Hey aftur!
Síðan seinast hava vit verið í tveimum londum, nevniliga Thailandi og Malaysia. Vit hava ikki havt so góða tíð til tey londini, ið vit vildu ynskt, men vit ugga okkum við, at vit í hvussu so er hava sæð nøkur av hæddarpunktunum í báðum.
Thailand
Tað var eitt lættilsi at koma úr tí ræðuligu ferðsluni á teimum smølu vegunum í Katmandu, til ta fullkomuliga vælskipaðu ferðsluna í Bangkok, sjálvt um henda var nógva ferðir størri.
Um Thailand er at siga, at landið er sera fjølbroytt, og at stórur munur er á norðara og sunnara partinum. Thailand er eitt landbúnaðarland og er heimsins størsti rísútflytari. Eisini eru teir frammaliga í gummiframleiðslu.
Íbúgvatalið er 54 mio., og 95% av teimum eru buddistar. Tað er vanligt, at einhvør ungur maður gerst munkur í eitt styttri ella longri tíðarskeið av lívi sínum, helst aftaná skúlagongdina og áðrenn hann giftist. Tað eru uml. 200.000 munkar í Thailandi, og teir gera gøturnar eitt sindur meira litríkar í sínum bjørtu gulu kjólum.
Tempul og buddistar
Vit vóru í Thailandi í 15 dagar, og vit hildu tað fara at verða ov tíðarkrevjandi at fara norðureftir. Í Bangkok vóru vit í 4 dagar, og har var ein rúgva at síggja. M.a. sóu vit tann kenda standandi Buddah´in, ið er ein 40 m. høg gullstandmynd. Rundan um eru so fýra ymisk tempul, ið eru ógvuliga flott. Eitt var gyrt við høgum veggum við hillum og glashurðum, og á hillunum stóðu vakurt málaðir vasar og ein lítil mynd av ymiskum fólki. Hetta vóru sjálvsagt urnir, og í roynd og veru ein kirkjugarður rundan um templið.
Eisini sóu vit tað »nýggja« marmortemplið, ið varð bygt í 1899 av Rama V kongi. Tað er gjørt marmori og gulli, alt sum tað er. Har var eisini ein rúgva av buddah-standmyndum frá øllum tíðarskeiðum í thailendskari Buddahlist. Tað var sera vakurt og áhugavert at síggja.
Tann seinasta dagin í Bangkok fóru vit at hyggja eftir »The Grand Palace«. Hetta var fyrr bústaðurin hjá konginum, men er nú latin upp fyri almenninginum. Vit hugsaðu ikki um, at vit skuldu verða í longum buksum og troyggjum við ermum, so vit og tey flestu av hinum ferðafólkunum har, blivu stillaði í eina kø, har vit so fingu niðurdeil/buksir og John eina sera vakra prikkuta skjúrtu! Økið er uml. 275.000 m2 stórt, og hevur eina ørgrynnu av hallum og templum. Eisini virkar ein partur sum stjórnarbygningur, og hesin er ikki opin fyri almenninginum.
Vit gingu runt har meginpartin av einum seinnaparti, og tað var veruliga stórsligið. Templini eru øll pyntað við evarska lítlum spegilsbitum, ið eru lagdir í ymisk »fantasifull« mynstur, ein fyri ein. Tað má hava tikið ótrúliga langa tíð.
Kendast í hesum »kompleksi« er Emerald templið, ið er tað kongaliga templið. Har inni stendur ein standmynd av Emerald-Buddah, ið er skorin úr jaspis. Hon var funnin í tí norðasta partinum av landinum, Chiang Mai, og bleiv flutt aftur og fram, til hon til síðst endaði her. Eg eri ikki heilt vís í hesum, men eg haldi meg minnast, at tað er gamal siður, at hvørjaferð ein nýggjur kongur tekur við, skal hann sova minst eina nátt inni her, til heiðurs fyri Emerald Buddah.
