Lágætt og regn á jólum

Veðurmaður okkara væntar lýtt og váttligt veður um jólini. Tó verður annað jólakvøld kanska eitt sindur jólaligt, sigur hann

Edvard Joensen


Ein lýggjan jólaaftan við lágætt og regni, er tann troystarleysa veðurforsøgnin, veðurmaður okkara kann lova okkum í ár.

Petur Skeel Jacobsen væntar, at lýggjasta samdøgurið, tað, sum eftir er av árinum, verður millum tollaksmessudag og jólaaftan. Serliga um náttina.

Jóladag væntar Petur Skeel, at hann gongur vesturá, og at tað kanska verður heldur kaldari.

Annar jóladagur verður kanska eitt sindur jólaligur. Helst norðanfyri, heldur Petur Skeel. Tá fer hann at hækka eitt sindur meira, helst upp í útnyrðing ella norðan, og tað verður helst hvítt norðanfyri. Út á kvøldið kølir rættiliga av. Tað verður turt og klárt, og um náttina væntar Petur Skeel frost.

Triðji jóladagur byrjar, sum annar endaði. Men út á dagin lækkar hann, og so verður aftur lýggjari. So einasta náttin, frost kann væntast, er triðja jólanátt.

Tað, sum eftir er av árinum, væntar Petur Skeel lýkku.

Nýggjársaftan verður eitt lágtrýst yvir okkum, og tað verður helst vindur.

Ilt er at siga enn, hvussu ættin verður. Men regn ella ælaveður væntar Petur Skeel nýggjársnátt.

So er bara at ansa eftir at halda fjúsið turt, tá skjótast skal.

Tað kann henda, at tað kølir eitt lítið sindur av, tá nýggja árið er byrjað, men einki av týdningi fyribils, heldur Petur Skeel Jacobsen út frá teimum metingum, hann higartil hevur gjørt.