Fíggjarlógin til aðru viðgerð

Uppskotið um løgtingsfíggjarlóg fyri 1998 var til aðru viðgerð í gjár. Fíggjarnevndin hevur býtt seg í ein minniluta, Jóannes Ejdesgaard, og í ein meiriluta við øllum hinum umboðunum í fíggjarnevndini

Meirilutin í fíggjarnevndini hevur lagt álit til fíggjarlógina fram, sum hækkar yvirskotið á fíggjarlógini úr 18 mió kr. upp í 49 mió kr.

Meirilutin roknar við, at inntøkurnar hjá landskassanum verða 53 mió kr. hægri enn tað, landsstýrið metti í upprunaliga uppskotinum. Samstundis hevur meirilutin gjørt broytingar á ymiskum greinum, sum samanlagt geva landskassanum eina eykaútreiðslu upp á 22 mió kr.


Inntøkurnar hækkað

Tað man vera hugaligur lesnaður hjá fíggjarmálaráðharranum, at síggja, at fíggjarnevndin metur, at inntøkurnar verða hægri enn tað hann hevur mett.Fíggjar- og búskapardeildin sigur í einari nýggjari meting frá november mánaða, at inntøkurnar hjá landskassanum verða 53 mió kr. hægri, enn mett varð fyrr í ár.

Virksemið í landinum er økt, fíggjar- og búskapardeildin sigur, at lønarvøksturin í 1997 hevur verið 7 %. Við hesum í huga verður mett, at inntøkurnar hjá landskassanum hækka við 37 mió kr.

Meirilutin í fíggjarnevndini roknar við, at útlutingin frá Føroya Banka verður uppá í minsta lagi 75. mió kr. í 1998.

Landskassans partur av hesi upphædd verður tí mettur væl hægri enn fyrr. Í uppskotinum frá landsstýrinum var roknað við inntøkum uppá 32,5 mió kr, men meirilutin roknar við, at hetta tal verður 48,5 mió.

Minnilutin Jóannes Ejdesgaard ger í sínum áliti vart við, at ikki alt er so gott sum tað sær út. Hann sigur, at broytingarnar í inntøkunum stava frá umstøðum, sum eru komandi og farandi, sum hann tekur til.

Jóannes Ejdesgaard sigur, at hvørki Búskaparráðið og Landsbankin rokna við, at tann búskaparligi vøkstur, vit hava havt í 1997, heldur fram í 1998. Eisini vísir hann á, at avreiðingarnar av toski eru minkandi, umframt at kvoturnar í Barentshavinum eisini minka í 1998.


Fólkapensiónin

Allir flokkarnir í fíggjarnevndini taka undir við at hækka játtanina til pensiónslógina við 12 mió. kr. Ætlanin hevur verið at broyta lóggávuna, soleiðis at peningur kundi sparast, men onki uppskot er lagt fram enn. Nú mælir fíggjarnevndin til, at hesar ætlanir verða sleptar, og at játtanin samstundis verður hækkað við 12 mió kr.


Sjúkrahúsverkið

Tey trý sjúkrahúsini hava trupulleikar við at fáa teir fíggjarligu endarnar at hanga saman. Neyðugt verður við eini størri játtan, enn landsstýrið upprunaliga hevði ætlað.

Meirilutin í fíggjarnevndini hevur tí játtað at økja játtanina til raksturin av sjúkrahúsunum við 7 mió krónum. Tað eru lønarútreiðslurnar sum verða størri enn væntað. Tær 7 mió verða býttar soleiðis, at Landssjúkrahúsið fær 5 mió, Klaksvíkar Sjúkrahús fær 1,2 mió og Suðuroyar Sjúkrahús 0,8 mió kr.

Jóannes Ejdesgaard ger í sínum álitið vart við, at ein meirjáttan til sjúkrahúsverkið, er alneyðug. Hann kann tó ikki taka undir við háttinum hjá meirilutanum. Jóannes Ejdesgaard heldur ikki at grundarlagið fyri býtinum er rætt, og heldur, at fíggjarnevndin ístaðin skuldi havt markað upphæddirnar, eitt nú til psykiatriska viðgerð.

Hann heldur, at arbeiðið hjá meirilutanum minnir mest um foreldur, sum býta út lummapengar til børnini. Tey stóru fáa meiri enn tey smærru.


Íløgur í undirsjóvartunnil

Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til, at samlaðu íløgurnar á fíggjarlógini verða hækkaðar við 11,8 mió kr. Mælt verður millum annað til at hækka íløgujáttanina til Strandferðsluna við 16,8 mió kr.

