Tað eru nóg nógv nótaskip

Hetta sigur reiðarin á nýggja Christian í Grótinum, Kristian Martin Rasmussen. Hann heldur at myndugleikarnir ikki skulu geva loyvi til fleiri nótaskip. Sum er klára skipini seg, men koma fleiri, so verður torført at yvirliva, sigur hann

Kreppan hevur stungið djúpt, seinastu nógvu árini.So djúpt, at eingin hevur fingið seg til at byggja skip í nógv harrans ár.

Fiskiflotin eldist og eldist í hvørjum, men tað kostar nógv at byggja skip, og tað er ikki hvørs mans føri at fara undir slíkt.

Men nú sær út til, at tað aftur byrjar at bragda í so máta.

Sunnudagin fingu Klaksvíkingar nýtt skip á vágna.

Christian í Grótinum er nú liðugur og klárur at fara til fiskiskap.

Skipið er bygt í Valdivia í Kili. Haðani fór hann hann til Kopervik í Noregi, har spølini vórðu sett í skipið.

At tað er forkunnugt, at nýtt skip kemur til lands sást á fjøldini, sum var møtt upp á kaiini, at heilsa hesum skipið vælkomnum.

Tað var sum á Norðoyarstevnu siga tey úr Klaksvík.

Harald Petersen, sum hevur tikið myndirnar, sigur, at tað er langt síðani, hann hevur sæð so nógv fólk á brygguni í Klaksvík.

Og umframt fólkið, sum var komið at skoða skipið, stóð eisini Jógvan við Keldu, býráðsformaður, til reiðar við eini vælkomstrøðu.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkru løg, og eitt sangkór, við nýggja prestinum á Viðareiði, Meinhardi Bjartalíð sum leiðara, dang nakrar sangir, skipi og eigarum til heiðurs.

Og tað er kanska ikki uttan orsøk, at so nógv fólk vóru á bryggjuni og tóku ímóti.

Tí tað eru nevniliga heili níggju ár síðan klaksvíkingar seinast fingu nýtt skip. Tað var tá Skálaberg kom.


Útskifting neyðug

Men hvat fær fólk til at fara undir tílíkt tiltak í hesum døgum, spurdu vit reiðaran Kristian Martin Rasmussen.

Hann sigur, at tað var neyðugt, at skifta skipið út.? Gamli Christian í Grótinum, sum í dag eitur Christian, var vorðin 22 ár. Hann er niðurslitin, og trongdi harðliga til at verað skiftur út.

? Tí fóru vit í holt við at kanna møguleikarnar fyri at byggja nýtt skip.

Og fyri einum ári síðani skrivaði reiðaríið undir byggisáttmála við skipasmiðjuna í Valdivia í Kili.Men tað er ikki skip, sum reiðaríið hevur staðið fyri frá byrjan.

? Vit komu fram á eitt liðugt projekt, sum okkum dámdi og tí vældu vit at skriva sáttmála um bygging.

Hví er skipið ikki bygt í Føroyum?

? Vit kannaðu allar møguleikar, men sum støðan var, so bar tað ikki til.

? Tað stóð einki til á Skála um tað mundi fyrireikingarnar til hetta skipið byrjaðu, og tí var ikki ráðiligt, at fara undir nakað har. Og í Havnini bar teimum ikki til at gera hetta skipið, tí tað er ov stórt. Tað er orsøkin til at vit valdu at fara uttanlands at gera arbeiðið.

? Men tað er væl møguligt, at umstøðurnar høvdu verið øðrvísi í dag, sigur hann.

Kristian Martin Rasmussen sigur samstundis, at tað eisini spældi inn, at teir frá skipasmiðjuni í Valdivia kundu fáa skipið nógv fyrr.

Og tíðarætlanin hevur stórt sæð hildið, sigur hann.

? Skipið er seinkað tvær til tríggjar vikur, so eg haldi at vit skulu verða nøgdir.


Ógvuliga gott skip

Reiðarin letur væl at skipinum hann hevur fingið.

? Hesin báturin er størri enn tann gamli. hann hevur størri motor og hevur størri tovkraft.

? Og hetta er tað slagið av skipum, sum grannar okkara nýta. Tað eru hetta slagið av skipum vit síggja, tá ið vit eru úti.

Christian í Grótinum yvirtekur kvotuna hjá navnanum og harafturat ætlar reiðarin, at teir skulu leggja seg meira eftir svartkjaftinum. Veiðumøguleikarnir eru góðir í løtuni og tí skuldi verði møguligt, at fingið tað at hanga saman fíggjarliga.

? Men tað verður ikki lætt hóast alt.

Skipið kostaði um 95 mió. kr. at byggja og tá fiskireiðskapurin er roknaður við, so er samlaði kostnaðurin um 100 mió. krónur.

? Men rentan er so øgiliga lág í løtuni. Bert eini 6 prosent og tað er ein góður fyrimunur.


Ikki fleiri skipa av hesum slagnum

Men hvørji eru framtíðarútlitini fyri skipi.

? Eg haldi at tey eru góð, men tað hongur saman við, um vit fáa frið at verða har vit eru, og at vit ikki fáa fleiri skip av hesum slagnum. Prísurin á makreli og ídnaðarfiski eru góðir í løtuni, sigur hann

Men hann heldur at landsins myndugleikar mugu ansað sær og ikki geva fleiri loyvir til nótaskip.

? Tey skipini sum eru, skulu hava loyvi til at verða og ikki fleiri, sigur Kristian Martin Rasmussen.

Hann sigur, at sum fiskiskapurin er í løtuni, so er møguligt, at fáa tað at mala runt fíggjarliga, og kanska at leggja eitt sindur til síðis, og tað er neyðugt.

? Hinir nótabátarnir av sama slagi eru gamlir og treingja til at verða skiftir út, men tað gerst ikki, um fleiri loyvir verða givin til tílík skip, sigur Kristian Martin Rasmussen.

? So verður tað ov smábýtt.


Til fiskiskap í dag

Og reiðarin ætlar ikki, at skipið skal liggja og gnaga gummi við bryggjuna í Klaksvík. Seinnapartin í gjár var skipið ein framsýningartúr í Havn og í dag fer hann til fiskiskap.

Reiðarin, Kristian Martin Rasmussen verður sjálvur skipari fyrsta túrin.

Afturat sær hevur hann 12-14 mans.

Annars sigur hann, at eini 16- til 18 mans verða knýttir at skipinum, og teir koma at skiftast um at verða við.

Nýggja skipið er 74 metrar langt og lastar knapt 2000 tons.. Motorurin hevur 7000 hk.


Gamla skipið ikki gerast aftur

Tað var ætlanin at selja gamla Christian í Grótinum og Marokanskt felag hevði næstan keypt skipið, tá óhapp hendi og skipið rak á land.

Tað tók langa tíð at fáa skipið og einki kundi sigast um hvussu støðan var.

Men Kristian Martin Rasmussen sigur, at teir hava avgjørt ikki at gera skipið aftur og at teir royna at sleppa av við skipið.