Veðurlagið í Thailandi er nógv heitari enn í Nepal, so vit orkaðu ikki at gera meira enn eitt ting hvønn dag, t.d. tók tað okkum tveir dagar at finna høvuðsposthúsið, og fáa sent ein pakka heim. Hitin gjørdi eisini, at vit ikki fingu sæð so nógv av Bangkok, sum vit vildu ynskt, men tað gevur okkum bert eina góða orsøk at koma aftur.
Úr Bangkok fóru vit suður til fiskibýin Hua Hin. Har vóru vit so heppin at koma at búgva á einum gistingarhúsi, ið tók sær sera væl av gestunum. Hetta var ein hollendskur maður, ið hevdi funnið sær unnustu í Thailandi, og hevði síðan búsett seg har. Hua Hin býur er sum sagt upprunaliga ein fiskivinnubýur burturav, men ferðavinnan hevur sett sera stór spor á býin nú. Serliga eru tað danir og týskarir, ið vitja býin, og tú sært allastaðni skelti, ið siga »wir sprechen deutch«. Hetta við ferðavinnuni hildu vit verða spell, tí býurin var ótrúliga hugnaligur við sínum gomlu upprunaligu thailendsku húsum. Tey eru sera stór, og eru ógvuliga vakurt útskorin, (allir endar og kantar). Niðasta hædd er eitt stórt rúm, ið virkar sum arbeiðsrúm, vaskirúm, uppihaldsrúm, stova og enntá bilskúrur. Eisini hevur hetta rúm hurðar allan vegin runt, ið standa opnar allan dagin, so tú sært beint inn. Tað er ómøguligt at lata vera við at hyggja, og vit dittaðu okkum enntá at taka eina mynd einaferð, men tað bilaði onki. Tey, ið inni vóru, hugdu bert eftir okkum og hava helst hugsað:
»tykkara býttu turistar!«
Festivalur
Meðan vit vóru í Hua Hin var ein stór festival, tey kalla Loy Kratong. Hetta merkir ljósfestival, ið so løgið tað ljóðar var tað sama sum vit upplivdu í Katmandu. Tað vóru tó als ikki teir somu siðir, tey høvdu her. Vit vóru sum sagt so heppin at búgva hjá hesum fitta húski, tí tey tóku okkumbýttu turistar við sær at halda Loy Kratong. Kvøldið byrjaði við, at vit fóru øll somul í tað stóra templið í býnum. Vit vórðu biðin um at gera tað sama sum tey, so vit fóru úr skónum, keyptu roykilsispinnar og blómur, og løgdu okkum á knæ framman fyri tí eini Buddah-standmyndini. Har offraðu vit so blómurnar, meðan tey bóðu. Saman við pinnunum fylgdu nøkur petti av gullpappíri, og hesi skuldu vit so hefta á standmyndina. Hon var øll, sum hon var, fjald av slíkum, og skein sum tað reinasta gull. Vit gingu so vinstrumegin víðari - ØGILIGA umráðandi, vinstrumegin, annars gongur tú móti gudunum, ella okkurt sovorðið - til ta næstu standmyndina, heftu gullpappír á hana, bóðu og fóru aftur víðari til tað seinastu. Meðan alt hetta hendi, gekk Ad, maðurin, runt og tók myndir av okkum úr øllum endum og kantum. Vit skiltu ikki, hví hann slapp frá, men vit vóru glað fyri at hava roynt henda merkiliga sið.
Aftaná fóru vit oman á strondina, har vit keyptu ein blómukrans við einum kertuljósi í. Har vóru ein ørgrynna av handlum fram við vegnum, ið seldu hesar, og hvør var vakrari enn annar. Vit tendraðu so ljósið, gingu oman móti sjóvarmálanum og sendu har kransin út á sjógv. Hetta var fyri »symbolskt« at senda allar sorgir avstað og byrja av nýggjum. Vit hildu hetta verða ein sera dámligan sið, so tað gjørdu vit glað. Tað vóru túsundtals fólk á strondini og gjørdu tað sama, og tað var ótrúliga vakurt at síggja øll hesi ljós fara út eftir havsbrúnni, sjálvt um aldurnar alt ov skjótt koppaðu kransunum og sendu teir á land aftur.
