Hjá Kirstini Samuelsen og familju hennara í Fuglafirði kundu jólini havt verið so nógv øðrvísi, enn tey nú vera. Leygardagin høvdu hon og hennara alla orsøk at kenna seg rættuliga skelkað, tá lívsins álvari og spurningurin um lív og deyð eftir nøkrum tímum gjørdist meiri nærverandi, enn vit bríggja okkum um. Tíbetur endaði tað væl, og á jólum kunnu hon og maðurin Símun Jóhan Samuelsen og børnini og teirra halda jól, sum tey plaga, men kortini við uppaftur størri takksemi, tí tey vórðu spard, tá tað kundi endað heilt illa.
Ein sólskynssøga
Bløðini verða viðhvørt ákærd fyri at dáma best at gera burturúr, tá tíðindini eru døkk og syrgilig, meðan minni verður gjørt burturúr, tá tað gongst væl, og tá endin er góður.
Soleiðis skal tað ikki vera hesa ferð. Talan er um eina sólskynssøgu, sjálvt um størsti parturin av henni gekk fyri seg í kola svørtum mjørka. Endin var so góður, at ein av teimum, sum ofta hava verið uppií sovornum áður, helt fyri, at hetta var fyrsta ferðin, hann hevði upplivað, at persónurin, sum teir høvdu leitað eftir, var funnin aftur í øllum góðum.
Harutúrurin
Leygarmorgunin um átta tíðina fóru Símin Jóhan Samulsen og svágur hansara, Samson Mikkelsen, at skjóta harur í Lambareyni, sum er eystari armur á Lambavík. Teir eru ikki ókunnugur har, men kortini tók dagurin seg øðrvísi upp, enn teir báðir høvdu roknað við.
Teir høvdu samband við hvønn annan, soleiðis sum teir plaga at hava, men á miðdegi mistu teir hvønn annan burtur. Tá legðist mjørkin so tjúkkur, at tað sást ongan veg.
? Eg rópti fyri at fáa samband við Samson, men eg fekk einki svar. Eg gekk so oman ímóti, har eg helt hann vera, men har var einki at síggja og einki at hoyra, og eg fekk eina undarliga kenslu av, hvat kundi vera hent, tí har sum eg gekk oman, var rættiliga bratt niðurfyri, greiðir Símin Johan Samuelsen frá.
Hann gekk eina lítla løtu, men tað var so skjótt, at hann ásannaði, at hann var vilstur í mjørkanum, og at tað loysti seg ikki at ganga.
? Har var einki annað at gera hjá mær, enn at seta meg niður og at bíða til tað gjørdist ljósari ella til fólk kom at leita. Eg hugsaði um Samson, svágin, sum eg hevði mist sambandið við, og hvat mundi vera vorðið av honum, og so hugsaði eg sjálvandi um konuna og familjuna heima, sum eg visti fóru at vera bangin um meg, tá vit ikki komu aftur til ásettu tíðina.
? Men sjálvur kendi eg meg alla tíðina tryggan. Tað er altíð gott at eiga ein Harra og Frelsara at leita til, og ikki minst í tílíkum umstøðum er tað gott at kenna, at tú eigur ein vin, sum er hjá tær og um teg, tá eingin annar er har. Eg kendi ein fullkomnan frið á mær, og eg legði meg sjálvan og míni kæru í Guds hendur, og eg visti, at hini eisini bóðu fyri mær, greiðir Símin Jóhan frá,
Hin var eisini vilstur
Tá Samson Mikkelsen hevði mist svágin burtur gjørdi hann av at leita upp hús. Hann visti, at hann skuldi ganga undan brekkuni og so til høgru fyri at koma til Lamba, og tá hann hoyri brimið, helt hann seg vera komnan bein. Men tá passaði roknistykkið ikki, tí vindurin var ímóti. Tað átti hann ikki at verið, tí hann var landsynningur í ættini. Tá gekk tað upp fyri Samsoni, at í staðin fyri at ganga heim ímóti bygdini, so var hann á veg út á Mjóvanes, har hann gekk seg fastan í eini rók, sum tað tók drúgva tíð at sleppa leysur aftur av. Hann vendi, og eftir at hava borið kenslu á okkurt, eydnaðist tað honum at koma heim til bygdina, har hann frætti, at Símin Jóhan var ikki komin.
Leitingin
Hóast tey vóru ótolin, so bíðaðu tey eina góða løtu í Lamba, áðrenn tey settu seg í samband við myndugleikarnar og boðaðu frá, at ein maður saknaðist. Versonur Símin Johan Samuelsen eitur Magnus Rasmussen. Hann er bóndi í Lamba, og hóast hann er staðkendur í haganum, so veit hann av royndum, hvussu torført tað er, tá mjørkin sýgur seg oman yvir hagan, sum hann og Niels Weihe eru felags um.
Klokkan 17 fekk løgreglan boðini, og hálvan triðja tíma seinni fóru teir avstað. Fyri uttanfyri standandi kendist tað drúgvt at bíða, áðrenn leitingin varð sett í verk, men Kári Thorsteinsson, sýslumaður í Eysturoy, greiðir frá, hví teir ikki fóru avstað beinanvegin:
? Tá vit høvdu fingið boðini settu vit okkum í sambandi við Vaktar og Bjargingartænastuna. Teir hava ábyrgdina av at leita fram við landinum, meðan vit hava ábyrgdina á landi. Vit settu okkum í sambandi við Havnina fyri at fáa hundarnar norður, umframt at boð vórðu send til bøndur, røktingarmenn, fjalmenn og aðrar, sum eru staðkendir. Tað er av stórum týdningi, at tað bara er staðkent fólk, sum fer at leita, tá tað veit soleiðis við.
