Eftirhondini eru flestu føroyingar kendir við, hvør ætlan landsstýrisins er, og hvussu farast skal fram fyri at vinna Føroyum meiri sjálvstýri og ræði á egnum viðurskiftum. Hetta hevur verið lagt fram á fundum, í blaðgreinum, í kjaksendingum o.s.fr. Mannagongdin er klárløgd og endamálið kunngjørt.
Skipanin av samfelagnum verður við teimum ætlandi broytingum helst munandi øðrvísi. Fyri at eingin ivi skal vera millum okkum føroyingar, eru kanningarnevndir settar fyri at fáa eina fullgreiða mynd av, hvussu samfelagið verður sett saman, hvørjar avleiðingarnar verða av teimum broytingum, sum mugu gerast í samfelagnum fyri at fáa eitt samfelag, har vit føroyingar fáa ræði á okkara egnu viðurskiftum við samfelagsskipanum, sum eru hóskandi til okkara viðurskifti, skornum eftir einum leisti, sum tænir føroyska samfelagnum og ikki er ein forðing fyri menning í hesum samfelagnum. Men tey, sum væntaðu eitt kjak, har t.d. føroyingar fingu fleiri meiningar og ítøkilig uppskot á borðið, eru lutvíst vorðin skuffað. Meiningar eru komnar á borðið, meiningar sum taka undir við broytingarætlanum landsstýrisins, og síðan tær meiningar, sum ikki taka undir við tankanum um størri ábyrgd av okkara landi ? og tað er sjálvandi ein rættur, sum tey hava. Men ein skuldi trúð, at tað var eitt alternativ til uppskot og ætlanir landsstýrisins. Tó so, bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kalla tað »uppskot«. Tey eru ávikavist uppdatering av verandi heimastýrislóg og ein »samríkissáttmáli«.
Tað er rættiliga lætt at »doypa« nakrar tankar eitt heiti, men hvat er ein uppdatering av heimastýrislógini? Tað er ikki komið greitt fram, og hvat hetta krevur av broytingum millum Føroyar og Danmark, er heldur ikki greitt. At javnaðar- og sambandsmenn nú eru farnir undir sama niðurlag til sínar politisku samfelagssangir, hetta, at »latið okkum fáa ein moralskan sáttmála, so kemur tað juridiska aftaná«, talar sítt týðiliga mál. Vit hava í Føroyum í 50 ár ikki havt greiðar karmar um, hvørjum vit ráða yvir, og í hvørjum vit kunnu lóggeva, tá til stykkis kemur. So kann moralur vera góður, men ikki inn um rættargátt.
Javnaðarflokkurin hevur fyri tíð síðan gjørt sær tann ómak at koma við faldara fyri at gera okkum borgarum greitt, hvat flokkurin vil í spurninginum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Sigast má, at hetta var ótrúliga gott at síggja, at Javnaðarflokkurin ikki hevur ánilsi fyri, hvat hann vil í hesum so týdningarmikla politiska málinum. Formaður floksins roynir, tá hann fær møguleikan, at skúgva hetta málið til viks. Men herfyri, tá Fimmarin hevði eina kanning sum grundarlag fyri evninum í sendingini, bar ikki til at krúpa uttanum longur og skíra mótstøðumenn Javnaðarfloksins fundamentalistar. Tað plagar annars at vera ein av dygdunum hjá Jóannesi Eidesgaard.
Kanningin snúði seg m.a. um, hvørja undirtøku fullveldisætlanin hevði nú í mun til aðra kanning. Her hevði Jóannes Eidesgaard fínan møguleika at leggja fyri dagin, hvørjum Javnaðarflokkurin stóð fyri; hesaferð hevði hann eina veljarakanning, sum kanska var eitt sindur meira skeptisk mótvegis fullveldisætlanum landsstýrisins enn fyrra kanningin, men heldur ikki í hesum førinum megnaði Jóannes Eidesgaard at leggja nakað konkret fyri dagin. »Latum okkum finna upp á eina samfelagsskipan, sum heimurin ikki áður hevur sæð, júst sum vit gjørdu tað við heimastýrislógini.«
Álvaratos, skulu vit nú venda allari samfelagssiðvenju á høvdið og rista allar alheimsviðtøkur sundur, venda okkum til umheimin og proklamera »tað ókenda samfelagsfyribrigdið Føroyar?« Eg skilji væl, at javnaðarabbin Atli Dam mátti ringja inn til henda sama Fimmara og á tann hátt at bjarga eitt sindur av tí skomm, sum Eidesgaard legði fyri dagin.
