Betur barsilsskipan

Samgongan hevur lagt fram uppskot á ting um at broyta barsilsskipanina frá 1 juni 2008. Broytingarnar vera eisini galdandi fyri tey sum eru í barsil tann 1 juni 2008

Høvuðsinnihaldi í uppskotinum er:

1. Barsilsútgjaldstíðarskeiðið verður longt. Tíðin sum foreldur samanlagt hava rætt til barsilspening eftir barnsburði verður longd frá 26 vikum til 33 vikur.

2. Býtið millum foreldrini av barsilsútgjaldstíðarskeiðinum verður broytt. Býtið millum foreldrini av samlaðu tíðini, tað kann útgjaldast barsilspeningur (33 vikur), verður broytt soleiðis, at pápakvotan upp á 2 vikur verður hækkað til 5 vikur, og 4 vikur verða lagdar aftrat teimum verandi 10 vikunum, sum foreldrini kunnu býta ímillum sín.

Samstundis verður kravið um, at pápakvotan skal verða tikin innan fyri fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð, strikað. Pápakvotan skal nú verða tikin innan fyri fyrstu 33 vikurnar eftir barnsburð.

3. Treyt fyri útgjaldi. Tað verður ein generel treyt fyri at fáa rætt til barsilsútgjald, at tað av foreldrunum, sum fær barsilsútgjald, skal vera um barnið í útgjaldstíðarskeiðinum/ barsilsfarloyvistíðarskeiðinum.

4. Serligar reglur fyri foreldur, sum eru einsamøll við barninum. Um mamman ella pápin er einsamøll/ einsamallur um barnið, hevur mamman, um tað er hon, sum er einsamøll við barninum, rætt til pápakvotuna upp á 5 vikur, og um tað er pápin, so fær pápin rættin hjá mammuni til tær fyrstu 14 vikurnar.

5. Hámarksútgjaldið verður hækkað frá kr. 25.000 til kr. 27.000.

 

Familjan í miðdepilin

Tá ið tosað verður um javnstøðu verður oftast hugsa um javnstøðu millum kvinnur og menn, har tað eru kvinnurnar ið ikki hava javnstøðu. Ì spurninginum um barsilsskipanina snýr tað seg um tað øvugta, nevniliga væntandi javnstøða fyri menn ella pápar.

 

Tá ið tað kemur til rættin at vera saman við sínum børnum, serliga tá ið børnini eru smá, eru tað páparnir, og ikki minst børnini, ið eru fyri vanbýti í dag. Í dag er tað so, at børnini ikki hava sama møguleika at fáa eitt tætt og gott samband við bæði foreldrini frá byrjan av.

 

Viðurskiftini millum foreldur og børn er eitt tað týdningarmesta ið lívinum. Øll ið eiga børn vita, at grundin verður løgd frá byrjanini, í dag er tað so, at mamman fær einarætt/einaábyrgd av at byggja hetta samband upp, pápin má næstan berjast fyri at sleppa uppí.

 

Í Føroyum hevur pápin fyrr í tíðini verið meira fráverandi enn nógva aðrastaðni, við tað at nógvir teirra hava balst á sjónum í langa tíð í senn. At pápin, kanska langt upp í barnddóminin var ein meira fjarður persónur í gerandisdegnum , vita øll tey ið hava ein sjómann til pápa.

 

Í dag eru viðurskiftini nógv broytt, í hvussu er hvat hugburði viðvíkur. Tað eru alt fleiri pápar ið eru varðugir við, hvat ið tað er teir missa, og teir vilja ikki góðtaka framhaldandi at missa henda rættin.

 

Tað at pápin eisini fær møguleika at luttaka í øllum teimum lívsjáttandi upplivingum tað er, at læra eitt nýføtt barn at kenna, merkir ikki at nú skal mamman skúgvast til viks, tvørturímóti nú er tað familjan ið skal framat.

 

Eg vil undirstrika, at sjálvsagt er biologiski munurin á kvinnu og manni nakað ið vit fult viðurkenna og tí síggja tað natúrligt at mamman hevur ein annan leiklut enn pápin. Tað ið vit vilja rætta uppá, er møguleikan hjá pápanum, at luttaka meira í hesum týdningarmikla tíðarskeiðnum hjá barninum og familjuni allari.

