Eiga at fáa tað tey treingja

? Málið um samhaldsfasta eftirlønargrunnin hevur einki við fíggjarlógina at gera. Men at hækka inngjaldið í grunnin merkir tað sama sum at vit hækka skattin - talan er tí í veruleikanum um eina skattahækking

Hetta segði framsøgumaður Sambandsfloksins, Maria Hansen á tingi í gjár, tá tey fimm uppskotini hjá Javnaðarflokkinum vóru til viðgerðar.

Maria Hansen vísti á, at ætlanin við samhaldsfasta alla tíðina var, at útgjaldið skuldi vera hægri, men hon helt tað ikki vera rætt at koma við slíkum uppskoti nú.

? Tað er rætt, at samfelagið er betur fyri nú. Og tá samfelagið er betur fyri, so eru borgararnir eisini betur fyri, segði hon. Kortini helt hon, at uppskot um at endurgjalda grunninum 30 milliónir úr landskassanum ikki var rætt júst nú, men at hetta átti at verið gjørt saman við fíggjarlógarviðgerðini.

Hóast Maria Hansen ikki var samd við Javnaðarflokkinum um at bøta korini hjá pensjónistum á henda hátt, so legði hon dent á, at tey eldru sjálvandi skulu hava tað, sum tey treingja til.

Maria Hansen er heldur ikki so fegin um skipanina við karensdøgum, hóast hon heldur ikki í hesum føri kundi taka undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum.

? Tað verður eitt veldugt pappírsarbeiði at umsita, um tey tímaløntu hvørjaferð tey eru forkølað, skulu boða Almannastovuni frá. Hetta má kunna gerast á onkran annan hátt - hóast eg ikki dugi at koma við nøkrum uppskoti um tað, segði hon.

Framsøgumaður Sambandsfloksins helt, at tað er samfelagsins ábyrgd at taka sær av teimum gomlu, og tí er tað samfelagið, sum eigur at loysa hendan trupulleikan, segði hon.

? Javnaðarflokkurin sigur, at tíðirnar nú aftur eru normalar, og at vit tí hava ráð. Tað er helst rætt, men hví hevur landskassins so gott gjaldføri? Er tað ikki júst tí, at ansað er so væl eftri pengunum, spurdi Maria Hansen, sum eisini vísti á, at eingin vildi viðgera tann veruliga trupulleikan - sum er stóra skuldin til statskassan.