Úr Hua Hin hildu vit leiðina víðari suðureftir, og steðgaðu eina nát tí tí sera deydliga Ranong. Tað einasta har var at síggja, var ein heit kelda, ið eisini var ógvuliga heit. Hon goysti ikki, men prutlaði bert eitt sindur. Vit høvdu ongantíð sæð eina heita keldu fyrr, men vit høvdu tó ímyndað okkum tað nakað øðrvísi. Um kvøldið gingu vit ein túr í býnum, og tað var heilt løgið at verða tey einastu ferðafólkini í býnum. Ongin dugdi enskt, so vit kundu ikki spyrja um nakað, ella steðga at práta við fólk. Maturin var tó sera góður har.
Smáoyggjar
Næsta staðið, Pang-Nga (vit hava fingið eini 10 mátar at úttala navnið, tað nærmasta er helst Pang Nja), var nógv meira áhugavert. Uttanfyri Pang Nga liggja ein ørgrynna av smáum oyggjum, og nógv verður gjørt burturúr at sigla ferðafólk út at síggja hesar. Vit avgjørdu, at vit skuldu fara ein slíkan túr, og fóru saman við fýra øðrum avstað ein seinnapart.
Fyrst sigldu vit inn millum hesar yvirvaksnu, løgnu sjóskógirnar og komu til eina holu, har vit steðgaðu. Maðurin peikaði upp á veggin og fortaldi okkum, at tekningarnar, vit har sóu, vóru 3000 ára gamlar. Vit dugdu ikki heilt at síggja hvat tær vístu, men tað er stuttligt at ímynda sær, hvussu »listamaðurin« hevur livað. Mundi hann nakrantíð hugsa um, at tað hann hevði teknað, fór at verða verandi í so ótrúliga langa tíð? Kanska tað bara var ein listi yvir, hvat hann skuldi minnast til at gera fyri mammu sína.....?
James Bond oyggj
Víðari sigldu vit til eina oyggj, ið vit høvdu glett okkum til at síggja. Vit kendu hana frá James Bond filminum »The Man with the Golden Gun«. Tað var á hesi oyggj, at »The Bad Guy« heldur til við sínum vandamikla vápni. Vit høvdu sæð nógvar myndir av oynni, áðrenn vit fóru, men vit vóru sera bilsin hóast tað. Oyggin er sera lítil í veruleikanum, og var als ikki so grøn og skógarklødd, sum hon var í filminum. Hon minnir ikki sørt um ein vanligan føroyskan drang, men har var onki fuglalív. Vit fóru á land á oynni yvirav, og sjálvt um hetta var ein oyðin, óbygd oyggj, so ýddi har í souvenirhandlum, ið fullkomuliga oyðiløgdu ta annars óspiltu náttúruna á oynni. Har vóru nógvar spennandi holur at ganga ígjøgnum, og vit fingu ein lítlan tíma at ganga við at kanna hesar nærri.
Av hesi oyggj fóru vit víðari til eina lítla muslimska fiskibygd, ið stendur á stolpum á havinum. Har skuldu vit sova um náttina.
John kendi seg ikki so væl, so hann fór beint undir dýnuna, tá vit komu. Halla át saman við hinum 5, og prátið gekk. Rundanum okkum sótu størsti parturin av íbúgvunum í bygdini - og hugdu í sjónvarp! Vit fingu eina góða mynd av teimum.Um hálvgun fimm tíðina um morgunin vaknaðu vit av, at fiskibátarnir byrjaðu at fara út, og tað gongur ikki stillisliga fyri seg. Bátarnir eru hesir upprunaligu »longtailed« bátar, men so hevur okkurt gløgt høvd funnið uppá at seta ein bilmotor í reyvina, fyri at gera teir meira nútíðarhóskandi.