Størsti parturin av hesi øking verður brúktur til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund. Á fíggjarlógini fyri 1998 verða 10,3 mió lagdar í ein grunn, sum skal brúkast til hetta arbeiðið. Meirilutin staðfestur í álitinum, at ongar lógir og reglur eru í løtuni, og skjýtir í tí sambandi upp, at ongir pengar kunnu brúkast úr grunninum, fyrr enn hesi viðurskifti eru komin upp á pláss.

Jóannes Ejdesgaard er ikki samdur við meirilutanum um undirsjóvartunnilin. Hann heldur at Løgtingið fyrst skuldi fingið loyvi til at taka støðu til, um byggjast skal ella ikki. Samtykkir Løgtingið at fara undir arbeiðið, skal peningur játtast á beinleiðis fíggjarlógini, og ikki sum í hesum føri, í ein grunn.

Annars heldur hann, at alt kjak um undirsjóvartunnil í løtuni er ein glantrileikur. Løgmaður, sum umsitur samferðslumál, er ikki sinnaður at gera lógararbeiðið fyri grunnin, men kann draga vágatingmenninar uppá tráð í eina tíð.

Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum tekur heldur ikki undir við íløguætlanum hjá meirilutanum. Hann sigur í sínum viðmerkingunum til álitið, at hann ikki metir tað vera rætt at seta pening í grunn til eitt nú undirsjóvartunnil. Hann metir ikki, at føroyski búskapurin enn er styrktur nóg mikið til at farast kann undir so stórar verkætlanir.

Finnbogi Ísakson sigur tó, at hann væntar, at undirsjóvartunnlar verða gjørdir um nøkur ár. Bæði undir Vestmannasund og undir Leirvíksfjørð.


Nýtt sandoyarskip

Í álitinum hjá meirilutanum verður skotið upp, at játtaðar verða 6 mió kr. til umvæling og nýgerð av strandfaraskipum.

Tróndur, sum siglir um Skopunarfjørð, er bæði gamal og slitin, og tí verður mett, at best er at byggja nýtt skip til hesa sigling. Meirilutin skjýtir upp at seta 1 mió kr. av til projekteringsarbeiði í sambandi við gerð av nýggjum skipi til hesa uppgávuna.

Másin hevur í nógv ár røkt siglingina til Svínoyar og Fugloyar og elli er eisini fari at setast á hann. Klassin hevur kravt, at stýrhúsið, innleggingar og salongin skulu skiftast út av trygdarávum. Samstundis verður mælt til, at hann verður longdur 2 metrar, soleiðis at hann gerst róligari í sjónum.

Av tí at mett verður, at skipið er so vælegnað til hesa sigling, verður mælt til at játtað 5 mió kr. til hetta arbeiðið.


Uttanlandsskuldin og gjaldførið

Allir flokkarnir eru samdir um, at uttanlandsskuldin er ov stór, og at hon skal niðurgjaldast. Teir eru bara ikki samdir um, hvussu hetta skal gerast.

Landdstýrið skjeyt í sínum uppskoti upp at selja lánsbrøv fyri 470 mió kr. Hetta heldur meirilutin ikki vera rætt. Meirilutin heldur 270 mió vera nóg mikið. Harafturat heldur meirilutin, at tær 170 mió sum fella til gjaldingar næsta ár, skulu gjaldast av landskassanum, og ikki endurfíggjast av dønum.

Jóannes Ejdesgaard ger í sínum viðmerkingum vart við, at gjaldføri landskassans er ikki so gott, sum sagt verður. Lógarkravið er 15 % av BTÚ, sum svarar til 870 mió kr. Tað er bara ikki altíð, at hetta kravið er uppfylt.

Í minnilutaálitinum skjýtir hann upp, at skipast skal so fyri, at tað, sum verður tikið av gjaldføri landskassans, eigur at verða lagt í aftur við einum tilsvarandi yvirskoti á fíggjarlógini.

Jóannes Ejdesgaard ger eisini vart við, at tað skal so lítil broyting til, fyri at tølini broytast skeivan veg. Rentan, sum er so øgiliga lág í løtuni, skal bara kvinkast eitt lítið sindur tann skeiva vegin, so merkir tað stórar eykaútreiðslur fyri bæði almenna og privata partin av føroyska húsarhaldinum.


Í síðstu løtu

Tað er í síðstu løtu, at fíggjarlógin kemur fyri aftur. Lógin skal verða samtykt áðrenn 1. januar 1998 Kjakið í Tinginum verður óivað bæði drúgt og hvast.