Blikur sakk undan landnámsmonnum

Tann 24. juli 1963 sakk fyrsti Blikur hjá Skipafelagnum Føroyar á veg úr Føroyingahavnini til búplássini hjá føroysku útróðrarmonnunum. Hans Jørgensen, lærari úr Miðvági, sum skuldi til Grønlans at rógva út, var við Bliki hendan seindasta og minniliga túrin

Hans Jørgensen skrivar


Hósdagin, 11. juli 1963 lá fyrsti »Blikur« hjá Skipafelagnum við Havnar kei og gjørdi klárt at fara til Grønlands við útróðrarmonnum. Útróðrarbátarnr vórðu hivaðir umborð og settir á dekkið, har teir vórðu væl og virðiliga surraðir.

Tá lagt varð frá landi fyrrapartin, høvdu 60 útróðrarmenn funnið seg til rættis í aftaru yvirlastini. Koyggjur vórðu settar upp í smáum býlingum, tríggjar undir- og tríggjar yvirkoyggjur.

Manningin var 16 mans. Haraftrat var Niels Winther Poulsen, sum tá var landsstýrismaður og Eyðun Thomassen í Sørvági, sum júst hevði tikið skiparaprógv og skuldi nakað seinkaður til sítt bátalag í Borgshavn. Tilsamans vóru sostatt 78 fólk við »Bliki« hesa minniligu ferð yvir um hav til Grønlands.


Hugnaligur túrur

Málið var Eggersø á Kappanum. Har skuldi m.a. eg rógva út saman við teimum hjá Birtu-Tummas Jacobi: John, Arnold, sum báðir eru farnir í bestu árum, Andreasi, Kristiani og Karl. Aftrat brøðrunum vóru eisini Henry hjá Bernhardi, sáli, Albert í Gerðinum, Aksal Niclassen allir úr Miðvági og Jóannes Henriksen, búsitandi í Sandavági. Eg skuldi vera kokkur.

Túrurin yvir til Grønlands var góður. Veðrið var av tí fagrasta allan vegin yvireftir. Tað var ónatúrliga spennandi, og eitt sindur løgið at fara avstað. Nógvir javnaldrar mínir vóru við, og fleiri av vinmonnum mínum, millum aðrar Jóannes bróðir, Mannbjørn og Sjúrður hjá Áar-Dánjali. Teir skuldu eisini yvir at rógva út men við øðrum bátalag.

Vit høvdu tað sera hugnaligt umborð.

Ein fuglfirðingur, tey kallaðu Mussi, beiggi hansara og ein nólsoyingur vóru óførir tónleikarar. Hesir fingu lív í felagssangin, og nógv varð sungið. Serstakliga sjómansvísurnar rungaðu í lastini, men Føroya fólks var eisini frammi, meira enn so.

Kortini vóru frammi og telvað varð óført á ferðini.

Møti var eisini umborð, og tá vóru tað eisini nevndu musikkarar, ið stóðu fyri tí tónleikaliga.

Onkur hevði fullan sekk av turrum seiði við. Tað sótu vit so og telgdu og ótu aftur við góðum spiki.

Nógv sovorðið hugnaligt er at minnast til.


Løgdu stilt við Kangerluk

Tá ið vit komu yvir ímóti Prins Christianssund, var nógvur smáísur at síggja. Tosað varð um, hvat frægast var at gera. Men teir, ið skuldu taka avgerðirnar, hildu, at vit skuldu halda á og sleppa okkum innum ísin. Ógvisligar ristingar fóru ígjøgnum skipið, og teimum eldru monnunum dámdi einki. Enok Joensen úr Sørvági var ein teirra. Hann risti á høvdinum, tá ið hann kendi stoytirnar.

Komnir nærri landi gjørdist ísurin til sanna ísbrúgv. Men kortini varð siglt spakuliga inn, og longur inn vit komu, tynri gjørdist ísurin. Endin var so, at vit tíðliga mánamorgun, 15. juli, løgdu stilt uttan fyri Kangerluk, sum er ein fjørður á Eggersø. Har ætlaðu teir, at vit skuldu seta okkum niður. Seinni varð hildið inn á fjørðin.