Tað sær sera ófantaligt út, og bátarnir larma ótrúliga illa. Tá teir flestu so vóru farnir út um 6-tíðina, hildu vit, at vit sluppu at sova eina løtu, men tá fór ein hátalari at senda muslimskar morgunbønir út yvir bygdina, uppá henda messandi drynjandi mátan. Tað er sera huatakandi at hoyra vanliga, men ikki kl. 06.00 um morgunin.
Aftaná morgunmatin fór John aftur at leggja seg - hann hevði havt høgan febur kvøldið fyri - og vit 5 fóru ein rundtúr at hyggja ordiligt eftir bygdini. Nú sá hon nógv meira »upprunalig« út, enn hon gjørdi kvøldið fyri. Vit sóu hvussu tey turkaðu rækjur og fisk, og hvussu gerandisdagurin hjá teimum er. Í bygdini er ein skúli, ið tey yngru børnini ganga á. Tey eldru taka bátin inn á fastlandið tíðliga um morgunin, og koma aftur um kvøldið. Eisini er ein moské, har munkarnir hava tikið sær av nøkrum av hesum ungu dreingjunum, ið verða upplærdir til munkar. Tað er løgið at síggja hesar smádreingir ganga runt í tí gula búnanum, og tú kanst ikki lata vera við at hugsa um, um teir vita, hvat teir eru komnir uppí. Men teir hava helst ikki nógv at skula hava sagt, tí tað avger familjan.
Øll á súkklu
Eitt, ið vit alla tíðina máttu ansa okkum fyri, vóru tær ógvuliga nógvu súkklurnar, øll koyrdu á. Hugsa tær, vit eru í eini bygd, ið stendur á stolpum, 10-15 m yvir havinum, »gøturnar« eru hægst 2 m. breiðar, og so súkla tey runt sum um eldur var í afturpartinum. Vit blivu við at síggja fyri okkum, at NÙ detta teir útí, men ongin datt. Og tað vóru heldur ikki børnini, ið súklaðu, nei, tí at meðan børnini vóru í skúla, sluppu páparnir at royna seg, vaksnir menn á lítlum barnasúkklum, við knøunum uppi undir høkuni!
Einaferð hittu vit ein , ið kom koyrandi við ein trillubøru. Á hesi sat ein aggandi gomul, rukkut og tannleys omma og át okkurt úr eini skál. Eg iðri meg um, at eg ikki fekk eina mynd av teimum; tað var ein herlig sjón!
Thailand er kent fyri sínar smáu oyggjar við hvítum strondum og bláum havi, men hesar sóu vit onki til. Vit høvdu frammanundan avgjørt, at vit tímdu ikki at brúka tíð uppá at fara til hesi ferðafólkastøð, tí vit vildu heldur síggja tey meira órørdu støðini. Vit fóru tó ein lítlan túr út til eina av kendastu strondunum, nevniliga Raleigh Beach. Har úti kostaði alt tað trýfaldaða av vanligu prísunum, og vit sóu bara myrkabrún ung fólk, ið hugnaðu sær á sandinum ella við barrina. Vit fóru víðari alt fyri eitt.
