Hjalmar Klein Olsen er ein av teimum mest royndu á VÍF-liðnum, sum sunnudagin gjørdist føroyameistari annað árið á rað. Hann hevur verið á besta liðnum í 12 ár og fyri hann er tað sostatt ikki nakað fremmant at vinna føroyameistaraheitið við VÍF ? m.a. var hann við í fjør, tá vestmenningar vunnu FM-heitið fleiri umfør áðrenn kappingin endaði.
? Eg haldi, at kappingin í ár hevur verið nógv betri enn í fjør, sigur Hjalmar.
? Í fjør bleiv tað ofta bert ein spurningur um at seta seg upp til dystirnar, men í ár hava bæði StÍF og H71 verið nógv betri, og tað hevur eisini gjørt kappingina betri, sigur hann.
Hjalmar og teir spældu ikki sjálvir sunnudagin, men blivu føroyameistarar kortini.
? Støðan var tann sama í fjør. Tá vann Neistin á H71, tá tað vóru eini fimm umfør eftir, og tað merkti, at VÍF var føroyameistari. Sjálvandi hevði tað verið stuttligari, um vit nú sjálvir høvdu spælt og vunnið, men tað er so ikki tað týdningarmiklasta, sigur Hjalmar Klein Olsen.
Ikki bert Ingi og Áki
Eisini í ár hava tað fyri tað mesta verið brøðurnir Ingi og Áki Olsen, sum hava verið mest frammi. Summi halda, at VÍF bert er teir báðir Olsen-brøðurnir, men hvat heldur Hjalmar um tað?
? Tað er sjálvandi rætt, at Áki og Ingi hava nógv at siga, ikki minst tí teir skjóta nógv mál, og tað eru jú málini, sum telja. Tað er eisini rættiliga takksamt at spæla saman við teimum. Men vit hava í seinastuni eisini lagt okkum eftir at fáa verjuna at rigga betur, og tað er eisini batnað í endaspælinum. Har hava Sjúrður Holm, Ingi og eg sjálvur havt eitt gott samstarv, heldur Hjalmar og leggur afturat, at eisini ungir menn sum Áki G. Olsen, Sámal Joensen, Petur Frank Joensen og Martin Hummeland hava spælt væl og í ár meir ella minni fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í 1. deild.
So VÍF er meira enn Ingi og Áki Olsen, og tað er eisini ein sannroynd, at einsamallir høvdu teir ikki kunnað gjørt VÍF til føroyameistara.
Riggar væl við
spælandi venjara
Kári Durhuus hevur verið venjari seinasta hálvttriðja árið, og tað hevur hann klárað væl. Tey bæði heilu kappingarárini, Hesa tíðina hevur VÍF vunnið FM tvær ferðir, og so er ikki at gloyma, at liðið eisini fekk besta úrslit, nakað føroyskt lið nakrantíð hevur fingið í altjóða kapping, tá rumenska meistaraliðið úr Bukarest var og vitjaði í Vestmanna í fjør.
Í ár hevur Ingi Olsen so verið spælandi venjari saman við Kára, og tað hevur eisini riggað væl.
? Tað riggar fínt við einum spælandi venjara. Í sjálvum dystunum hevur tað sum so bert verið Kári, sum hevur tikið sær av tí mesta, meðan Ingi hevur konsentrerað seg um at spæla, sigur Hjalmar Klein Olsen og vísir eisini á, at bæði H71 og StÍF hava spælandi venjara, meðan aðrir menn taka sær av útskiftingunum o.s.fr.
Skulu menna kvinnuhondbóltin
Til komandi kappingarár hava vestmenningar enn størri ætlanir. VÍF hevur havt samband við ein av rumensku spælarunum, sum var í Vestmanna, tá Europa Cup-dystirnir vóru í fjør, og arbeitt verður við at fáa hann at venja VÍF komandi kappingarár.
Og í VÍF ætla tey eisini at menna kvinnuhondbóltin. Besta kvinnuliðið hjá VÍF flutti niður í 2. deild fyri einum ári síðani, men flytir upp aftur í 1. deild í ár, og konan hjá rumenaranum, sum ætlandi skal vera venjari hjá VÍF næsta ár, spælir í løtuni við einum 1. deildarliði í Rumenia. Góður møguleiki skuldi verið at fingið hana at spælt við VÍF-kvinnunum komandi ár, og tað hevði uttan iva verið ein stórur styrkur hjá liðnum.
Fingu ein niðurtúr
Europa Cup-dystirnir móti Dinamo Bukarest hava eisini havt sína ávirkan á heimligu kappingina hjá VÍF.
? Vit byrjaðu at venja sera tíðliga hetta kappingarárið, so vit vóru væl fyrireikaðir til Europa Cup-dystirnar, sigur Hjalmar Klein Olsen.
? Síðani trappaðu vit eitt sindur niður og fingu í veruleikanum ein lítlan niðurtúr, har vit taptu móti bæði Kyndli og H71. Men vit hugsaðu sum so, at vit skuldu heldur trappa niður og kanska missa stig í grundspælinum, har tey ikki taldu so nógv, og so koma aftur við fullari styrki í endaspælinum, sigur hann.
Og tað hevur eisini eydnast til fulnar. Sosialurin ynskir VÍF tillukku við føroyameistaraheitinum og við uppflytingini hjá kvinnunum.