minni, tí onki verður bygt úti í sjónum. Harumframt verður tað hildið at vera sera áhugavert, at orkuverkið er ósjónligt og hevur lítla og onga ávirkan á umhvørvið. Ávirkan á føroyska samfelagið Við alduo [...] turbinu, sum skal byggjast antin í Nýpubergið á Vágoynni ella í bergið sunnan fyri Søltuvík. Tað serliga við Sewave-alduorkuskipanini er, at hon kann byggjast á sera alduorkuríkum støðum, og kann útbyggjast [...] at fólk enn royna at fáa orku burturúr aldu, er júst, at orkumongdin er øgilig. Vit kunnu t.d. vísa á, at uttan fyri bergið sunnan fyri Søltuvík (2 km), er samlaða alduorkan umleið tvífalt so stór sum samlað
pápin fyrr í tíðini verið meira fráverandi enn nógva aðrastaðni, við tað at nógvir teirra hava balst á sjónum í langa tíð í senn. At pápin, kanska langt upp í barnddóminin var ein meira fjarður persónur í [...] samlaðu tíðini, tað kann útgjaldast barsilspeningur (33 vikur), verður broytt soleiðis, at pápakvotan upp á 2 vikur verður hækkað til 5 vikur, og 4 vikur verða lagdar aftrat teimum verandi 10 vikunum, sum foreldrini [...] einsamallur um barnið, hevur mamman, um tað er hon, sum er einsamøll við barninum, rætt til pápakvotuna upp á 5 vikur, og um tað er pápin, so fær pápin rættin hjá mammuni til tær fyrstu 14 vikurnar. 5. Hámarksútgjaldið
sindur av í flúgving upp á Vágar í sambandi við flogsambandið uttanlands.Hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at teir valdu nettupp hendan flúgvaran. Hann hevur sera gott orð á sær, hvat trygdnini viðvíkur [...] friðaligt, sigur Jens Pauli. Hann leggur afturat, at tað verða heldur ongir trupulleikar at seta seg á sjónum, hóast nakað av aldu er. Hann kann flúgva og lenda í at kalla øllum veðri. Har fjørður er, vænti [...] hvussu nógv landskassin tí skal spjaða til. Men hugskotið er, at suðuroyingar skulu sleppa norður á meginlandið og aftur nakrar ferðir sama dagin aftur og fram. Og eftir tí eina uppskotinum, sum er
heimspekingur: ?Eg havi verið noyddur at standa á egnum beinum. Áneyðirnar at hugsa sjálvstøðugt er uttan iva tað besta, Wittgenstein hevur givið mær við á leiðini ? og ein tann virðismesta gávan, sum ein [...] tykkum hjartaliga til lukku við próvnum. Nú tit fara, stendur ein riðil av fólki og vil sleppa inn á skúlan at fylla tað holið, sum er eftir tykkum her hjá okkum. Tað gera tey, hóast tey vita, at trongligt [...] ein undirvísingarhugsan, sum er grunn og avmarkað afturímóti tí undirvísingarveruleika, sum longu er á Læraraskúlanum. Grundsjónarmiðið undir tí útbúgving, sum tit hava fingið, er ikki at útbúgva tykkum
í alt hava vit einar 20 mans í ár, sum kunnu koma upp á tal til 1. deild, og tað er bara heilt gott. Tað ger, at tað er hørð kapping um plássini á liðnum, og tað er tað rætta. Hann sigur, at alt hetta [...] ongum, tí tað er alt ov strævið. TB skal spæla nú sunnudagin ímóti B 36 á Sevmýru. Hósdagin, Skírisdag, spæla vit ímóti sumbingum á Tvøroyri. Leygardagin, Páskaaftan, spæla vit ímóti ÍF í Fuglafjørði og [...] Tvøroyrar Bóltfelag hevur ligið tungt í sjónum seinastu, nógvu árini. Báði fíggjarliga og Ítróttarliga. Síðani TB vann sítt seinasta FM heitið fyri 11 árum síðani, hevur hvørt árið verið ein kampur um