Malaysia
Tann 23. nov komu vit til Malaysia. Vit fóru beinleiðis til oynna Penang, ið liggur við vestursíðuna. Eystursíðan av Malaysia er í løtuni mitt í monsunini, so hagar høvdu vit ongan hug at fara. Bussferðin úr Thailandi til Malaysia var sera áhugaverd, tí beinanvegin vit komu suður um markið, broyttist landslagið. Alt tyktist at vera meira skipað og »ruddiligt«, men hetta komst kanska av, at nú var alt akrar og ikki bara jungla fram við vegnum. Tá vit høvdu koyrt eina løtu høvdu vit okkara fyrsta møti við ?The rainy season«. Vit koyrdu inn í eitt æl, og tað OYSREGNAÐI so illa, at tað dryppaði úr airconditiónini. Malaysia liggur í tveimum pørtum, um soleiðis kann sigast. 40% av landinum er í forlongilsi av Thailandi, og restin er norðari partur av Borneo. Íbúgvatalið er 19.5 mio, og tað fyrsta vit løgdu til merkis, var hvussu øðrvísi tey sóu út í mun til thailendsku fólkini. Á ein hátt hildu vit tey síggja meira indisk út, og ein stórur partur av fólkinum er eisini indiskur. Annars er ein stóru partur eisini kinesiskur, malay og so eitt sindur av upprunafólki úr ættarbólkunum á Borneo. So løgið tað ljóðar, so búgva 85% av fólkinum á fastlandinum, meðan bert 15% úti á Borneo. Tíverri hava vit sum áðurnevnt ikki so góða tíð, so ikki var møguligt at fara til Borneo. Hetta hevði helst verið eitt størri upplivilsi, men so verður tað eina aðru ferð.
Penang
Sum sagt komu vit til oynna Penang, og næsta dagin fóru vit út til eitt, tey kalla slangutemplið. Vit høvdu hoyrt , at her skuldi vera fult av livandi slangum, ið »slangaðu« sær runt um í templinum. Templið sjálvt var lítið, minni enn vit høvdu væntað, men vit funnu slangurnar. Hetta slagið av slangum gjørdist ikki meir enn ein metur til longdar, men tær vóru eitrandi hóast tað. Har vóru bert nakrar fáar slangur hendan dagin, so vit vóru eitt sindur vónsvikin, men ein maður segði okkum, at vit vóru óheppin, tí um høgtíðirnar vóru nógv fleiri. Upprunin til templið var, at ein maður kom til Penang við standmynd av einum gudi, og við hjálp av hesi standmynd grøddi hann sjúk. Einaferð hevði hann grøtt ein ríkan mann, ið hevði eina ókenda sjúku, og í takksemi lat maðurin so byggja eitt tempul til standmyndina. Tá templið var liðugt bygt, byrjaðu hesar slangurnar at krúpa inn hagar uttan nakra orsøk, og líka síðani hava tær liva har. Hvørja høgtíð gerast tær fleiri, og ongin dugir at siga, hvaðani tær koma. Hetta ljóðar sera mystiskt, men vit hava prestarnar undir illgruna fyri at halda stýr á mongdini av slangum.
Ein annan dagin fóru vit niðan á eitt lítið fjall, har tú so kanst síggja út yvir alla oynna, og inn á fastlandið eisini. Hesaferð fóru vit ikki til gongu, men við einum sporvogni, ið koyrdi líka niðan. Hann koyrdi beint niðan gjøgnum ta brøttu líðina, og vit hildu allatíðina at kaðalin fór at slitna, og vit fóru við fúkandi ferð omanaftur, men hann helt. Henda útsiktin var ikki tað sama sum hinaferð í Nepal. Nú sóu vit háhús aftaná háhús, og inni á fastlandinum - meira háhús. Munur var á. Og vit vóru samd í, at fjøllini áttu munin.