Teir ivaðust í, um besta plássið mundi vera har, ella okkurt annað stað á oynni mundi vera betur hóskandi. Bátur varð tí settur út, og formenninir fóru at kanna umstøðurnar. Men skjótt funnu teir útav, at besta havnin var júst her, vit lógu.

Fjørðurin er 4 fjórðingar. Brattar líðir vóru báðumegin. Men har var so vakurt og so grønt, sum í nakrari skor heima. Gras, lyngur, og nógv ber vóru allastaðni at síggja. Onkustaðni vóru eisini smáir runnar.


Funnu búplássini

Níggju vóru bátaløgini, flest tveir bátar í hvørjum. Formenninir fóru í land at finna tey hóskandi plássini. Ymiskt var at taka støðu til, tá menn skuldu gera av, hvar best varð at seta seg niður. Tað skuldi verða møguligt at leggja at landi við teim stóru seksæringunum, onkur var 33 fót, lossikranar skuldu kunna festast í helluna til hiva fisk o.a. upp á land, tí stórur munur er á flóð og fjøru haryviri, hóskandi lendi skuldi vera at seta skúrarnar á, og nóg mikið av góðum vatni mátti eisini vera á staðnum.

Tað gekk væl at finna níggju hóskandi búpláss. So varð kastað lut. Tá tað var avgreitt, vórðu allir útróðrarbátarnir flotaðir, og timbur og annað gott tilfar flutt í land. So varð smíðað av kraft. Longu sama kvøldið kundi flytast inn.

Alt annað, sum vit høvdu við, varð eisini flutt í land. Tað mundi vera eitt fat av olju ella bensini til hvønn bátin, proviantur og tað, menninir høvdu við sær av persónligum viðføri.

Mikumorgun, 17. juli var liðugt at lossa. Blikur helt so leiðina norður í Føroyingahavnina. Ein partur av útróðrarmonnunum skuldi við.


Knossaðust í Føroyingahavnini

Eg hevði ikki áður verið í Grønlandi, og eg var glaður at sleppa við. Vit vóru í Føroyingahavnini tíðliga leygarmorgun 20. juli.

Á vegnum norðureftir settu vit Eyðun av uttanfyri Borgshavn. Har kom bátur út eftir honum.

Í Føroyingahavnini tóku vit olju, bensin til bátarnar og annað, sum brúkast skuldi um summarið. Haraftrat vórðu bátar, sum útróðrarmenninir høvdu standandi í Føroyingahavnini frá árunum frammanundan, tiknir umborð at hava við suður aftur. Vit skuldu m.a. hava Kirstin, stóra sekæringin hjá Kristiani og skúrin, sum John og teir høvdu havt har í mong ár. Hann skuldi nú eftir ætlan setast upp aftur suðuri á Kappanum. Alt fekst ikki í »Kirstin«, men mátti sleipast langa leið til Blik, sum lá við bryggjuna undir Nordafar, m.a. gólvið í skúrinum, sum varð sagað sundur í tveir lutir.

Tað var eitt grúuligt knoss. Men einki er óført hjá røttum, ungum útróðrarmonnum. Fyri hesar menn var tað bara ein sjálvfygja.


Fylgdu ráðunum

frá »Disko«

Mánanáttina 24. juli nærkaðust vit aftur Eggersø.

Men tá var ísurin nógv tættari, enn tá ið vit fóru norðureftir. Vit ætlaðu fyrst at fara inn gjøgnum nøkur sund har norðanfyri, men tað var ikki hugsingur um at koma ígjøgnum tøttu ísbrúnna. Vit fóru so suður um Kappan, og ætlaðu so norður aftur ígjøgnum ísin. Har vísti tað seg at vera eitt sindur frægari. Men longur vit komu inn, tættari gjørdist ísurin, og mikunátt vóru vit í nógvum og tøttum ísi.

Flakarnir gjørdust bara størri og størri. Vit royndu at sigla, men illa gekst.

Skiparin hevði samband við grønlendska ferðamannaskipið »Disko«. Føroyingur var skipari og vælkendur við farvatnið har um leiðir. Hann helt bestu ráðini vera at fara norður aftur vestanfyri, tí har var ísurin minkaður so mikið, at sleppast kundi inn um ísbrúnna og so bar til at sigla innanskers.

