Eitthvørt land hevur brúk fyri einum, sum skavar í glasurinum

- Nógv hava sagt við meg, at eg eri djørv, men fyri meg er tað heilt natúrligt at pilka við og at seta spurnartekin við tað viðtikna. Eg eri ikki út uppá at flyta føroyingar mentalt ella at missjónera. Tað sum drívur verkið er at siga eina søgu, sum hevur nakað uppá seg, sigur Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri

Tað var um reppið, at hon ikki slapp við til heimsfrumframførsluna av sínum egna filmi, Bye Bye Blue Bird. Allar góðar kreftir við stjóranum í Norðurlandahúsinum, Helgu Hjörvar, á odda, vóru frá morgunstundini leygardagin í sving fyri at fáa Katrina Ottarsdóttir til Føroya við flogfari, nú Maersk Air avlýsti allar túrarnar. Onkursvegna skuldi hon til Føroya, og tað eydnaðist loksins. Hon fekk ein flogtúr fyri lívið, frammi í flogskiparaklivanum millum flogskipararnar, har hon kundi halda eyguni við, hvat fór fram og hvat varð sagt, og hálvan tíma eftir, at filmurin skuldi byrja í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, trein hon inn meðan lógvabrestirnir dundu.

Leikarar og filmslið, donsk bløð og sjónvørp, sluppu ikki til Føroya, og tí gjørdist heimsfrumframførslan ikki heilt til tað, hon varð ætlað. Umrøðan filmurin fær í donsku fjølmiðlunum er altavgerandi fyri, hvussu hann verður móttikin. Danskir biografar eru nevniliga ikki so altráir eftir at vísa filmin. Í hesi løtu er ikki greitt, hvør danskur biografur fer at vísa hann.

- Biografarnir hugsa jú kommersielt. Tað er ikki nóg spennandi hjá dønum at hyggja at einum føroyskum filmi. Bara tað at vera føroyingur er ikki nóg mikið at vekja áhugan hjá dønum. Eg hevði roknað við, at tá ið teir sóu, hvussu væl føroyingar duga at spæla, at filmurin hongur saman og er konsekventur, var nóg mikið. Eg havi eisini sagt teimum, hvussu nógvir føroyingar búgva í Keypmannahavn, heilir, hálvir, kvartir og so víðari, men tað ger ikki mun. Hetta botnar í tí søguliga sambandinum millum londini, og í tí, at vit helst eru teimum ov nær til, at teir skulu halda, at vit eru nóg spennandi. Tað er øðrvísi við Grønlandi, tí samvitskan hjá dønum yvir fyri grønlendingum er verri enn hon er fyri føroyingum, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Hóast meginparturin av filmsliðnum eru útlendingar og mest sum allir pengarnir í filminum eru danskir, er hetta ein føroyskur filmur.

- Filmsinstituttið, sum hevur stuðlað filmin við seks milliónum krónum, roknar filmin sum danskan, men í og við, at søgan er føroysk, málið er føroyskt og filmurin fer fram í Føroyum, er filmurin føroyskur. Eg eri ógvuliga errin av føroysku leikarunum í filminum. Útlendingar er bilsnir av, hvussu væl teir duga, - sum um teir ikki høvdu roknað við tí.


Kvinnuligt univers

Uttan mun til, hvussu trupult tað nú verður hjá Katrini Ottarsdóttir at sannføra danir og útlendingar annars um, at filmurin Bye Bye Blue Bird er verdur at vísa og síggja, hevur hon sannført fólk um hugskotið, ið filmurin byggir á. Thomas Winding, ið nýggjur sum konsulentur á filmsinstituttinum, trúi uppá hugskotið, sum var tað fimta hjá Katrini til ein film. At filmurin er um eitt kvinnuligt univers hevur ikki gjørt tað lættari.

- Kvinnuliga universið er ikki ofta lýst á filmi, og tá ið eg í byrjanini skuldi sannføra fólk um, at hetta kundi gerast til ein áhugaverdan film, merkti eg væl, at hesi ikki hildu tað vera nóg mikið at søgan hjá hesum gentunum var tann berandi. Hugsa vit okkum um, hava fáir filmir eitt kvinnuligt univers, har kvinnur klára seg ígjøgnum ein heilan film uttan at gera vart við, at tær hava brúk fyri at vera í nánd av monnum. Høvuðspersónarnir í Bye Bye Blue Bird eru heilt sjálvstøðugar kvinnur, sum gjøgnum vegvísaran Rúna mennast meir og meir.

Tað hevur altíð verið eitt ynski hjá Katrini Ottarsdóttir at gera ein road-movie.

- Mær dámar ógvuliga væl henda mátan at gera film. Filmurin er ein ferð ígjøgnum eitt samfelag, og kulissurnar eru Føroyar. Filmurin stendur ikki í stað, har er nógv rørsla og karmarnir eru fríari og leysari enn, tá ið tú ert bundin av eini kommersiellari søgu. Filmurin skapar sítt egna univers, egnu lógir og reglar, har eg sum leikstjóri kann loyva mær meiri enn um eg legði meg eftir at lýsa føroyska samfelagið ár 1999. Tað er umráðandi at vísa, kanska serliga hjá einum lítlum landi sum Føroyum, at tað ber til at viðgera alheimslig evni, sigur Katrin Ottarsdóttir.