 

Javnvág millum familju og arbeiðslív

Í dag verður tosað so nógv um javnvág millum familju- og arbeiðslív, hetta uppskotið er avgjørt eitt stig á røttu leiðini. Tað hevur stóran týdning, at staðfesta rættin hjá pápanum til at vera saman við barninum. Um hesin rættur ikki er staðfestur, so kann ein vænta, at tað verður ringt og kanska illa dámt á arbeiðsplássinum, at pápar nýta sín natúrliga rætt at fara í barsil. Tíverri er okkara arbeiðsmarknaður ikki enn vorðin so fleksibul, at hann í nóg stóran mun tekur atlit til familjuna. Hetta er nakað ið fyriliggjandi uppskot vil bøta um.

 

Lóggávan heimilar í dag eitt ára barsilsfarloyvi, men foreldur hava sjálvdan fíggjarligar umstøður at gera brúk av hesum møguleikanum, tí tey bert fáa endurgjald fyri lønarmiss ein part av tíðini. Málið hjá samgonguni er at longja barsilsskipanina í hesum samgonguskeiðnum til 1 ár soleiðis at endurgjaldi vegna lønarmiss verður longt tilsvarandi.

 

At fáa eina 1 ára barsilsskipan kostar pening, men hetta hevði samstundis viðført eina munandi sparing fyri kommununnar við tað, at vøggustovupláss eru kostnaðarmikil. Tað hevði eisini verið gott fyri barnið og familjuna tí sloppið var undan teim ofta mongu sjúkadøgunum ið ofta elva til strongd í familjuni tí teirra luttøka á arbeiðsmarknaðinum verður so óstøðug av tí sama.

 

Í dag er tað tíverri so, at pápar ið nógv minni mun enn mammur luttaka í barsilsskipanini. Ein týðandi orsøk til hetta er helst tann, at fíggjarligi missurin hjá familjuni verður nógv størri um pápin fer í barsil. Tí tað er ein sannroynd, at miðalinntøkan hjá mannfólki er umleið dupult so stór sum miðalinntøkan hjá konufólki.

 

Fyri millum annað, at stimbra pápunum at gera brúk av skipanini verður hámarkið fyri útgjald hækkað úr 25.000 kr til 27.000 kr. Hóast hetta ikki er nógv, so bøtur allur bati. Sambært uppskotinum, so eru hesar broytingar útreiðsluneutralar við tað at hetta rúmast innan fyri fíggjarkarmin hjá barsilskipanini.

 

Ein nýtímans familjupolitik

Hetta uppskoti er eitt týdningarmikið stig á leiðini, at verja barnið , geva pápanum betur rættindi ið samband við síni børn og ikki minst, at geva familjuni allari sum hon er betur kor.

 

Soleiðis sum samfelagsgongdin er, síggja vit at familjan verður sett alt meira undir trýst og bæði børn og foreldur gerast alt meiri strongd. Hetta krevur ein nýggjan, virknan og nýmótans familjupolitikk, har familjan og barnið verða sett í hásæti.

 

Vit mugu finna skipannir ið loyva hesum. Ein skipan kann verða, at foreldur forvinna sær dagar ella klipp, har tey hava so og so nógvar dagar har tey kunnu vera heima, tá ið barnið hevur tað fyri neyðini heilt upp til barnið er hálvvaksið. Til dømis, kundu forledrini brúkt nakrar dagar tá ið barnið ferð í fyrsta flokk, fyri at nevna eitt dømi.

 

Eitt annað, ið verður tosað um í londunum kring okkum, tað er at síggja arbeiðslívið hjá fólki í einum longri høpi. Vit vita, at fólk eru á arbeiðsmarknaðinum í 30-40 ár. Hví ikki gera arbeiðsmarknaðin so fleksiblan, at fólk kunnu arbeiða minni meðan børnini eru smá og síðan arbeiða hetta innaftur tá ið tey eru vaksin.

 

At longja barsilstíðini fyri bæði foreldrini, er ein góð og neyðug byrjan til ein virknan nýmotans familjupolitikk ið tekur atlit til broyttu umstøðurnar hjá familjuni.