Stákast óført til jóla

Tey eru átta í tali, sum halda jól úti á eini av heimsins minstu og fjarskotnastu bygdu oyggjum - Stóru Dímun

Tær eru neyvan nógvar av slagnum í heiminum - so smáar og fjarskotnar oyggjar - har bert eitt húski búleikast og kann halda jól - sum júst okkara egna Stóra Dímun.

Og hóast her hvørki eru handlar, jólamenn og tann alskyns rómur, sum annars setir jóladám á í býum og bygdum kring landið, so merkjast jólini kortini eisini í Stóru Dímun.

Sunnva, ið er bóndakona í Stóru Dímun, sigur, at hóast tey eru langt burtur frá jólaresinum í Havn, so eru tey í jólahýri og stákast óført til jóla.

Hetta er 12. árið, at hon heldur jól í Stóru Dímun saman við familjuni.

Síðani fast tyrlusamband kom hevur tað verið gjørligt at vera í oynni eisini um veturin.

-Vit eru ómetaliga fegin um tyrluna, tí uttan hana hevði ikki borið til at verið her alt árið sigur Sunnva. Samband er tríggjar dagar um vikuna, mikudag, fríggjadag og sunnudag, og tá tað nærkast jólum og børnini, sum ganga í skúla í Havn, skulu út í oynna at halda jól saman við familjuni, so eru nervarnir uppá spæl. Man veðrið nú vera til vildar! Munnu tey sleppa út at halda jól! Og lukkutíð, øll hesi árini hevur tað eydnast familjuni at vera saman á jólum - á Stóru Dímun.

Og aftur hesa ferð vóru veðurlíkindi. Sunnudagin fóru Eva og Kinna, sum ganga í skúla í Havn, við jólatyrluni út í Stóru Dímun. Og við í tyrluni var eisini myndamaður okkara.

Og hvussu halda tey so jól úti í hesi eini av heimsins minst bygdu oyggjum!

Tey hava tvey jólatrø, eitt úti í túninum og eitt inni í stovuni.

Tey eru so átta fólk til jólaborðið: bóndahjúnini Jákup og Sunnva og børnini, Eva, Kinna, Janus og Ása og so omman og abbin, Kinna og Janus, sum koma út í oynna á hvørjum ári at halda jól.

Jólaaftan verður borðreitt við gás og dunnu, 1. jóladag við skinsakjøti og 2. jóladag við ræstum kjøti. Teimum nýtist ikki at fara til handils í Havn eftir hesum vørum. Hetta er alt matur, sum tey fáa í oynni. Eisini við eplum er tey sjálvbjargin. Men mjøl, rís og aðrar jólavørur fáa tey so við tyrluni úr Havn.

Nú tað verður tosað so nógv um útjaðaran og umstøðurnar at varðveita búsetingina á smáplássunum spurdu vit Sunnvu, hvussu stóran týdning hon heldur tað hevur at varðveita búsetingina í eini so lítlari oyggj sum Stóru Dímun.

-Eg veit væl, at tað eru tey, sum siga, at tað kann als ikki løna seg at brúka almennar pengar til at halda lív í slíkum smáoyggjum. Men hetta eru jú eitt oyggjaland, og so mugu vit royna at varðveita og menna tað sum frægast sum oyggjaland. Eg veit ikki, um tað hevði verið so væl vorðið í hesum landi, um øll, sum í dag búgva á útoyggj, fluttu til stórplássini! Sjálv haldi eg, at vit eiga at gera brúk av teimum møguleikum, sum eru, og her úti í Dímun eru møguleikar. Tað eru so eisini tey, sum halda slíka búseting vera ein part av okkara livandi mentan.

Tey slakta umleið 320 seyðir um árið. Haraftrat kemur so fuglurin.

Vit ynskja Dímunarfólkinum gleðilig jól og eitt gott nýggjár.