Javnaðarflokkurin stríðist við eitt paradoks. Hann hevur nógvar veljarar, sum vilja hava fullveldi í Føroyum. Eg kenni fleiri av teimum. Men so hevur flokkurin eisini nøkur, sum tóku undir við Heimastýrislógini í síni tíð. Flokkurin átti at kunnað ført eina nýhugsan út í lívið. Tjóðveldisflokkurin gjørdi hetta til seinasta løgtingsval, men aðalmál floksins er ikki burturblivið fyri tað. Men hinvegin so er tað eisini skiljandi, at formaður Javnaðarfloksins roynir at halda seg til tað, sum flokkurin avdúkaði í faldaranum. Tí tað, sum stendur um framtíðarætlanir fyri Føroyar, kann rætt og slætt ikki setast í verk. Bara at skriva, at Føroyar og Danmark skulu vera tvey javnsett lond, har evsta vald liggur hjá løgtinginum, og samstundis at vera innan donsku grundlógina, er snøgt sagt bæði juridiskt, moralskt og samfelagsliga eins ómøguligt og at skilja heitt og kalt vatn sundur, tá tað er blandað saman! Teir tosa um at venda skipanum á høvdið, men hatta er so í øllum førum at halda demokratisku skipanina fyri tað turra spott.
Hvat er galið við, at vit fáa okkum eina føroyska grundlóg? »Ikki neyðugt,« sigur Sambandfslokkurin. »Vælferðin í vanda,« sigur
Javnaðarflokkurin. Er ikki neyðugt við einari grundlóg fyri eitt land, sum vil ráða sær sjálvum? Tí tað siga bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, at vit skulu ? ráða okkum sjálvum við einari danskari grundlóg. Hvussu kunnu vit ráða okkum sjálvum, um vit ikki kunnu standa við lógini í hondini og siga: »Soleiðis verður landið skipað, og hetta er tað, sum grundlóg okkara sigur.«?
Hvat er galið við, at vit taka ræðið á okkara egnu viðurskiftum? Hví skulu vit ikki gera tað? »Tað kostar pening,« sigur Sambandsflokkurin. »Vælferðin í vanda,« sigur Javnaðarflokkurin aftur. Nær hevur hetta samfelag ikki kostað pening? Tað man vera langt síðan. Tað er bert ein spurningur, hvat peningurin verður brúktur til, tí pengar eru í landinum, bæði almennir og privatir.
Hvat er vælferð? Er tað henda vælferðin, sum Javnaðarflokkurin sipar til, har okkara gomlu sita eftir við ongum pengum at skapa sær eina tilveru fyri? Har einlig foreldur illa nokk fáa breyð á borðið? Har foreldur mugu siga starv sítt frá sær, tí samfelagið ikki klárar at bjóða teimum eitt ansingarpláss, men samtíðis krevur vælferðarsamfelagið, at bæði mugu arbeiða úti fyri bara at klára at hava tak yvir høvdið, og gongur tað ikki kortini, so er bert at vóna, at tey ikki eru vígd, tí so tekur vælferðarsamfelagið ikki við! Hetta er bert partur av tí vælferðarsamfelagi, sum Javnaðarflokkurin hálovar. Hvussu ber tað til, at vit ikki kunnu skapa okkara vælferðarsamfelag út frá okkara egnu viðurskiftum sum ein náttúrligur partur av skipanini av samfelagnum við okkara grundlóg sum grundarlagi? Eg dugi ikki at síggja, hvat skuldi forðað fyri hesum, uttan vanliga andstøðureglan, har høvuðshugsanin er at vera ímóti. Og bara fyri at vera ímóti hava bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin lagt fram eina so tannleysa ætlan á ríkisrættarligu kósini, at tað kenst nærum ævintýrkent at lesa teirra ætlanir.
At enda kundi eg komið við einum ynski til teir størru andstøðuflokkarnar um at gerast seriøsir í fullveldiskjakinum. Tað nyttar einki at heingja seg í tátuna um »bara tí vit hava eina øðrvísi hugsan«. Um tit hava tað, Jóannes Eidesgaard, so kom við einum ítøkiligum uppskoti um framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Einum uppskoti, sum vit kunnu nýta til nakað, og ikki einum »sápubløðruuppskoti«, sum hasin faldarin kemur við, har ætlanir tykkara bíta seg sjálvar í halan, bert tí alt er ein stór sjálvmótsøgn.
Tað er torført at heita á Sambandsflokkin um at vera seriøsur á tjóðskaparøkinum, tí fadrar at hesum flokki hava gjøgnum tíðina verið ímóti øllum tí, sum føroyskt er. Teir vóru ímóti Merkinum, føroyska málinum í kirkju og skúlum, yvirtøkum av málsøkjum og hava seinastu árini verið ímóti einum og hvørjum kjaki viðvíkjandi Heimastýrislógini. Nú koma teir og vilja »uppdatera« heimastýrislógina eftir at hava hótt við nývalið aðru hvørja løtu, tá teir sótu í samgongu. Høvdu teir havt makt, sum teir hava akt, so veittraði Dannebrog framvegis á Tinghúsvøllinum. Men Gud havi lov, so finnast menn, sum líta á Føroyar, føroyskt og fólkið, sum her býr.
Áki Andreasen