? Tá hundarnir eru við, verður leitingin skipað øðrvísi, enn tá hundarnir ikki eru við. Um eingir hundar eru við, so ganga menninir í einari ketu. Tá hundarnir eru við, fara teir og hundaførararnir fyrst avstað, og so ganga hinir, sum leita, eitt sindur aftanfyri og niðanfyri. Tað er sera týdningarmikið, at hundarnir kunnu tevja tað, sum teir leita eftir. Og hetta riggaði stak væl. Løgreglan var í Lamba og á støðini í Runavík, og tað vóru sjálvsagt gleðitíðindi, tá tað frættist, at hundarnir høvdu tevjað tann, sum teir leitaðu eftir og at hann var funnin í øllum góðum. Sýslumaðurin ásannar, at tað er so sjáldan, at leitingararbeið endar soleiðis, sum tað gjørdi hesa ferð:
? Ofta vísir tað seg, at tað verður farið ov seint at leita, og so er skaðin hendur, áðrenn hjálpin kemur fram. Tíbetur var tað ikki soleiðis hesa ferð, og tú kanst ætla, at tað var ein lætti at fáa loyvi at bera konuni og teimum avvarðandi góð tíðindi. Eg skuldi undir øllum umstøðum borið teimum boðini, og tað var stuttligt at bera teimum tey góðu boðini, at maðurin og pápin, sum vit høvdu leitað eftir, var funnin í øllum góðum, sigur Kári Thorsteinsson.
Bar tann, sum tit leitaðu eftir, seg at, sum hann átti í einum sovornum føri?
? Avgjørt. Símin Jóhan hevur verið brandmaður, og hann er vanur at vera uppií, tá slíkar uppgávur koma fyri. Hann bar seg akkurát at, sum hann átti. Hann fann skjótt útav, at hann var vilstur, og í staðin fyri at ganga í ringrás og brúka nógva orku uppá tað og kanska ganga seg í óføri, so helt hann seg á staðnum og bíðaði í tolni.
Tann burturvilsti
Hóast bæði skip og nógv fólk fór at leita, so var tað leingi, áðrenn Símin Jóhan hoyrdi nakað:
? Eg havi ongantíð áður vitað um, at mjørkin er komin so brádliga, og at hann hevur verið so tjúkkur, sum hann var leygardagin uppi í Reyninum. Hjá mær var einki at gera uttan at bíða. Har var ein lítil steinur, sum eg kundi hella rygginum uppat, og haruna, sum eg hevði fingið, legði eg onkuntíð undir høvdið. Fyri at halda hitanum blakaði eg mær og gjørdi aðrar likamligar venjingar.
Hoyrdi tú teir, sum leitaðu, langt frammanundan, at teir komu fram á teg?
? Nei, tað gekk skjótt fyri seg. Eg hoyrdi teir, og so rópti eg, og lat tvey byrsuskot av upp í loft. Aftaná havi eg skilt, at Samson svágur, sum var við teimum, hevði hoyrt meg rópa, og so sleptu teir hundunum leysum. Tá menninir komu til mín, góvu teir mær breyð og ein heitan jakka at fara í. Tá var klokkan fimm minuttir yvir hálvgum eitt, og vit mundu vera í Lamba um tvey tíðina.
Tey har heima
Kirsten Samuelsen og dótturin, Julianna, sum fríggjadagin var komin úr New Zealandi, har hon hevi verið og vitjað skyldfólk í tveir mánar, vóru í Runavík seinnapartin leygardagin og keyptu. Sjálvandi vóru tær kløkkar, tá tær fingu at vita, at maðurin og pápin ikki var komin aftur:
? Vit vóru alla tíðina í Lamba. Fyri okkum tóktist tað at ganga long tíð, áðrenn teir fóru frá húsum at leita, men aftaná havi eg skylt, at tað var sera týdningarmikið, at teir løgdu alt væl til rættis. Vit løgdu alt í Guds hendur. Tað var fantastiskt at kenna, hvussu stóra umsorgan bygdafólkini og onnur, sum komu hagar, høvdu, meðan hetta stóð uppá. Tá teir fóru at leita, fingu teir matpakkar við, akkurát, sum tá teir fara á fjall, og tá teir komu til hús aftur, vórðu teir bodnir inn til eina máltíð mitt á nátt hjá fólki, sum ikki øll nýttust at kenna ábyrgd fyri hesum, men gjørdu tað alíkavæl, greiðir Kirsten Samuelsen frá.
Hon og Símin Jóhan Samuelsen ynskja so hjartaliga at takka øllum fyri tað stóra og framúr góða arbeiðið, ið varð gjørt leygardagin bæði av teimum í Lamba, av løgregluni, Vaktar- og Bjargingartænastuni og øllum hinum, sum hjálptu til og hugsaðu um tey.
? Vit ynskja øllum hesum og landsmonnum okkara annars eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár, heilsa tey bæði, sum við serligari gleði fara at halda jól saman við sínum kæru.