Myntsavnarar savnast í Føroyum

Fyrilestrar og ársfundur eru á skránni hjá Nordist Numismatisk Union, ið hesa ferð verður hildin í Føroyum

Um vikuskiftið savnast myntsavnarar og myntáhugað í Norðurlandahúsinum í Havn. Nordist Numismatisk Union hevur ársfund. Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.00. Stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar, bjóðar vælkomin. Síðani byrjar ein røð av almennum fyrilestrum um myntskattir og útgrevstur.

Brita Malmer, professari í Numismatisk Forskningsgruppen í Stockhólmi, heldur fyrilestur við heitinum Knut den Store, Hardeknut och Ormtypen i Lund. Kolbjørn Skaare, professari við Oslo universitet, heldur fyrilestur við heitinum Myntskatten fra Sandoy. Anton Holt, savnsleiðari á Seðlabanka Íslands, tosar um Brøðurnar Lund, og Tom C. Bergroth, savnsleiðari, heldur fyrilestur við heitinum Kort presention av Åbo stats Historiska Museums nya Mynt- och Medaljkabinett. Jørgen Steen Jensen, yvirinspektørur á Danmarks Nationalmuseum, greiðir frá verkætlanini við heitinum Pengar í Danmark 1000-2000.

Seinnapartin verður sjálvur ársfundurin hjá Nordist Numismatisk Union. Hann er bert fyri tilmeldaðu luttakararnar. Um kvøldið verður veitsludøgverði á Hotel Hafnia, og sunnudagin útferð fyri teim 40 útlendsku gestunum.

Føroya Myntsavnarafelag verður 10 ár í ár. Formaður í felagnum er Thorolf Björklund.