Heilt sín egin

Katrin Ottarsdóttir er einasti filmsleikstjórin, føroyingar eiga, og hennara avrik á filmsøkinum eru sostatt tey einastu, hvat viðvíkir spælifilmi. Tað ber tískil ikki til at gera samanberingar, men tað er heldur ikki so áhugavert. Tí Katrin er heilt sín egin. Hon er djørv, torir at nerta við ta penu fasaduna, fordómar og religión, men ger tað kortini við virðing og kærleika.

- Nógv hava sagt við meg, at eg eri djørv, men fyri meg er tað heilt natúrligt. Listafólk mugu hava eitt ella annað í sær, ið gevur teimum ta drívkreftina. Eitthvørt land hevur brúk fyri einum, sum pilkar og skavar í glasurinum og setir spurnartekin. Annars er einki við listini. Bara at lýsa tað pena, deiliga og ódramatiska er keðiligt. Sonn list er til, har tað brýtir millum tað pena og vandamikla. Tað er soleiðis, at spenningurin kemur fram. Fyri meg er tað umráðandi at arbeiða á tann hátt. Elvir tað til kjak og ymsar meiningar, er tað bara sunt. Eg billi mær inn, at tað kann geva nøkrum nakað. At onnur einki fáa burtur úr er tann prísurin, eg má rinda. Eg eri ikki út uppá at flyta føroyingar mentalt ella at missjónera. Tað sum drívur verkið er at siga eina søgu, sum hevur nakað uppá seg.

Arbeiðstittulin á filminum var "Små øer er kun for fugle, der kan flyve væk". Og tað er í grundini hetta, filmurin er um. Hann er ein menningartilgongd, byrjar eina staðni og endar eina aðra staðni, ikki bert landafrøðiliga. Í fluttari merking kunnu vit flyta hesa myndina til leikstjóran sjálvan.

- Tað eru ymsar drívkreftir, ið gera av, hvar ein velur at búgva. Nógv spælir inn, ikki minst tilvildin. Filmurin er ikki ein sjálvsmynd av mær sjálvari, men eg brúki nógv frá mínum egna lívi. Brot, royndir, ymiskt eg hoyri og upplivi.

- Tað er nú vorðið soleiðis, at tað er mín egna lagna at búgva uttanlands og nú eg havi verið burturi so leingi, føli eg ikki, at eg hoyri til nakra staðni. Eg fari aldri í lívinum at kenna meg sum dana. Jú longri eg eri uttanlands, jú meiri kenni eg meg sum føroying. Ella fyri at venda tí við, jú meiri føli eg, at eg verði aldri ein dani. Eitt heim kann ein skapa alla staðni um ein skapar góðar og tryggar rammur rundan um og støðist annars. Tað havi eg gjørt nú. Var eg ung í dag, hevði eg ikki fari til Danmarkar. Eg hugsi enn um, hví eg ikki fór onkra aðra staðni. Danmark er ikki lættasta staðið hjá føroyingar at fara til og verða góðtiknir og sleppa uppí part.

- Hildigunn, dóttir mín, ferðast runt í Europa við einum sjónleikarabólki. Hon verður væl móttikin alla staðni, upplivir alla staðni, hvussu spennandi fólk halda tað vera, at hon er úr einum so lítlum landi, men kortini kann standa á palli runt alla Europa og spæla sjónleik. Tey brúka hennara mál, hon sleppur at tosa føroyskt á palli í Berlin. Sama kann als ikki lata seg gera í Danmark.

Bye Bye Blue Bird er tann dýrasti filmurin, Katrin Ottarsdóttir higartil hevur gjørt. Hann hevur kostað 7,5 milliónir krónur, tær seks eru úr danska filmsinstituttinum og restin úr grunnum og aðra staðni.


---

Bye Bye Blue Bird


Filmurin er ein road-movie, sum er tikin upp á føroysku landavegunum. Eftir at hava verið uttanlands í fleiri ár, venda tær báðar vinkonurnar Rannvá (Hildigunn Eyðfinsdóttir) og Barba (Sigri Mitra Gaini) heim aftur til Føroya fyri at avklára fløktu støðu teirra í familjunum. Skjótt fáa tær trupulleikar, serliga við danska fosturpápa Barbu- og flýggja. Nú koma tær í ferðaLag við tí nú arbeiðsleysa Rúna, sum hevur bil. Men hann hevur eisini sínar trupulleikar, sum hann tó helst ikki tosar um. Biltúrurin eftir tí 1000 km langa føroyska landavegnum í tí gamla Ford Granada við sebrastríputu setrunum vísir seg at verða ein filmur um dupultmoral, brostnar dreymar, eydnuleysar lagnur - um at finna seg sjálvan.