ræðisrættin á skipum, sum fáa fiskiloyvi, er so grundiga til gjøldur og "Anita" er bert eitt dømi um, hvussu skipanin virkar - hetta er als ikki óvanligt, sigur Kári Petersen. Pengarnir fara á útlendskar [...] Anitu er ikki nakað eindømi. Tvørturímóti hendir tað alsamt oftara, at bæði pengar og arbeiði enda á útlendskum hondum. - Tað, sum vit síggja er, at pengasterki útlendski eigarin lænir føroyska partafelagnum [...] brúkt pengarnar sum startkapital í nýggjum vinnum, sigur Kári Petersen. - Tað skapar búskaparvøkstur á longri sikt, um landið fær nýggjar vinnur, sum skapa vøkstur. Virðið í fiskivinnuni verður ikki størri
skifti býr hann hjá pápanum í Tranti úti á Reyni. Pápi Kissa, Dánial Jákup Danielsen, hevur havt sera góð bóklig evnir. Longu 13 ára gamal hjálpir hann til á skrivstovuni hjá sorinskrivaranum, og tá [...] , hvar fólk eru jarðað í gamla kirkjugarði, um tað ikki er ein gravsteinur við lesandi innskrift á steininum. Men í summum førum veit ættin, hvar viðkomandi er grivin, og tað er galdandi fyri henda partin [...] við synunum Viggo og Haldor í Ísaksstovu í Gongini, beint norðanfyri gamla Sjóvinnubankan, har Trygd er nú. Ommu Kissa og synirnir Petur og Haldor doyðu allir av tuberklum í 1923 og 1924. Petur, ið nýliga
Verandi støðan (í skrivandi stund) er, at landsstýrið byggir á eina samgongu við 16 tingmonnum. Vandin hjá landsstýrinum er tí, at tað ikki hevur trygd fyri at fáa síni uppskot samtykt, um øll andstøðan atkvøður [...] stuðulsflokkum. Men stuðulsflokkar kunnu virka og arbeiða á ymiskan hátt. Við hvørt virka teir beinleiðis sum tættur samarbeiðspartnari og luttaka næstan á líkan fót við stjórnarflokkin ella –flokkarnar. Til [...] Fólkaflokkin. Hann hevur góðar møguleikar at samráða seg til loysnir, bæði á búskaparliga, vinnuliga og útbyggingarliga økinum eins og á sjálvstýrisleið. Fyri Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin er galdandi
slappa av á ferjuleguni og vit kundu taka okkum av løttum, eru burtur. Og so tað sosiala umborð á ferjuni. Vit komu í prát við fólk vit kanska sóu dag og dagliga – men ikki skifti orð við. Umborð á Dúgvuni [...] longri, enn hon var ætla til. Tá fingu hesu ungu eitt lítið sindur at vita um, hvat tað er at verða á sjónum. Í dag fáa tey onki – og koma framyvir ikki at hava tað lítla tilknýti tey høvdu til sjógvin – [...] vit fara úr Norðoyum og suðuryvir, nær vit vilja – og koma aftur, tá ið vit hava hug. Tað at standa á ferjuleguni og bíða eftir Dúgvuni er vorðin søga – og tann hálvi tímin um Leirvíksfjørð er eisini
vera orsøkin til, at fólk ynskja at búgva á einum staði og arbeiði á einum øðrum staði. Ein fyrimunur hjá kunoyingum og komandi kunoyingum er, at tunnilin og hæddin á vegnum gera, at tað er koyrandi til bygdina [...] annars so skilst á kunoyingum, at uttan tunnilin so hevði bygdin í dag verið meinlík Svínoy, har fólkatalið er í stórari afturgongd. Her hava tey í dag sjóvegis samband og tyrluna at líta á. Áðrenn tunnilin [...] stóran part av landinum, - tja, er nøkur orsøk at verða búgvandi her?! Við eitt steðgar tú upp. Tí her á einum staði síggjast tvey greið tekin um, at Kunoy ikki er í bólkinum av hóttum bygdum. Uttanfyri einum