Eldratelefon setast á stovn

- Endamálið við tænastuni er, at fólk ið hava eitthvørt uppá hjarta, fólk sum eru einsamøll ella bara hava brúk fyri at tosa við onkran, kunnu ringja inn, sigur Tonja Johannesen, ið er ein av stigtakarunum

Klaksvíkar kommuna hevur sett ein arbeiðsbólk í sambandi við, at árið í ár er eldraár. Í bólkinum eru Tonja Johannesen, sosialráðgevi, og Jógvan Lützen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð. Umframt eru umboð fyri Ellis- og Vistarheimið, Røktarheimið, sambýlið í Bøgøtu, dagtilhaldið, pensjónistafelagið Hugna, og Almanna- og heilsumálastýrið.

Bólkurin hevur nógv á skránni. Umframt at skipa og samskipa fundirnar, ið verða í sambandi við eldraárið, hevur bólkurin eisini í umbúna at seta á stovn eina eldratelefon, ið verður ein tænasta til tey eldru. Folk kunnu ringja inn eina ferð um vikuna, fáa spurningar svaraðar ella biðja um eina og hvørja tænastu, so sum at fáa ein vitjunarvin. Eldratelefonin verður skipað við fimm sjálvbodnum fakfólkum, ið sita við telefonina í tveir tímar. Fólk kunnu ringja inn dulnevnd.

- Endamálið við tænastuni er, at fólk ið hava eitthvørt uppá hjarta, fólk sum eru einsamøll og bara hava brúk fyri at tosa við onkran, ein trupulleika ella ein fyrispurning, kunnu fáa góða og skjóta hjálp, sigur Tonja Johannesen.

Klaksvíkar kommunan rindar tað, sum tænastan kostar. Skipanin verður mett at vera skjót og bíligt at seta í verk.

Ein áhugabólkur til frama fyri tey gomlu er eisini settur á stovn í Klakvík. Umboðini í bólkinum eru fyri somu stovnar og feløg sum longu nevnt, og uppgávan hjá hesin bólkinum er savna pengar inn til frama fyri tey eldru í norðoyggjum og annars at vera góður í ráðum, tá ið tað snýr seg um viðurskifti hjá teim eldru.