilspolitikk mótvegis londum, ið ikki eru limir. ES er týdningarmesti samstarvsfelagi hjá EFTA.
Í 1990 var farið at samráðast um ein nýggjan leist í samstarvinum millum ES og EFTA.
Hesin leistur er róptur EBS (Evropiska Búskaparliga Samstarvið). EBS sáttmálin knýtir EFTA londini tættari at innmarknaðinum í ES. Átjan lond eru við í EBS samstarvinum, umframt tey fimtan ES londini eru Ísland, Noreg og Liktinstein við.
Løgmaður sigur, at grundsjónarmiðið við EBS sáttmálanum er at skipa eitt virkið og einsháttað búskaparligt samstarv, ið skal fremja eins reglur og kappingartreytir millum londini.
EBS londini í EFTA , sum eru Ísland, Noreg og Liktinstein, hava felags lóggávu við ES fyri innmarknaðin, men hava sínar egnu stovnar á politiskum og fyrisitingarligum stigi. ES og EFTA londini hava hvør sína eftirlits og dómstólsskipan.
Samstarvið fevnir ikki um fiskivinnu- og landbúnaðarpolitikk, hóast sáttmálin fevnir um handil við fiskavørum.
Sigast kann, at EBS skipanin í grundini var ætlað sum ein fyribilsskipan, ið fleiri av EFTA londunum tóku sum eitt stig á leiðini fram ímóti fullum ES limaskapi og tað er sumt, sum bendir á, at EBS samstarvinum verður neyvan lív lagað.
Ein av stóru trupulleikunum er at EFTA londini í EBS hava ikki beinleiðis atgongd til avgerðirnar.
Serliga er hetta ein trupulleiki fyri eitt land sum Noreg. Lítið rúm er fyri politikki í skipanini, tó hittast ráðharrar í EBS ráðnum árliga. Sostatt gongur so at siga alt fyri seg á embætismannastigi.
? Tað er ongin dynamikkur í EBS skipanini afturímóti sáttmálunum, sum ES hevur við mið- og eysturevropisku londini, men hon verður verandi, sum hon er, til hon fellur burtur. Áhugin fyri EBS skipanini og áhugin fyri at gera broytingar fyri at ganga EFTA londunum á møti, minkar so hvørt sum áhugin fyri mið- og eysturevropisku londunum veksur.
Sum nevnt kunnu bara sjálvstøðug lond verða limur í EFTA og EBS. Hinvegin skuldi einki verið í vegin fyri føroyskum limaskapi, um Føroyar fáa fullveldi. Men EBS skipanin er dýr og krevur stóra almenna umsiting.
Anfinn Kallsberg sigur, at velur Noreg at gerast limur í ES, er stórur vandi fyri, at EFTA sáttmálin og EBS sáttmálin verða uppsagdir.
? Noreg kann í dag metast sum eitt týdningarmikið bindilið í hesum høpi, av tí at Ísland, Sveis og Liktinstein hava sera ymisk áhugamál. Sum støðan er í dag, ber Noreg meginpartin av fíggjarligu byrðini hjá EFTA londunum í EBS skipanini.
Missa ræðið á fiskiríkidøminum
Annfinn Kallsberg sigur, at skulu vit tosa um føroyskan limaskapí ES, førir tað tveir høvuðstrupulleikar við sær.
Annar er rættarstøða Føroya og hin er fiskivinnupolitikkur ES.
Men viðvíkjandi limaskapi eru harafturat tveir kostir í at velja: Antin kunnu Føroyar gerast partur av danska limaskapinum í ES ella gerast limur í ES sum sjálvstøðugt land.
Við øðrum orðum skulu vit antin lata danir umboða okkum í ES, ella skulu vit hava okkara egnu, føroysku umboðan.
? Men um Føroyar gjørdust limir í ES, hevði felags fiskivinnupolitikkurin í ES verið settur í verk í Føroyum.
? Hetta hevði verið óheppið, tí tá hevði ræðið á fiskatilfeingi Føroya komið undir umsiting hjá ES myndugleikum.