Ráðini vórðu fylgd, men ætlanin ikki fullførd, tí meðan stákast varð við døgurða, síggja vit, at menn ganga so nógv fram gjøgnum lastina, fram í forpikkin. Døgurðin varð tó etin í øllum góðum, og meg vardi ongan vanda.


Skipið søkkur!!!

Beint eftir døgurða fóru Mannbjørn og eg at vitja Sjúrð, sum var forkølaður og tí hevði fingið kamar at vera í. Meðan vit sita og práta, legðist skipið meira og meira. Kúgveygað var opið, og tað fór at sprutta inn ígjøgnum. Vit lótu so kúgveygað aftur. Vit hildu, at veðrið versnaði bara, og gjørdu so av, at skalka lúkuna fyri eisini. So fer Mannbjørn út, men kemur brestandi inn aftur og rópar: »Upp á dekkið beinanvegin, skipið søkkur«. »Tú tvætlar«, siga vit, vit trúðu honum ikki. »Nei, tað veit Gud, tað er sannheit, tit mugu koma upp beinanvegin, tí vit skulu í bjargingarbátarnar, og tit taka einki við tykkum. Tað eru boðini av brúnni.«

Hetta mátti takast í álvara, og vit fóru so upp á dekkið. Men eg fór kortini niður aftur í lastina, læt meg í ullint undirklæði, og tók so bíbliuna, sum eg hevði fingið frá abba og eina brennivínsfløsku, sum eg hevði keypt. Hetta var fyrsta brennivínsfløska, eg hevði keypt í lívinum.

Brennivínsfløskuna hevði eg ætlað at taka við, tí eg hevði hoyrt, at tað skuldi vera gott at hava, um ein fór at verða kaldur og illa til passar. Og bíblian var mær ein dýrgripur, tí hon var arvagóðs. Abbi var so sera góður við meg, og vit vóru navnar. Navnið stóð prentað við gullstavum í permuna. Kundi brennivínsfløskan fara at verða hent, so var Gudsorðið ikki minni fløgin og uggin í neyðarstund.


Loysa Bátarnar

en so líðin var eg boðunum frá myndugleikanum tá, at eg legði bæði aftur.

Eg leyp síðan upp aftur á dekkið, og fór saman við øðrum at loysa útróðrarbátarnar, ið stóðu á dekkinum. Teir vóru »Kirstin? hjá Kristiani og »Snekkjan« úr Famjen. Í lastini vóru Áarbáturin og tann hjá Gimma í Vestmanna.

Tá vit komu aftur, vóru menn har í ferð við at flota bjargingarbátarnar. Fyrst varð stýriborðsbátur settur út. Hann hevði motor. Maskinstjórin, Knút Nolsøe, var leiðari á tí bátinum. Í bátinum sótu Knút og tvær skálakonur, sum høvdu verið í Føroyingahavnini og vitjað menninar. Nú vóru tær á veg heimaftur við Bliki. Tá báturin fleyt fóru fleiri mans niður í hann eftir taljuendanum. Ein teirra var tann ungi deksdrongurin, Eyðun Waagstein. Tá hann skuldi loypa fer báturin frá skipinum. Har hekk hann so eina góða løtu í endanum. Tað kundi enda galið, men tíbetur orkaði hann at halda, til báturin kom innaftur at skipssíðuni..


Lætt at koma í bátin

Stýrimaðurin, Hanni við Rætt av Toftum, var formaður á bagborðsbáti. Í tann bátin fóru millum onnur Niels Winther Poulsen og tveir havnamenn, sum komu við úr Føroyingahavnini, so ferðafólkini vóru nú fimm.

Fýra gummibátar vórðu eisini blakaðir uttanborðs.

Tað kendist ikki torført at leypa niður í gummibátarnar, men tað mátti tó gerast við skili, tí í stýriborð var nú høgt at leypa, tí slagsíðan var vorðin so stór. Men vit vórðu væl kunnaðir um, hvussu farast skuldi fram. Leypast skuldi so, at vit komu so flatir sum møguligt niður á takið fyri ikki at skræða hol á bátin. Tað gekk av tí allar besta. Eg haldi ikki, at nakar varð so frægt sum vátur um beinini.

Vit mundu fara í bátarnar um tvey tíðina seinnapartin, 24. juli.

