Tjak-stafettin um Tórsvøll endar?

Nú skal undirritaði eisini fara at runda av, eg veit litið um frælsan ítrótt, Ziska veit litíð um fótbólt, so vit gevast

Fyrst ein umbering til øll fræls ítróttarfólk! Eg meini ikki, at tit í dagligu venjing tykkara, til FM og í oyggjaleikahøpi eru nøkur neyðaregg. Tað sum sipað varð til, er at globalt/evropeiskt eru ikki so nógvir pengar í frælsum ítrotti, sum í fótbólti. Bæði hvat viðv. sjónvarpsrættindum, sjónvarpslýsingum, áskoðarainntøkum, sponsorum, pressuumtalu o.s.fr. Hetta eru viðurskifti, sum tit frælsu ítróttafólk ikki hava nakra skuld í, tað er bara so.


Munur á inntøkum

Uttanfyri EM, HB og OL eru tað bert nakrar fáar rennikappingar ið geva kassa. Zúrich, Oslo-Bislett, Helsinki, Strassbourg og Stockholm geva eina nøktandi peninganøgd. Vit í Føroyum koma ongantíð, nakrantíð at hava møguleikan at skipa fyri eini umfatandi rennikapping, har vit kunnu skora kassan, tíverri. Í fótbólti hinvegin, hava vit møguleikan at koma í bólk við lond sum Týskaland, Italia, Holland, Ongland, Spania, Danmark og Frakland, har vit (eisini Tórsvøllur!) ordiliga kunnu skora kassan.

Sprintarin Carl Lewis er kanska størsti ítróttarmaður, sum nakrantíð hevur livað. Hóast hetta og hóast øll OL-gullheiðursmerkini, 10 í tali, hevur Lewis bara forvunnið piparnøtur samanborið við Wayne Tretzky, »Magic« Johnson, O. J. Simpson og allar hinar í NHL, NBA og NFL. Frælsur ítróttur er ikki kassaítróttur, heldur ikki í Evropu. Í næstum koma nærum 300 skotskir áskoðarar til Føroya, ið koma at leggja nógvan pening eftir seg.

Tað verður ikki í okkara livitíð, at 300 skotar koma til Føroya at hyggja eftir frælsum ítrótti, sad but true. Skulu vit raðfesta ítróttargreinar samfelagsbúskaparliga áttu vit kanska at tikið tennis og golt framum. Í Oljuvinnuni og í alheims vinnulívinum yvirhøvur vera nógvar kontaktir og upptaktir til sáttmálar skaptar á tennis og golfvøllum, hetta eru vit at leggja okkum í geyma.


Rudda misskiljingar

Undirritaði kennir ongan, sum er ímóti at frælsa ítróttafólkið fær eina rennibreyt. Men tað sum vit fótbóltsáskoðarar ynskja er, at lært verður av týskum og skandinaviskum, og at leisturin verður skorin eftir góðum bretskum siði. Bretar hava rennibreytirnar leysar frá fótbóltsvallunum til stóra gleði fyri bæði fótbóltin og frælsa ítróttin. Oslo og Stockholm hava lært av hesum mistøkum, rennikappingarnar fara fram á Bislett (Oslo) og Olympiska (Stockholm). Stórdystirnir í fótbólti vera leiktir á Ullevaal og Råsunda uttan rennibreyt, hetta er vorðið sum fyrimynd. Viðv. milliónini hjá FSF frá landskassanum, so fer hon til at útbúgva venjarar, dómarar, ungdómsvenjarar, skeiðvirksemi umframt fótbóltsskúlar, sum eru so væl umtóktir millum børnini. Hetta er sama prinsipp, sum t.d. ymiskar skeiðtænastur í landinum hava.


Nógv brúktur

Grasvøllurin kemur at vera so nógv nýttur, sum ráðiligt er, og so nógv sum veðrið loyvir tí. Meiningin er, at tey skulu skulu læra at kenna gras undir fóti áðrenn uttanlandaferðir o.l. Tey ymisku landsliðini koma eisini at veksla millum Svangaskarð og Tórsvøll til venjingar. Okkara Europa-Cup lið koma so eisini at hava nakrar venjingar á grasinum. At vøllurin so verður vetrarfriðaður er einki órímiligt í.

Vit fótbóltsáskoðarar hava stóra virðing fyri øllum teimum brøgdum Ziska-ættin hevur framt á sjónum, á landi og á leikvøllum. Tær Hera Ziska og øllum frælsum ítróttarfólkum skal vera ynskt hartaliga góða eydnu á Gotlandi. Vit ynskja, at tað skal bresta fyri nev hjá hesum »flotta tjaldrinum«, sum vónandi finnur sítt egna reiður uttan at skula dríta í fótbóltsreiðrið - hvørjum fer at tykjast best hjá sær. Ein rennibreyt vil ikki altjóða fótbóltinum væl, heldur ikki í Føroyum. Og so eri eg liðugur, takk fyri dystin Ziska, finn okkum nógva olju, so vit hava ráð til alt í bræði. Og vinna kenyanski Wilson Kipketer og pólska Renata Nielsen heiðursmerki fyri Danmørk er summarið bjargað.


Heri Simonsen,

væl meintur áskoðari


P. S. Ólavur Hátún hevur ein fyrimun í hesum málinum, og tað er, Heri Eysturlíð hevur ikki áhuga í nøkrum ítrótti yvirhøvur. Heri var einaferð í Gundadali. hann mintist ikki hvør spældi, hann mintist bara, at Havnar Hornorkestur spældi í hálvleikinum.


N. B. Ein av okkara koyrilærarum spurdi um eg eisini hevði mótmælt um hálkubreyt var løgd rundan um Tórsvøll!?