Búskaparmenning

Tað tykist at vera breið semja um, at føroyska samfelagnum tørvar ein meira fjøltáttaðan búskap. Sum nú er, stendur búskapurin á bert einum beini. Hettar ger samfelagið sera sárbært, og tað sóu vit fyrst í nítiárunum, tá fiskivinnan og fylgjandi samfelagið var í kreppu. Tann stóri spurningurin er, hvussu vit fáa ein meira fjøltáttaðan búskap. Á einum panelfundi herfyri varð sagt, at gransking og vitan er framtíðin. Hettar eru skilagóð orð, men hvussu verður hettar útynt í verki? Útbúgving og gransking hava ikki tey bestu korini í samfelagnum í dag. Summir av miðnámsskúlunum stríðast við vánaligar hølisumstøður og stórar flokkar. Ein stigvís menning av útbúgvingarskipanini hevði ivaleyst verið uppá sítt pláss. Orðið stigvíst er sera týdningarmikið at hava í huganum, so ikki verður lopið framav.

KT og eitt nú virksemi í samband við frálandavinnu verður mangan havt á lofti sum gongdar leiðir fyri føroyskt vinnulív. Tað hevði verið frálíkt, um hesar leiðir kunnu troytast havandi í huganum royndirnar frá yviríløgum í áttatiárunum. Tað er sera týdingarmikið, at søgan ikki endurtekur seg. Ávísir faktorar, ið vit kenna aftur frá áttatiárunum hava nú stungið sítt vælkenda andlit fram aftur. Bilainnflutningurin er øktur sera nógv, húsaprísir eru á leið líka høgir, sum í áttatiárunum, fyritøkur kunngera stórar ætlanir fyri stóríløgum og síðst men ikki minst vera pengar nýttir til fótbóltsvallir aftur. Alt hettar hendir, meðan tøl vísa, at fiskiskapurin versnar ? segði nakar 1988?


Nú er tað kanska ikki neyðugt at vera alt ov dapurskygdur, men ein áminning um ikki at endurtaka søguna vildi ivaleyst verið uppá sítt pláss frá politiskari síðu. Ansast má eftir, at ein størri partur av inntøku frá góðum árum fer til konsolidering heldur enn nýtslu. Skal hugsingur vera um at menna nýggjar vinnur, so má hettar gerast við einum langum sikti við stigvísari menning, heldur enn stuttskygdum løtuvinningi fyri eyga. Tað tykist sum nógvar góðar kreftir eru í føroyskum vinnulívi og samfelagnum sum heild, sum í løtuni royna at ganga rætta leið, soleiðis at samfelagið kann gerast meira búskaparliga fjøltáttað. Vónandi minnast hesar kreftir aftur á teir alt ov høgu føstu kostnaðirnir, sum vóru úrslit av ovuríløgum í áttatiárunum.


Onkur segði herfyri í bløðunum nakað soleiðis, at tann, ið stýrir búskapinum, stýrir landinum. Hettar eigur at fáa okkum og ikki minst samgonguna at spyrja, um ikki er rættast, at vit fyrst og fremst gerast búskaparliga sjálvbjargin við einum meira fjøltáttaðum búskapi.


Partur av at gerast sjálvbjargin búskaparliga er, at ansa eftir at einstaklingar ikki lata egináhugamál koma framum tað, ið tænir samfelagnum best. Eitt nú rentuspekulatiónin, ið var rættiliga umfatandi í áttatiárunum, hóast ávísir flokkar á føroyska høgraveinginum royndu at avnokta hettar, má ikki sleppa at endurtaka seg. Sum amerikanski forsetin Franklin D Roosevelt segði í setanarrøðu síni í 1933: »Vit hava altíð vitað, at ábyrgdarleys egináhugamál var vánaligur moralur; vit vita nú, at tað er vánaligur búskapur«.