Í greinini sigur J.S., at tað er ikki lætt at minnast, til allar tær avleiðingar ein útliman úr FHF kann hava við sær.
Tað átti ikki at verið so trupult at minst nakað aftur, tí tann fyrsti eykaaðalfundurin, sum samtykti at fara úr FHF, varð hildin í Mai-97, beint eftir at FHF hevði havt sín aðalfund á Runavíkar Sjómansheimi. Á tí aðalfundinum hjá FHF, rýmdu vit saman við umboðunum úr Havnar Handverkarafelag, mitt á fundinum, við tí greiðu grundgeving, at vit mettu okkum ikki at fáa okkara rættindi. Eftir at THF ikki ógildaði aðalfundin, sum vit rýmdu av, og helt nýggjan aðalfund beinanvegin, bleiv limaskapur THS?s sagdur upp. Eykaaðalfundurin 27. febr.-98, snúði seg um at staðfesta útlimanina, og bleiv hetta einmælt samtykt á báðum fundunum, eisini við atkvøðuni hjá Jarmund Steinkross. Hvat hann nú ætlar við hasi greinini, er óskiljandi. Hatta við at THF fyrst kann verða leyst av FHF í mai ?99 má kannast nærri.
Hvønn týdning FHF hevur fyri lokalfeløgini, við tilvísing til royndarboringina í Lopra, er viðmerkingin hendan, at um FHF var so sinnað at savna og verja lokalfeløgini, so vóru útlendingarnir innlimaðir í Vágs Handverkarafelag.
Hvør var tað, sum ávárar ímóti at spjaða.
At blíva limur í Føroya Arbeiðarafelag, og hava Ingeborg Vinther til formann, vænti eg ikki at nógvir handverkarar hava hug til.
At Jarmund S. ikki við einum orði nevnir tað góða samstarv, hann hevur havt, bæði so og so, við Eyðfinn Petersen, form. í HH í løgið.
Hatta dømi við pensiónsgrunninum, má verða nakað spinnandi galið við, tí um t.d. Jarmund Steinkross, skal fáa 2.000,- út um mánaðin, skal arbeiðsgevarin, um hann fær nakran, gjalda 2% av eini miðal løn uppá 150.000,00 árliga, t.v.s. kr. 3.000,- um árið. Fyri at t.d. Jarmund S. skal fáa hesar 2.000,- út um mánaðin, koma at ganga 100 ár, áðrenn J. S., fær nakað útgoldið, tá verður J. S. 162 ár. Antin er nakað spinnandi galið við útrokningini hjá J. S., ella er pensiónsprosentið frá arbeiðsgevarunum, onki vert. Ein rentuinntøka av pensiónsgrunninum, verður væl og virðiliga etin upp í umsiting.
Fyri at koma flestu spurningum til lívs, hevði taið verið eitt gott hugskot at hildið ein fund um málini, har umboð fyri FHF, FHMF, HH og THH, sótu við borðið og greiddu frá og svaraðu spurningum frá teimum, ið hava áhuga at møta upp, bæði handverkarar og meistarar úr øllum feløgum í landinum. THF eigur stór og góð hús til fundarhølið. Ein tílíkur fundur kann uttan iva haldast longu hesa vikuna.
Fyri at venda aftur til FHF, so er tað soleiðis, at fyri at Høgni H., skal fáa sína løn, umframt aðrar útreiðslur, kemur THF at gjalda tað trídupulta í beinleiðis gjaldi v.m. í 1998, sum í 1996, til FHF, eftir at HH er farið úr FHF. Sum limagjaldsinntøkan hjá THF nú er, verður neyðugt at hækka limagjaldið kr. 60,- pr. mánaða, bara fyri at hava FHF gangandi. Áheitanin skal tí verða, standið saman, ella gjaldið meir til FHF, hjálp til at nøkta okkum okkara sjálvsøgdu rættindi.
Tað kundi gott verið skrivað meira um hetta málið lat okkum heldur samla tropparnar til ein fund og har fáa sum mest á borðið.
Undirritaðu nevndarlimir í THF, føla seg eisini stungnar í ryggin.
Við heilsan
Ásmund Bærendsen
og Magni Magnussen