Anfinn Kallsberg sigur, at Landsstýri heldur ikki, at áhugamál okkara verða tryggjað í fiskivinnupolitikkinum hjá ES, uttan mun til, um limaskapurin er beinleiðis ella umvegis Danmark.
? Vandi kundi verið fyri, at Føroyar í longdini høvdu mist sítt fiskatilfeingi, um Føroyar vórðu limur í ES.
Í hesum sambandi nevndi hann, at trupulleikarnir við fiskivinnupolitikkinum hjá ES eru væl kendir í Bretlandi.
? Har er støðan tann, at reiðararar úr Spania ogna sær bretsk fiskiskip og kvotur teirra, skifta manningarnar út við spanskar og avreiða síðani fiskin í øðrum londum enn í Bretlandi.
? Í okkara føri høvdu avleiðingarnar av slíkum skjótt máað støðið undan føroyska búskapinum, segði løgmaður.
Hann legði dent á, at tá ið tosað verður um føroyskan ES limaskap, er fyrsta treytin, at ræðið á fiskatilfeingi Føroya er føroyskt. ? Men hetta sær ikki út til at vera gjørligt eftir galdandi ES-reglum, legði hann afturat.
Besta loysnin
Sostatt er bara tann triði møguleikin eftir, og tað er at gera handilsavtaluna við ES betur, og tað er hendan loysnin, sum Landsstýrið fer at virka fyri.
? Eftir kanningum um tættari samstarv við ES, bendir alt á, at okkara áhugamál kunnu verða gingin á møti í eini betri avtalu.
? Tí hetta vil í fyrstu atløgu siga, at vit sleppa bæði undan tí felags fiskivinnu-politikkinum, sum ES limaskapur ber í sær og tí kostnaðarmiklu fyrisiting, ið EBS skipanin ber í sær.
Anfinn Kallsberg sigur, at nýggja hetta verður sett í verk við samráðingum um at gera nýggjar ískoytissáttmálar til handilssáttmálan, sum er ímillum partarnar.
Hann sigur, at líkt er til, at tað ber til at fáa fyrimunirnar í EBS samstarvinum við, um handilssáttmálin, sum longu er, verður víðkaður við ískoytissáttmálum.
? Við øðrum orðum forðar einki í grundini fyri, at tey fýra frælsini í EBS leistinum, og onnur viðkomandi øki, fara at ganga inn í eina nýggja samstarvsskipan.
Hann sigur, at ískoytissáttmálar kunnu gerast fyri hvørt øki.
Tey fýra frælsini fevna um: Vørur, tænastur, kapital og fólk. Harumframt eru hesi øki knýtt at teim fýra frælsunum: Kappingarreglur, reglur fyri almennum stuðuli til vinnulív og tað, sum verður nevnt vatnrætt samstarv, ið hevur týdning fyri tey fýra frælsini.
Vatnrætta samstarvið fevnir um: Almannapolitikk, tøkniliga menning, ferðavinnu, brúkaravernd, kunningartænastur, útvarps- og sjónvarpsmál, umhvørvi, útbúgvingar, íbúgvavernd, hagtøl, vinnuútbúgvingar, vinnulívsrætt, ungdómsviðurskifti, gransking og stuðulsskipanir fyri smáar og miðalstórar fyritøkur.
? Verða ískoytissáttmálar knýttir at handilssáttmálanum, áttu føroyingar stórt sæð at fingið við allar teir fyrimunir, EBS leisturin í dag fevnir um. Hetta gevur okkum somu sømdir sum EBS londini fáa, tá ið hugsað verður um tilknýtið til ES.
Hann legði afturat, at Sveis er í holt við at fáa sær eina líknandi samstarvsskipan við ES
? Verður hugsað um gongdina í Evropa í dag, tvs víðkanina av ES eystureftir, møguligum norskum limaskapi í ES, framtíðarútlitini og vansarnar við limaskapi ES og EFTA/EBS, er frægasta leiðin til tættari samstarv við ES at víðka sáttmálan við ískoytissáttmálum, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.