Í dag hevur Heimahjálparafelag Føroya 20 ár á baki. Í tí sambandi hevur felagið móttøku í húsum felagsins í Fr. Petersensgøtu í Havn frá kl. 14.00 til 19.00, har øll eru vælkomin. Fyrsti formaðurin í felagnum [...] var Sanna í Gerðunum í Vestmanna. Felagið og arbeiðið hjá limunum eru nógv broytt, síðani stovningardagin 26. mai í 1979, og stórar broytingar standa eisini fyri framman. Síðani miðskeiðis í áttatiárunum [...] Formaður í Heimahjálparafelag Føroya, Ása Djurhuus, metir, at nú er heimarøktin komin í eina fasta legu. - Arbeiðið hjá heimahjálparunum er ógvuliga nógv broytt, og byggir í dag meiri á røkt enn hjálp í heiminum
ikki, at tit í dagligu venjing tykkara, til FM og í oyggjaleikahøpi eru nøkur neyðaregg. Tað sum sipað varð til, er at globalt/evropeiskt eru ikki so nógvir pengar í frælsum ítrotti, sum í fótbólti. Bæði [...] peninganøgd. Vit í Føroyum koma ongantíð, nakrantíð at hava møguleikan at skipa fyri eini umfatandi rennikapping, har vit kunnu skora kassan, tíverri. Í fótbólti hinvegin, hava vit møguleikan at koma í bólk við [...] 10 í tali, hevur Lewis bara forvunnið piparnøtur samanborið við Wayne Tretzky, »Magic« Johnson, O. J. Simpson og allar hinar í NHL, NBA og NFL. Frælsur ítróttur er ikki kassaítróttur, heldur ikki í Evropu
Klaksvíkar kommuna hevur sett ein arbeiðsbólk í sambandi við, at árið í ár er eldraár. Í bólkinum eru Tonja Johannesen, sosialráðgevi, og Jógvan Lützen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð. Umframt [...] Skipanin verður mett at vera skjót og bíligt at seta í verk. Ein áhugabólkur til frama fyri tey gomlu er eisini settur á stovn í Klakvík. Umboðini í bólkinum eru fyri somu stovnar og feløg sum longu nevnt [...] nevnt, og uppgávan hjá hesin bólkinum er savna pengar inn til frama fyri tey eldru í norðoyggjum og annars at vera góður í ráðum, tá ið tað snýr seg um viðurskifti hjá teim eldru.
vikuskiftið savnast myntsavnarar og myntáhugað í Norðurlandahúsinum í Havn. Nordist Numismatisk Union hevur ársfund. Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.00. Stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar, bjóðar [...] røð av almennum fyrilestrum um myntskattir og útgrevstur. Brita Malmer, professari í Numismatisk Forskningsgruppen í Stockhólmi, heldur fyrilestur við heitinum Knut den Store, Hardeknut och Ormtypen i [...] Jørgen Steen Jensen, yvirinspektørur á Danmarks Nationalmuseum, greiðir frá verkætlanini við heitinum Pengar í Danmark 1000-2000. Seinnapartin verður sjálvur ársfundurin hjá Nordist Numismatisk Union. Hann er
umboð fyri tann í øldir næstan altvaldandi bóndan, sum knappliga følir seg afturútsigldan og ørkymlaður ikki rættiliga veit, hví og hvussu hetta er komið í. Haraldur bóndi í "Blæsende Gry" var í somu støðu [...] medhøvundanum, Heðini Brú, seg nettupp um hetta umskiftið í føroyska samfelagnum). Drápsmaður í Nóatúnum Frásøgnin í "Noatun" fer mótsett "Blæsende Gry" beint í krovið á hendingunum: never a dull moment. Har "Blæsende [...] at tú sigur nakað við hann, og bæði í útsjónd og lyndi er hann ikki ólíkur Krabbakonginum í "De fortabte Spillemænd". Er onkur í skaldskapinum hjá Williami Heinesen í puntutum klæðum, so er okkurt ivasamt