Kuala Lumpur
Aftaná at hava verið nakrar dagar á Penang, hildu vit, at tíð var at fara víðari, og næsta steðgistað gjørdist Kuala Lumpur, høvuðsstaðurin í Malasia. Vit komu til býin á miðjari nátt, og øll gistingarhúsini vóru full. (ljóðar sum ein ávís jólasøga?) Vit fingu tó einki fjós, men eitt yvirdýrt hotell, har kamarið hevði aircon., sjónvarp, køliskáp, sjónvarp og entá baðikar á wc´inum. Vit svóvu út á seinnapartin, og so fóru vit at hyggja okkum runt í KL. Fyrsti trupulleikin var at koma inn í býin, tí hotellið lá heldur uttarlaga. Vit fingu at vita, hvør bussur fór hagar; tað var lætt nokk. Verri var tá vit komu inn í býin. Vit ætlaðu okkum at síggja handilsøkið í býnum, ið m.a. hevur heimsins hægsta bygning, KL City Center. Vit spurdu tríggjar bussførarar um leiðbeining, men ikki ein kundi greiða okkum frá. Hetta var heldur hugstoytandi . Vit royndu at finna staðið á kortinum, men okkara kort var ov lítið. Staðið var ikki á kortinum. Har var einki at gera uttan at venda nøsini heimaftur, og vit tímdu ikki at fjasa við bussarnar, so vit gingu heim. Omaná alt hatta tvætlið við gistingarhúsi og bussum, tímdu vit ikki meir við KL, so næsta dagin pakkaðu vit saman aftur, og fóru víðari. Vit eru samd í, at hesir verðinsbýir eru ikki nakað fyri okkum bygdafrell úr Føroyum.
Melakka
Seinasta stað í Malaysia vit vitjaðu, var havnarbýurin, Melakka. Hendan býin dámdu okkum stak væl, og hann var tann mest áhugaverdi higartil. Søga hansara gongur langt aftur í tíðina, tí hann hevur altíð verið miðdepil fyri handil í suðureystur Asia. Hann hevur verið á hollendskum, portogisiskum og enskum hondum, og hetta setur stóran dám á býin. Serliga hollendarar gjørdu nógv burturúr at byggja hús og kirkjur, og tí standa hesar typisku hollendsku myllurnar við blómum rundanum, ymsastaðni. Beint við tað, ið fyrr var áarbakkin, er ein heyggjur, og á hesum bygdu portogisar einaferð eina kirkju. Hon bleiv síðan bumbað av hollendarum, og í dag er bert sjálvur múrurin eftir. Hann minnur ikki sørt um kirkjubømúrin, men er nakrar ferðir hundrað ár yngri. Býurin varð fyrst hertikin av portogisum í 1511, tí hann hevði so stóran týdning fyri handilsrutuna eystureftir. Portogisar høvdu ilt við at halda býin, so teir bygdu eitt stórt ´fort´ við áarbakkan. Seinni gjørdu teir eisini ein múr rundanum allan heyggin, og tá so hollendar í 1641 fingu áhuga fyri býnum, tók tað teimum átta mánaðir at taka hann. Teir tóku yvir og bygdu múrin og borgina uppaftur, men tá fraklendingar í 1795 hertóku Holland, fór býurin í enskar hendur fyribils. Hollendar hildu, at búrin fór at verða ógjørligur at taka, so teir tóku og oyðiløgdu múrin og fortið, áðrenn teir fóru heim. Ein enskur herovasti kom í evstu løtu og fekk bjargað sjálvari høvuðsinngongdini til fortið, og hon stendur eftir tann dag í dag.
Tann gamli býarparturin er bygdur av ljósareyðum múrsteinum, ið sigast at verða komnir heilt úr Hollandi. Tað tykist heldur strævið at taka og flyta allar músteinarnar allan handan langa veg, men ein giting er, at skipini førdu vørur heim til Europa, og fyri at skipini ikki skuldu vera ov løtt á veg útaftur, lastaðu teir tey við múrsteinum. Tað er sera vakurt at síggja øll hesi ljósareyðu húsini fram við høvuðsvegnum.
Vit vóru í Malakka í nakrar dagar, og tíðin fleyg avstað, tí tað var so áhugavert. Hagani fóru vit suður til Singapore. Tað kemur ikki við hesaferð. Nú nærkast jólum heima hjá tykkum, og vit vilja ynskja tykkum øllum - vinum, familju, kenningum og lesarum Sosialins eini gleðilig jól og gott nýggjár. Vit koma væntandi at vera á Bali ella Lombok í Indonesia, á jólum, men í góðveðrinum fara vit helst hóast alt at sakna jólini har heima.
Halla og John