lagt seinastu hond á til vikuskiftið í Onglandi. Tað hevði við sær sigur móti Premier League liðnum Sheffield Wednesday, við Tóda Jónssyni aftur í leiklutinum sum málskjútti, og tað gevur bæði føroyska [...] liggur um størsta partin av landinum, og tað eru ikki góðar treytir fyri fótbóltsspæli á grasi. Um vikuskiftið seta danir hol á seinnu hálvu av fótbóltskappingini, men tað gera teir í flestu støðum undir truplum [...] Ikast. Og hinir dystirnir eru: AaB-Århus Fremad, OB-Lyngby og AGF-Vejle. Milliónir til spælarar Stóru favorittarnir til danska meistaraheitið í ár eru tey bæði stóru feløgini úr Keypmannahavn, Brøndby og
eiga. Tað at vinnan og tað almenna eiga felagið ger, at Atlanticon hevur gott innlit í vinnuna og almennar stovnar. Hetta saman við virkseminum, ið Atlanticon hevur fingist við eru týðandi orsøkir til, at [...] føroyskum fyritøkum og stovnum góðar møguleikar fyri at fáa kunnleika til tær ymisku verkætlanirnar, og hvørji krøv verða sett til útvegarar. Hetta fer uttan iva at fáa stóran týdning fyri føroyskari luttøku [...] virksemi. Felagið arbeiðir m.a. við innaneftirliti og góðskustýring. Atlanticon hevur eisini verið við til at gjørt fleiri almennar frágreiðingar. Av hesum kunnu nevnast »En sammenligning af levevilkår på Færøerne
saman, ella gjaldið meir til FHF, hjálp til at nøkta okkum okkara sjálvsøgdu rættindi. Tað kundi gott verið skrivað meira um hetta málið lat okkum heldur samla tropparnar til ein fund og har fáa sum mest [...] Í greinini sigur J.S., at tað er ikki lætt at minnast, til allar tær avleiðingar ein útliman úr FHF kann hava við sær. Tað átti ikki at verið so trupult at minst nakað aftur, tí tann fyrsti eykaaðalfundurin [...] Føroya Arbeiðarafelag, og hava Ingeborg Vinther til formann, vænti eg ikki at nógvir handverkarar hava hug til. At Jarmund S. ikki við einum orði nevnir tað góða samstarv, hann hevur havt, bæði so og so
Neistin á H71, tá tað vóru eini fimm umfør eftir, og tað merkti, at VÍF var føroyameistari. Sjálvandi hevði tað verið stuttligari, um vit nú sjálvir høvdu spælt og vunnið, men tað er so ikki tað týdningarmiklasta [...] Eisini í ár hava tað fyri tað mesta verið brøðurnir Ingi og Áki Olsen, sum hava verið mest frammi. Summi halda, at VÍF bert er teir báðir Olsen-brøðurnir, men hvat heldur Hjalmar um tað? ? Tað er sjálvandi [...] enn í fjør, sigur Hjalmar. ? Í fjør bleiv tað ofta bert ein spurningur um at seta seg upp til dystirnar, men í ár hava bæði StÍF og H71 verið nógv betri, og tað hevur eisini gjørt kappingina betri, sigur
í netið. Hóast tað sum so ikki ber til at siga soleiðis, tá tosað verður um hondbólt, so varð dysturin avgjørdur longu í fyrra hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 19-12 til StÍF, og tað megnaði heimaliðið [...] fleiri ferðir vandi fyri, at tað kókaði yvir. Men Hjalmar og Kristian stýrdu dystinum væl og mistu ikki tamarhaldið, hóast tað til tíðir gjørdist í so harðligt úti á vøllinum. Tað var kortini eitt hendiligt [...] Tað er rættiliga langt síðani, at StÍF misti møguleikan fyri at gerast føroyameistari, men tað forðaði ikki strandingum í at vísa rættiligt meistaraspæl í dystinum móti H71 sunnudagin. Við eini sterkari