Men tríggir mans vóru eftir umborð á »Bliki«, tá vit løgdu frá borði. Teir vóru skiparin og tveir dekkarar. Teir vóru umborð so leingi sum møguligt, fyri at hava samband við land.

Í síðstu løtu fóru teir í tann eina gummibátin og yvir til okkara.

Allir bjargingarbátarnir vórðu bundnir saman við maskinbátinum á odda, og hildið varð so frá søkkandi skútuni fyri ikki at fara til botns saman við henni.

Stutt eftir, fór tann eini útróðrarbáturin akandi av skipinum, og hann fleyt væl og virðiliga. Farið varð eftir hesum vælsignaða báti, sum var »Snekkjan« úr Fámjin. Tað sást ikki løstur á honum á nakran hátt.

Nú høvdu vit ein eyka bjargingarbát. Tað var sera gott at hava hann afturat, tí hann var so nógv størri enn hinir bátarnir. Vit føldu okkum nógv tryggari, tá ið tann báturin eisini var hjá okkum.


Søgdu »Bliki« farvæl

Vit fingu nú at vita, at tvey skip og ein flúgvari vóru á veg til okkara. Skiparin hevði, áðrenn hann kom í bátin, havt samband við týska hjálparskipið »Posaidon« og vestmannatrolaran »Jóanes Fonsdal«, sum kundi vera frammi hjá okkum seinni um kvøldið.

Við »Fonsdal« var millum aðrar Ólavur, svágur. Hann var ikki svágur mín tá, men nærmasti granni og vinmaður. Eg var sera spentur, og tað var Ólavur við, um teir fóru at verða fyrstir til okkara.

Flúgvarin mundi vera hjá okku um fýra tíðina. Hann fleyg uppi yvir okkum eina góða løtu. Hetta gav okkum gott mót. Nú sóu vit við okkara egnu eygum, at samband var við umheimin.


Henda mikudag seinnapart 24. juli 1963 um fimmtíðina ella gott tað, fekk »Blikur« so nógva slagsíðu, at hann tók inn ígjøgnum ventilarnar á bátadekkinum, og tá gekk tað skjótt. Hann sakk longur og longur í reyvini, og skjótt varð eitt veldugt buldur. Lastalúkurnar skutust av. Tað físti og buldraði, og skjótt fór »Blikur« eftir reyvini niður í bláa dýpið. Tað síðsta, vit sóu til hetta stásiliga skip var, at tað líkasum í deyðskrampa skeyt kroppin upp í sjónum við gronini beint upp í loft, fyri so við einum ønskriligum, óhugnaligum físi at geva upp ond. Ein vatnsúla, sum mest minti um eitt stórt springvatn, stóð upp úr gronini, og so var »Blikur« burtur. Hesa løtuna stóðu allir menn uppi í bátunum við húgvuni í hondini. Á henda hátt sýndu vit Bliki síðsta heiður.


Einsamøll í verðini

Tað var eitt grúiligt tómrúm, ið tá varð. Vit kendu okkum púra einsamøll í verðini har úti á endaleysa havinum.

Tá ið menn sita soleiðis í einum lítlum trongum gummibáti úti á víðum havi, og eingin størri eind er í nánd, so er tað ymiskt, sum menn eru til. Eingin okkara hevði verið í gummibáti fyrr. Meginparturin av fólkinum vóru rólig, ikki minst konurnar, men onkur hevði tað ikki so gott.

Tann eini maðurin flutti fleiri ferðir ímillum bátarnar. Annars var eingin hurlivasi (panikkur) av nøkrum slag at merkja. Alt virkaði so væl skipað, og veðrið var gott.

Av tí at eingin áður hevði verið í gummibáti, vóru menn varðnir. Í okkara báti vóru menn í góðum árum. Eg var yngstur. Eg dugdi eitt sindur av eingilskum, so eg fór at lesa í brúksanvísinginum. Har stóð m.a., at botnurin skuldi pumpast upp fyri at halda kuldan frá sjónum mest møguligt burtur. Eg fann pumpuna fram og fór at pumpa. Tað dámdu teimum einki. Teimum dámdi ikki, at nakar fór at pilka við, tí mann kundi altíð gera onkran skaða. Og rætt høvdu teir, tí vit royndu skjótt, at álvarsamur skaði kundi henda, um ikki rætt varð atborið. Tí tá ein rakett varð send úr tí eina bátinum, fór hon ikki upp í loft, sum ætlað, men eftir sjónum og kundi gjørt hol á gummibátarnar. Men til alla lukku hendi eingin skaði.


