Fótbóltur '97 útkomin

Fótbóltur: Sætta árið á rað er fótbóltsárbókin útkomin, og hon líkist framvegis sær sjálvum

Aftur í ár fær føroyskur fótbóltur eina árbók. Fótbóltur ?97 kom í vikuskiftinum í sølubúðirnar í landinum, og árbókin, sum er útkomin síðani 1992, líkist sær sjálvum.

Hesaferð eru síðurnar 132 í tali, og tær eru fullar av myndum, greinum, hagtølum og yvirlitum, júst soleiðis sum vit kenna hesar árbøkurnar.

Tað eru teir báðir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal, sum hava lagt árbókina til rættis, og forlagið Ítróttarbøkur gevur bókina út. Hestprent hevur umbrotið, gjørt reproarbeiðið og havt prentumsitingina um hendi, og Estra hevur prentað.

Hetta er sættu ferð at árbókin um fótbólt kemur út, og útgevararnir siga, at nógv hava spurt eftir bókini.

? Tey eru fleiri, sum siga, at bókin er karmur um minnini frá farna kappingarárinum, og tað eru vit sjálvsagt fegnir um, og hetta gevur okkum dirvi at halda fram við útgávuni av hesi árbókini, siga útgevararnir.

Í nøkur ár hevur verið roynt at útgeva eina ítróttarárbók eisini, men nú er støða tikin til at steðga við hesi útgávu fyribils.


Feløgini eru

væl lýst

Høvuðsparturin av bókini er sum vanligt lýsing av gongdini tey 18. umførini, sum landskappingin í 1. deild hjá monnum fevnir um. Og kappingarnar í 2. deild hjá monnum, 3. deild hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum verða eisini umrøddar hvørt umfar sær.

Tey einstøku feløgini, verða eisini umrødd fyri seg, og yvirlit er yvir allar spælararnar í 1. deild hjá monnum, hvussu nógvar dystir teir hava spælt, hvussu nógv mál teir hava gjørt og hvussu nógv kort teir hava fingið. Júst hesin tátturin var tikin upp í fjør, og eftir at móttøkan var sera góð, verður hildið fram við honum.

Aftast í bókini eru yvirlit yvir støðurnar í teimum ymsu deildunum og fullfíggjaður málskjúttaralisti er fyri 1., 2. 3. deild hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum.

Myndirnar í bókini eru nógvar í tali, og tað eru myndamenninir hjá teimum ymsu bløðunum, sum hava tikið myndirnar.