Vælkomið tú prýðiliga skip

Hetta segði Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, sunnudagin, tá hann beyð nýggja Christian í Grótinum vælkomnum til býin. Niðanfyri prenta vit røðuna hjá honum

Býarinnar vegna fari eg at ynskja skipara og manning hjartaliga vælkomin á Klaksvík við hesum prýðiliga skipi.

Fara vit nakað aftur og hugsa um, hvussu blóðoð frá ættarlið til ættarlið hevur runnið ígjøgnum æðrarnar á hesum fólki, og skapt vit, skil og hegni við ótroyttiligum arbeiðssemi á sjónu, tá er einki undur í, at hetta triðja og fjórða ættarliðið hjá Christiani í Grótinum føra higar til lands eitt tílíkt hendinga skip.

Eg minnist sum stórur smádrongur, tá eg onkuntíð var niðri á Stangabrúnni, og maskinbátar komu inn við góðum fongi. Á einum báti vóru utríggir gamlir menn, Eiðis-Jóhan, Jóannes á Heygnum og Christian í Grótinum. - Tá hoyrdi eg menn tosa um, at valla va tað nakar maður, ið hevði so gott skil á veðri, streymi og visti hvar fiskurin var , sum hesir.

Frá hesum heimligu viðurskiftum var tað tíðliga at Palli hjá Marionnu og Christian leitaði sær út á so gott sum øll fiskimið í Norðuratlantshavi. Hann var kendur sum sermerktur fiski- og veiðumaður, bæði av føroyingum og útlendingum og var álitismaður, bæði á flotanum hjá Seglhúsinum og Kjølbro.

Fyri søgufrøðingar og høvundar er henda ættin eitt upplagt evni.


Góðir fiskimenn

Í 1945 sæst útróðrarlisti í bókini Útróður hjá Roberti Joensen fyri alt tað árið. Ein teirra, ið liggur frammi í oddinum er Palli, sum tá bert er mitt í tjúgunum og útróðrarformaður á Kvikki.

Tað er sagt, at ein dagin, tá Palli kom fullførdur aftur av útróðri, og pápi hansara helt hann vera heldur andbráðan, hann kom í land, fór hann yvir ímóti Palla, og teskar spakuliga í oyrað »Palli, einki reyp«.

Er tað nakað, vit kunnu siga um hetta fólk - ættarlið eftir ættarlið - so er tað, at teir hava verið hegnismenn á sjónum so væl sum á landi, uttan at gera nakað burtur úr sær sjálvum.

Heldur enn tos, hava teir gjørt arbeiði sítt uttan nakran háva, Klaksvíkini og Føroyum at gagni.

Kristian Martin og synir hansara eru á altjóða virkisøki, frá Norðuratlantshavi yvir til Miðameriku, frá Suðurameriku til Suðurafrika og yvir til Indiska havið.


Altjóða vinnumenn

Tað er ikki bert av stórum týdningi ídag, men alneyðugt, nú tøknifrøðin og samskiftismøguleikarnir hava drigið alheimin so tætt upp at okkum, at Klaksvíkin eigur fólk við internationalum hugsjónum. Og á hesum øki gera triðja og fjórða ættarliðið hjá Christiani á Grótinum og Palla hjá Marionnu veruliga um seg.

Eftir at Klaksvíkin var í djúpari kreppu, og vit seinnu árini hava roynt at fóta okkum aftur, kemur hesin fongur til býin ótrúliga væl við, ikki bert hvat tí arbeiðsskapandi viðvíkir, men so sanniliga eisini hvat menniskjaliga, kensluliga og hugsjónar tryggleikanum viðvíkir.

Tað, at sildin helst tekur gamla mynstrið uppaftur og at vit kunnu gera brúk av tí ríkidømi ið Harrin hin altvaldandi sendir okkum saman við okkara nærlagnu hegnismonnum á sjónum, eiga vit at takka fyri.

Tit eru við til, ikki bert at geva okkum nýtt mót, men hetta kenst, sum tit í hesum døgum opna fyri eini nýggjari tíð. Við dirvi, skili og arbeiðssemi hjá okkara virkisfúdna sjófólki, skapa tit Klaksvíkini eina viðvarandi framtíð.

At eiga skip, gevur bæði spennandi og gleðiligar løtur. Hinvegin hava tit á flota tykkara heldur ikki sloppið undan sorgarløtum, sum bæði hava fallið tungar og nívt djúpt.


Goymdi seg umborð

Til seinast skal eg siga frá lítlari hending frá umleið 1957.

Palli hjá Marionnu var tá skipari á gomlu, grønu og kendu Polarstjørnuni, sum Kjølbro átti.

Ein dagin teir vóru komnir norður um Føroyar, hyggur Christian Ludvík Lydersen aftur á bátadekkið. Hann sigur við Palla: »Tað er okkurt, sum rørir seg afturi í bjargingarbátinum«. Í tí hann sigur hetta, fara teir aftur, og hvat finna teir? - 10 ára gamla Kristian Martin, sum hevði snýkt seg til skips. Tað sigst, at tað fyrsta hann segði var: »Eg vil við«.

Tað er ikki so løgið, at hesir menn eru hendinga menn á sjónum.

Vit ynskja Harrans signing yvir verk tykkara, og vit fara at minnast tykkum í bønum okkara, tá vit stíga fram fyri hásæti Guds.

Hjartaliga vælkomnir til Klaksvíkar. Hjartaliga tillukku við skipinum, hetta er stórur dagur í býi okkara.