Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo
Bæði Saga Petroleum og Elf váttaðu fyrrapartin í gjár at tilboðið er lagt fram. Men partarnir vildu ikki siga meir um innihaldið. Tilboðið frá franskmonnum kemur aftaná at Norsk Hydro og Statoil hósdagin samdust um eina avtalu sum hevur til endamál at fletta Saga Petroleum og at skifta krovið millum partarnar. Eygleiðarar roknaðu hósdagin við at einki útlendsk oljufelag tordi at koma við einum tilboði, tí norska stjórnin so klárt hevur sagt at hon ynskir eina loysn har virðini í Saga Petroleum verða verandi í Noregi.
Pengarnar á borðið
Tað hava í fleiri dagar gingið søgur her í Oslo um at Elf Aquitaine arbeiddi við einum tilboði, og fríggjamorgunin kom so hetta boð. Munurin á hesum tilboðnum og tí hjá Norsk Hydro, er at Elf bjóðar Saga-eigarunum pengar fyri partabrøvini. Norsk Hydro bjóðar harafturímóti Saga-eigarunum partabrøv í Norsk Hydro í staðin. Elf bjóðar 115 norskar krónur fyri hvørt Saga-partabræv, og Elf heldur at tað er í lagið um teir bert 67 prosent av ognarunum góðtaka tilboðið. Elf metir at Saga hevur eitt virði uppá umleið 17 milliardir norskar krónur (15,3 milliardir føroyskar krónur) Fíggjarserfrøðingar sum norska Nettavisen var í samband vid fríggjamorgunin siga at tilboðið er sera gott, og at hetta ikki kan steðgast av politikkarunum.
Samleikin varðveitast
Nevndarformaðurin og ovasti stjóri í Elf Aquitaine, Philippe Jaffre, sigur at teir hava ætlan um at Saga Petroleum framvegis skal vera eitt kent navn í norskari oljuvinnu. Saga Petroleum skal varðveita sín samleika í Norðsjónum, sigur Elf-stjórin í samrøðu við netútgávuna DNajour.
Saga Petroleum hevur ein sterkan samleika í norskari oljuvinnu, og tað ynskja vit at felagid eisini skal hava í framtídini.
Philippe Jaffre sigur at hetta tilboðið er í tráð við langtíðarætlanina hjá felagnum um at keypa seg inn í leiting og framleiðslupartin av gass- og oljuvinnuni. Hann metir at tilboðið hjá Elf er ein betri trygd hjá starvsfólkunum í Saga Petroleum. Norsk Hudro/Statoil hava ætlanir um at alt virksemið hjá Saga á landid skal gevast.
Virkandi norski oljumálaráðharrin, Anne Enger Lahnstein, ynskti ikki at siga ov nógv fríggjamorgunin. Hon segði bert at hetta er tað ein má rokna við, og at hetta er ein partur av spælinum. Anne Enger Lahnstein skal í juni vitja í Føroyum, men tá kemur hon sum mentamálaráharri, men oljuspurningar koma sjálvandi eisini á loft tá.