sum framvegis eru trý í tali. Nú eru seks stig niður til niðurflytingarstrikuna, meðan tað bert høvdu veri tvey stig, hevði Herfølge tapt. ? Tað er týdningarmikið, at vit hyggja uppeftir stigatalvuni [...] ivi um hendan og aðrar dystir, tí kuldin hevur gjørt um seg í Danmark seinastu vikurnar, og tað er ikki gott fyri grasvallirnar. Endin var, at hesin og annars fimm av teimum ætlaðu seks dystunum vóru spældir [...] besta liðnum í vár. Jákup Mikkelsen vardi málið allar 90 minuttirnar, og tað gjørdi hann sannførandi. Einaferð mátti hann lúta, og tað var tá Ikast javnaði við einum framúr langskoti úr 20 metrum, sum kla
verður selt, annars selja vit ikki. Tað vil siga, at tað ikki ber til at ogna sær ein málning bíliga á henda hátt. Leif Erik vónar at tiltaki fær góða undirtøku, tí tað er til gagns fyri fleiri. [...] peningurin óskerdur til eitt so sera gott endamál, sigur hann. Tað eru málararnir sjálvir, sum hava sett prísirnar á málningunum. Kundarnir kunnu so koma inn og geva eitt boð. Er tað í samsvari við metingina [...] millum eru Tróndur Patursson, Ingálvur av Reyni og Eyvindur Mohr. ? Tað kostar 14.000 krónur at gera ein brunn, og fáa vit tað, so er tað nøktandi, men betri er, um vit fáa fyri fleiri, sigur hann. Leif Erik
eru á altjóða virkisøki, frá Norðuratlantshavi yvir til Miðameriku, frá Suðurameriku til Suðurafrika og yvir til Indiska havið. Altjóða vinnumenn Tað er ikki bert av stórum týdningi ídag, men alneyðugt [...] hoyrdi eg menn tosa um, at valla va tað nakar maður, ið hevði so gott skil á veðri, streymi og visti hvar fiskurin var , sum hesir. Frá hesum heimligu viðurskiftum var tað tíðliga at Palli hjá Marionnu og [...] Palla: »Tað er okkurt, sum rørir seg afturi í bjargingarbátinum«. Í tí hann sigur hetta, fara teir aftur, og hvat finna teir? - 10 ára gamla Kristian Martin, sum hevði snýkt seg til skips. Tað sigst, at
var, so bar tað ikki til. ? Tað stóð einki til á Skála um tað mundi fyrireikingarnar til hetta skipið byrjaðu, og tí var ikki ráðiligt, at fara undir nakað har. Og í Havnini bar teimum ikki til at gera hetta [...] seg til at byggja skip í nógv harrans ár. Fiskiflotin eldist og eldist í hvørjum, men tað kostar nógv at byggja skip, og tað er ikki hvørs mans føri at fara undir slíkt. Men nú sær út til, at tað aftur [...] leggja eitt sindur til síðis, og tað er neyðugt. ? Hinir nótabátarnir av sama slagi eru gamlir og treingja til at verða skiftir út, men tað gerst ikki, um fleiri loyvir verða givin til tílík skip, sigur
um vóru til viðgerðar. Maria Hansen vísti á, at ætlanin við samhaldsfasta alla tíðina var, at útgjaldið skuldi vera hægri, men hon helt tað ikki vera rætt at koma við slíkum uppskoti nú. ? Tað er rætt [...] hava tað, sum tey treingja til. Maria Hansen er heldur ikki so fegin um skipanina við karensdøgum, hóast hon heldur ikki í hesum føri kundi taka undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum. ? Tað verður [...] ikki dugi at koma við nøkrum uppskoti um tað, segði hon. Framsøgumaður Sambandsfloksins helt, at tað er samfelagsins ábyrgd at taka sær av teimum gomlu, og tí er tað samfelagið, sum eigur at loysa hendan