bilasølumaður sigur, at Mercedez verksmiðjan leggur sera stóran dent á, at bilarnir, ið teir gera, eru so góðir, sum yvirhøvur til ber. ? Tí hava teir eisini so stóran áhuga at frætta, hvørja ferð bilur [...] ikki fyrr enn fyrrapartin í 70?unum, at Høgni Simonsen burtur av fór at koyra taxa, og tað hevur sína orsøk, sigur hann. ? Tú skalt vera eitt sindur gamal fyri at koyra taxa, tað er ikki nakað fyri ungar [...] heldur hann. Í dag eru umleið 50 hýruvognar í Havn, og tað er ójavnt, hvussu nógv er at gera. ? Tað má vera eitt ávíst tal av bilum, fyri at røkja koyringina, sigur Høgni Simonsen, tí fólk vilja ikki bíða ov
heppin at búgva hjá hesum fitta húski, tí tey tóku okkumbýttu turistar við sær at halda Loy Kratong. Kvøldið byrjaði við, at vit fóru øll somul í tað stóra templið í býnum. Vit vórðu biðin um at gera tað [...] upp á veggin og fortaldi okkum, at tekningarnar, vit har sóu, vóru 3000 ára gamlar. Vit dugdu ikki heilt at síggja hvat tær vístu, men tað er stuttligt at ímynda sær, hvussu »listamaðurin« hevur livað. Mundi [...] num. Vit blivu við at síggja fyri okkum, at NÙ detta teir útí, men ongin datt. Og tað vóru heldur ikki børnini, ið súklaðu, nei, tí at meðan børnini vóru í skúla, sluppu páparnir at royna seg, vaksnir
ætlaði at siga: »Hvussu gongur tað?« og so eitur tað: Wie geht es. Eg haldi, at vit høvdu ikki siglt í meir enn umleið ein tíma, tá brast hann á við ódnarveðri. Veðrið var so ringt, at ikki bar til at sigla [...] floglíkindi vórðu aftur. Seinni fekk eg at vita, at allir vóru í somu støðu, sum eg. Vit hildu, at enn eina ferð var boð eftir okkum, og at ætlanin altíð var, at vit skuldu ikki síggja okkara kæru aftur [...] eg hevði keypt í lívinum. Brennivínsfløskuna hevði eg ætlað at taka við, tí eg hevði hoyrt, at tað skuldi vera gott at hava, um ein fór at verða kaldur og illa til passar. Og bíblian var mær ein dýrgripur
nú, at Leivur Hansen, býráðsformaðurin, fer skjótt at rópa varskó. Havnin veksur so skjótt, at vit klára ikki at fylgja við, sigur Leivur Hansen Eg rokni við, at eg einaferð í summar sleppi at ynskja [...] møguleiki. Leivur Hansen sigur, at Tórshavnar Býráð hevur ta áskoðan, at allar almennar tænastur, sum hava við borgaran at gera, eiga at verða fluttar út um landið. Hann sigur, at hetta sjónarmið eru allar [...] til hjá kommununum at átaka sær fleiri almennar tænastur. Leivur Hannsen sigur, at skulu vit hugsa um at gera kommunurnar sterkar til at tær eru førar fyri at átaka sær fleiri umsitingarligar uppgávur
umstøðurnar at varðveita búsetingina á smáplássunum spurdu vit Sunnvu, hvussu stóran týdning hon heldur tað hevur at varðveita búsetingina í eini so lítlari oyggj sum Stóru Dímun. -Eg veit væl, at tað eru [...] eru tey, sum siga, at tað kann als ikki løna seg at brúka almennar pengar til at halda lív í slíkum smáoyggjum. Men hetta eru jú eitt oyggjaland, og so mugu vit royna at varðveita og menna tað sum frægast [...] í oynna at halda jól saman við familjuni, so eru nervarnir uppá spæl. Man veðrið nú vera til vildar! Munnu tey sleppa út at halda jól! Og lukkutíð, øll hesi árini hevur tað eydnast familjuni at vera saman
