Atlanticon skal umsita umhvørvisverkætlan

Atlanticon skal umsita GEM-verkætlanina, sum er lýst í aðrari grein í blaðnum.

GEM-verkætlanin er ein av heimsins mest umfatandi umhvørvisverkætlanum nakrantíð. Verkætlanin er sett í verk av 23 oljufeløgum, sum vilja hava umhvørvið kannað, áðrenn veruligt oljuleitingarvirksemi fer í gongd við Føroyar.

Fyri at tryggja best møguligt samband millum oljufeløgini, føroyskar stovnar og føroyskt vinnulív, er dagliga umsitingin av GEM-verkætlanunum løgd í Tórshavn hjá felagnum Atlanticon, sum verður miðdepulin fyri hesum samstarvinum. At umsitingin er løgd í Føroyum, gevur føroyskum fyritøkum og stovnum góðar møguleikar fyri at fáa kunnleika til tær ymisku verkætlanirnar, og hvørji krøv verða sett til útvegarar. Hetta fer uttan iva at fáa stóran týdning fyri føroyskari luttøku i verkætlanunum, sum verða bodnar út.

Atlanticon er eitt smápartafelag, ið føroysk vinnufeløg og Føroya Landsstýri eiga. Tað at vinnan og tað almenna eiga felagið ger, at Atlanticon hevur gott innlit í vinnuna og almennar stovnar. Hetta saman við virkseminum, ið Atlanticon hevur fingist við eru týðandi orsøkir til, at Atlanticon hevur átikið sær hes uppgávuna.

Atlanticon, fyrr nevnd Faroe Fish Consult, varð stovnað í 1993 og arbeiðir við ráðgevandi virksemi. Felagið arbeiðir m.a. við innaneftirliti og góðskustýring. Atlanticon hevur eisini verið við til at gjørt fleiri almennar frágreiðingar. Av hesum kunnu nevnast »En sammenligning af levevilkår på Færøerne og i Danmark« (1955), »Kortlegging av tí føroyska útvegarakervinum« (1996) og »Faroe Islands Business Environment« (1997).

Hjá Atlanticon fara tvey fólk at arbeiða við umsitingini av GEM-verkætlanunum. Ein samskipari skal byrja 1. apríl, og Atlanticon søkir nú í bløðunum eftir einum skrivara.