Meistaraspæl frá StÍF gjørdi VÍF til meistara

Hondbóltur: StÍF spældi sín besta dyst í ár og vann á H71

Tað er rættiliga langt síðani, at StÍF misti møguleikan fyri at gerast føroyameistari, men tað forðaði ikki strandingum í at vísa rættiligt meistaraspæl í dystinum móti H71 sunnudagin.

Við eini sterkari verju og sera effektivum kontraspæli byrjaði StÍF sum ein kavaódn á hædd við hana, sum herjaði landið næstseinasta vikuskifti, og áðrenn hoyvíkingar komu yvir harðligu byrjanina, vóru teir langt afturúrsigldir.

Tað var serliga samspælið millum John Petersen, Jónleif Sólsker og Artur Johansen, sum gav strandingum yvirvág longu frá byrjan. John Petersen spældi ein branddyst og var besti maður á vøllinum.

Eitt skifti í fyrra hálvleiki var StÍF á odda 12-4, og hetta var sjónliga ein óvanlig støða hjá hoyvíkingum at vera í. Johan Danielsen, sum er ein sterkur kandidatur til heitið sum Føroya besti málmaður, stóð enn eina ferð sera væl í StÍF-málinum, og saman við offensivu verjuni forðaði hann H71 í at fylgja við StÍF á máltalvuni. Eitt gott dømi um hetta er, at tað gingu 11 minuttir, áðrenn Andreas F. Hansen gjørdi fyrsta veruliga gjøgnumspælda málið hjá hoyvíkingum. Tá hevði H71 fingið tvey mál, men tey vóru bæði upp á brotskast, sum Hans Guðmundsson setti í netið.

Hóast tað sum so ikki ber til at siga soleiðis, tá tosað verður um hondbólt, so varð dysturin avgjørdur longu í fyrra hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 19-12 til StÍF, og tað megnaði heimaliðið ikki at taka innaftur.

Í seinna hálvleiki varð Páll Poulsen settur inn og styrkti um høgru síðu hjá H71, men tað var ov seint.

Óvæntað stóri munurin í støðuni fekk hoyvíkingar at hitna eitt sindur, og eftirsum summir StÍF-spælarir eisini kunnu vera eitt sindur snarsintir, var fleiri ferðir vandi fyri, at tað kókaði yvir. Men Hjalmar og Kristian stýrdu dystinum væl og mistu ikki tamarhaldið, hóast tað til tíðir gjørdist í so harðligt úti á vøllinum.

Tað var kortini eitt hendiligt óhapp, sum gjørdi, at Artur Johansen noyddist av vøllinum, tá eini tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Artur, sum tá hevði gjørt seks mál, leyp upp, men lendi skeivt á fótinum og fekk ikki spælt meir. Tá var H71 so smátt um at koma inn aftur í dystin. Hans Guðmundsson var blivin heitur, og hoyvíkingar sluppu longur inn at skjóta, tó uttan at fáa fjáltur á strandingarnar, sum framvegis høvdu fult tamarhald á støðuni. Og klokkan hevði sligið somikið nógv, at sigurin ongantíð var í vanda.

Áðrenn dystin var tað bert H71, sum stóð ímillum VÍF og føroyameistaraheitið, men sunnudagin líktist StÍF meira einum føroyameistara enn H71 gjørdi. Og á áskoðaraplássunum stóðu so VÍF-leikararnir og vóru føroyameistarar uttan at nerta ein bólt. Men tað var heldur ikki neyðugt. StÍF spældi sín besta dyst á árinum og vann uppiborið.


1. deild menn:

H71-StÍF 26-30 (12-19)

H71: Hans Guðmundsson 12, Annfinn N. Debess 4, Jákup S. Simonsen 4, Halgir D. Olesen 3, Andreas F. Hansen 2, Olaf Vestergaard 1.

StÍF: John Petersen 10, Pole Hansen 8, Artur Johansen 6, Jónleif Sólsker 3, Agnar Højgaard 2, Sveinbjørn Poulsen 1.

Útvísingar: H71 2, StÍF 5.

Diskvalifikatión: StÍF 1.