Fekk ikki

pissað fyri konunum

Meðan vit sótu í bátinum, vildi eg so ræðuliga illa pissa. Eg ætlaði at pissa útum. Men dekan fari, tað fyrsta, eg síggi, er í fjesið á hesum báðum damunum, og ikki fekk eg dropan út. Tað var eingin kjansur. So fór eg hinumegin, men har var eisini bátur. Tað riggaði heldur ikki. Eg var um at spreingjast og visti ikki, hvat eg skuldi gera. Men ein plastikkposi var í bátinum, og eg fekk so pissað í hann. Tað dámdi teimum eisini illa, tí eingin visti, hvat vit kundu fáa brúk fyri. Men eg skolaði plastikkposan væl í sjónum, og legði hann aftur.

Tá ið vit høvdu flotið soleiðis í nakrar tímar aftrat, sóu vit skip langt burturi, men teir høvdu ikki sæð okkum. Í somu løtu køvdi hann av í mjørka. Hetta var sera óhugnaligt, tí nú høvdu vit sæð okkara bjarging so nær, og so varð hon burtur aftur fyri okkum. Theodor Heinesen, 2. stýrimaður, var ein sera sinniligur maður. Hann lyfti eitt radarrefleks upp í loft, og løtu seinni kom skipið spakuliga út úr mjørkanum. Tað var ein ótrúligur lætti og ein grípandi løta.

»Posaidon« var hjá okkum kl. hálvgun níggju um kvøldið. Vit høvdu sostatt ligið hjálpaleysir á havinum í hálvan sjeynda tíma.

Ná, men »Posaidon« varð framkomin, og vit verða tiknir umborð.

Vit komu so umborð í henda vælsignaða »Posaidon«, henda týska umsjónarbátin. Tríatiátta fólk skuldu herbergast, 17 útróðrarmenn, hesar báðar konurnar av Skála, Niels Winther Poulsen og teir báðir ferðamenninir, sum komu umborð í Føroyingahavnini.

Tað var ikki heilt lítið av fólki at fáa umborð á eitt sovorðið skip. Men rúmligt sýntist at vera umborð, millum annað vóru tvey hospital. Har kundu fleiri mans sova. Annars fingu vit koyggju hjá manningini. Eg varð innkvarteraður hjá hovmeistaranum saman við bátsmanninum á »Bliki«, Patzy, ein stórur og prúður tvøroyrarmaður.

Vit vórðu sera væl móttiknir. Fingu gott at eta, um kanska ikki júst tað, ið vit kundu hugsað okkum. Vit fingu týskan sjómanskost, súpan við kjøti og grønmeti í. Skjótt vóru vit heit og væl til passar.

Menn umborð vóru eisini sera blíðir og hampiligir at tosa við. Ein eldri lágur, myrkhærdur maður var 2. stýrimaður. Hann tosaði eg nógv við og kundi royna mítt týska. Tað gekk ikki altíð eftir bókini, tí tá eg kom inn á brúnna til hansara ta einu ferðina heilsi eg á gøtutýskum: »Wo geht es?« og hann svarar: »zum Reykjavík«. Eg ætlaði at siga: »Hvussu gongur tað?« og so eitur tað: Wie geht es.

Eg haldi, at vit høvdu ikki siglt í meir enn umleið ein tíma, tá brast hann á við ódnarveðri. Veðrið var so ringt, at ikki bar til at sigla við fullari ferð.


Hildu til Reykjavíkar

Skipið var á veg til Reykjavíkar, og avgjørt varð at halda leiðina fram, heldur enn at seta inn aftur í Grønlandi við okkum.

Sunnumorgun, 28. juli, sjálvan ólavsøkuaftan klokkan tíggju, vóru vit á Reykjavík. Har var hópur av fólki ímóti okkum á bryggjuni. M. o. vóru nógv blaðfólk, og bløðini vóru á tremur við myndum og frásagnum um føroysku skipsbrotsmenninar.