vindur. Ilt er at siga enn, hvussu ættin verður. Men regn ella ælaveður væntar Petur Skeel nýggjársnátt. So er bara at ansa eftir at halda fjúsið turt, tá skjótast skal. Tað kann henda, at tað kølir eitt [...] Jacobsen væntar, at lýggjasta samdøgurið, tað, sum eftir er av árinum, verður millum tollaksmessudag og jólaaftan. Serliga um náttina. Jóladag væntar Petur Skeel, at hann gongur vesturá, og at tað kanska verður [...] Annar jóladagur verður kanska eitt sindur jólaligur. Helst norðanfyri, heldur Petur Skeel. Tá fer hann at hækka eitt sindur meira, helst upp í útnyrðing ella norðan, og tað verður helst hvítt norðanfyri. Út
toluliga vist, at Býráðið fer at halda fram at byggja pakkhús á keiini, tí tað er tørvur á goymsluplássi, sigur hann. Torfinn Smith sigur, at vónandi fara tær batnaðu umstøðurnar at føra við sær, at meiri fiskivinna [...] Torfinn Smith sigur, at tað, sum mest er brúk fyri yvirhøvur, er at fáa meiri atløgupláss og, ikki minst, at fáa meiri bingjupláss. Torfinn Smith sigur, at enn er ikki nakað gjørt av, hvussu farast skal fram [...] arbeitt uppá at gera atløgubryggjuna við Fiskavirking - gamla Bacalao - 30 metrar longri. Tað verður gjørt við at fylt verður út ímillum Bacalao og ískeiina og við at slætta økið. Annars er ætlanin at gera meiri
deild hjá monnum, hvussu nógvar dystir teir hava spælt, hvussu nógv mál teir hava gjørt og hvussu nógv kort teir hava fingið. Júst hesin tátturin var tikin upp í fjør, og eftir at móttøkan var sera góð [...] Estra hevur prentað. Hetta er sættu ferð at árbókin um fótbólt kemur út, og útgevararnir siga, at nógv hava spurt eftir bókini. ? Tey eru fleiri, sum siga, at bókin er karmur um minnini frá farna kapp [...] hetta gevur okkum dirvi at halda fram við útgávuni av hesi árbókini, siga útgevararnir. Í nøkur ár hevur verið roynt at útgeva eina ítróttarárbók eisini, men nú er støða tikin til at steðga við hesi útgávu
men tað var so skjótt, at hann ásannaði, at hann var vilstur í mjørkanum, og at tað loysti seg ikki at ganga. ? Har var einki annað at gera hjá mær, enn at seta meg niður og at bíða til tað gjørdist ljósari [...] eftir og at hann var funnin í øllum góðum. Sýslumaðurin ásannar, at tað er so sjáldan, at leitingararbeið endar soleiðis, sum tað gjørdi hesa ferð: ? Ofta vísir tað seg, at tað verður farið ov seint at leita [...] ætla, at tað var ein lætti at fáa loyvi at bera konuni og teimum avvarðandi góð tíðindi. Eg skuldi undir øllum umstøðum borið teimum boðini, og tað var stuttligt at bera teimum tey góðu boðini, at maðurin
fíggjarmálaráðharranum, at síggja, at fíggjarnevndin metur, at inntøkurnar verða hægri enn tað hann hevur mett.Fíggjar- og búskapardeildin sigur í einari nýggjari meting frá november mánaða, at inntøkurnar hjá [...] sigur, at hvørki Búskaparráðið og Landsbankin rokna við, at tann búskaparligi vøkstur, vit hava havt í 1997, heldur fram í 1998. Eisini vísir hann á, at avreiðingarnar av toski eru minkandi, umframt at kvoturnar [...] din til, at hesar ætlanir verða sleptar, og at játtanin samstundis verður hækkað við 12 mió kr. Sjúkrahúsverkið Tey trý sjúkrahúsini hava trupulleikar við at fáa teir fíggjarligu endarnar at hanga saman