Fríggjadagin í síðstu viku savnaðu børnini í Frítíðarskúlanum í Eysturskúlanum í Havn pengar inn til børnini í Kosovo, ið eru flýdd yvir hálv og herðar síðani kríggið byrjaði. Tað vóru starvsfólkini á [...] Børnini hava verið øgiliga spent og gingið upp í tiltakið við lív og sál. Tey vita nógv um kreppuna og kríggið á Balkan. Vit práta nógv um tað og tey síggja nógv í sjónvarpinum, sigur Guðrun S. Hansen, leiðari [...] síðani upphæddina til Red Barnet. Marna Olsen frá Barnabata hevur verið á vitjan á Frítíðarskúlanum í Eysturskúlanum, har hon hevur greitt frá Barnabata og virkseminum hjá felagsskapinum, og givið børnunum
kemur tað juridiska aftaná«, talar sítt týðiliga mál. Vit hava í Føroyum í 50 ár ikki havt greiðar karmar um, hvørjum vit ráða yvir, og í hvørjum vit kunnu lóggeva, tá til stykkis kemur. So kann moralur [...] hava fullveldi í Føroyum. Eg kenni fleiri av teimum. Men so hevur flokkurin eisini nøkur, sum tóku undir við Heimastýrislógini í síni tíð. Flokkurin átti at kunnað ført eina nýhugsan út í lívið. Tjóðve [...] »Vælferðin í vanda,« sigur Javnaðarflokkurin aftur. Nær hevur hetta samfelag ikki kostað pening? Tað man vera langt síðan. Tað er bert ein spurningur, hvat peningurin verður brúktur til, tí pengar eru í landinum
umfatandi í áttatiárunum, hóast ávísir flokkar á føroyska høgraveinginum royndu at avnokta hettar, má ikki sleppa at endurtaka seg. Sum amerikanski forsetin Franklin D Roosevelt segði í setanarrøðu síni í 1933: [...] og eitt nú virksemi í samband við frálandavinnu verður mangan havt á lofti sum gongdar leiðir fyri føroyskt vinnulív. Tað hevði verið frálíkt, um hesar leiðir kunnu troytast havandi í huganum royndirnar [...] sera nógv, húsaprísir eru á leið líka høgir, sum í áttatiárunum, fyritøkur kunngera stórar ætlanir fyri stóríløgum og síðst men ikki minst vera pengar nýttir til fótbóltsvallir aftur. Alt hettar hendir
lívið, frammi í flogskiparaklivanum millum flogskipararnar, har hon kundi halda eyguni við, hvat fór fram og hvat varð sagt, og hálvan tíma eftir, at filmurin skuldi byrja í stóra salinum í Norðurlandahúsinum [...] hvussu nógvir føroyingar búgva í Keypmannahavn, heilir, hálvir, kvartir og so víðari, men tað ger ikki mun. Hetta botnar í tí søguliga sambandinum millum londini, og í tí, at vit helst eru teimum ov nær [...] og spæla sjónleik. Tey brúka hennara mál, hon sleppur at tosa føroyskt á palli í Berlin. Sama kann als ikki lata seg gera í Danmark. Bye Bye Blue Bird er tann dýrasti filmurin, Katrin Ottarsdóttir higartil
klárt hevur sagt at hon ynskir eina loysn har virðini í Saga Petroleum verða verandi í Noregi. Pengarnar á borðið Tað hava í fleiri dagar gingið søgur her í Oslo um at Elf Aquitaine arbeiddi við einum tilboði [...] unum pengar fyri partabrøvini. Norsk Hydro bjóðar harafturímóti Saga-eigarunum partabrøv í Norsk Hydro í staðin. Elf bjóðar 115 norskar krónur fyri hvørt Saga-partabræv, og Elf heldur at tað er í lagið [...] eitt kent navn í norskari oljuvinnu. Saga Petroleum skal varðveita sín samleika í Norðsjónum, sigur Elf-stjórin í samrøðu við netútgávuna DNajour. Saga Petroleum hevur ein sterkan samleika í norskari oljuvinnu