Vit fingu innivist á einum sjómansheimi tætt við bryggjuna í Reykjavík. Har fingu vit bæði mat og song og høvdu tað gott.

Hetta var, sum áður sagt, sunnumorgun, og beint sum vit høvdu etið, fingu vit boð um, at nú skuldu vit fara í býin at fáa okkum nýggj klæði. Umboð fyri Skipafelagið Føroyar komu við okkum í ein klædnahandil í gøtuni niðri við havnina. Vit høvdu jú mist tað mesta, men fingu so hampilig klæði at ganga í á heimferðini.

Flogsamband varð júst komið í lag millum Íslands og Føroya. Ætlanin var, at vit skuldu heim við leiguflogfari beinanvegin, men líkindi vóru ikki at lenda í Vágum, og máttu vit tí bíða til dagin eftir.

Um kvøldið fóru vit túr í býin. Eg gloymi ikki, hvussu vakrar eg helt tær íslendsku genturnar vera. Tær festu seg so fast í sinnið, at eg altíð hugsaði, at soleiðis skuldi mín genta síggja út. Trý ár seinni kom eg aftur til Reykjavíkar at rógva út. Eg leitaði trúliga eftir gentunum, eg hevði sæð hitt minniliga sunnukvøldið, men tær vóru ikki til. Genturnar í Reykjavík vóru einki serstakt. Aftaná havi eg hugsað, at tann serliga støðan, ein var í, fyrst at vera í vandastøðu, og so knappliga at verða bjargaður og hava tað so gott, helst hevur havt sína ávirkan á ein 18 ára gamlan ungling.

Veðrið varð verandi keðiligt, men út á ólavsøkudag varð farið av flúgviplássinum í Reykjavík á veg til Føroyar.


»Neyðlendu« á Egilsstøðum

Ovfarakæti var á monnum. Summir fóru at skemta við, at roykur og neistar komu úr motorunum, at olja lak undan veingjunum o. s. fr., løgið skemt kanska. Tá vit soleiðis høvdu flogið yvir Íslandi í smáar tveir tímar, nú síggi eg, at flúgvarin missir flogið og fer longur og longur niður. Eg síggi ein beinan veg undir okkum frammanfyri, og hugsi: »Hvat Sørin, nú neyðlendir hann. Hví sigur flogskiparin einki?« Eg var deyða ræddur, og eingin segði nakað. Eg spenti føturnar í dúrkið og síggi beint undir okkum eina á renna. Spurningurin er bara, um vit klára at koma um ánna og yvir á vegin.

So setir flúgvarin seg. Og nú vísir tað seg, at hann hevur sett seg á flúgviplássið á Egilsstøðum. Tað var ikki lendandi í Føroyum, og tí millumlendu vit á Egilsstøðum. Har skuldu vit so verða, til floglíkindi vórðu aftur.

Seinni fekk eg at vita, at allir vóru í somu støðu, sum eg. Vit hildu, at enn eina ferð var boð eftir okkum, og at ætlanin altíð var, at vit skuldu ikki síggja okkara kæru aftur.

Vit vórðu hýstir á einum stórum bóndagarði á Egilsstøðum. Har fingu vit song og mat. Har var gott at vera, men forargiligt, tí vit vildu sleppa heim til ólavsøku.

Mikumorgun, 31. juli sluppu vit til Føroyar.

Flogið varð tvær ferðir. Vit útróðrarmenn sluppu við fyrru ferðina. Flúgvarin fór so yvir aftur til Reykjavíkar eftir manningini og ferðafólkunum.

Á flúgviplássinum í Føroyum var mikil móttøka. Nærum øll oyggin var ímóti okkum. Gleðin var stór at fáa øll hesi fólkini aftur í øllum góðum.

Soleiðis endaði landnámsferðin hjá mær summarið 1963.



VIL FEGIN FRÆTTA MEIRA

Er tað onkur, ið veit okkurt áhugavert um hendan seinasta túrin hjá Bliki, ella hevur onkrar myndir av áhuga - ella okkurt annað, so er høvundurin sera áhugaður at frætta. Til ber at venda sær til Sosialin, 11820 lok 14 ella at venda sær beinleiðis til Hans Jørgensen, 32318