Ommu-Kissa: Abbi og langabbi at trimum borgmeistarum í Havn

Ættin hjá gamla sýslumanninum í Søldarfirði, Daniel J. Danielsen, hevur sett síni stóru spor í Føroyum á so ymiskum økjum sum politikki, vinnulívi og trúarlívi. Ein sonur var Victor Danielsen, ein annar Ommu-Kissa

Tað er bert í fáum førum, at tað kann staðfestast, hvar fólk eru jarð­að í gamla kirkjugarði, um tað ikki er ein gravsteinur við lesandi inn­skrift á steininum. Men í summum førum veit ættin, hvar viðkomandi er grivin, og tað er galdandi fyri henda partin.
Her er talan um Christian Jo­han Marius Christiansen. Hann var føddur 7.3.1861 og doyptur 26.4. sama ár í Havnar kirkju.
Christian var føddur uttan fyri hjúnalag, og mamman doyði, tá hann var 19 ára gamal.
Sum navnið ber boð um, so hev­ur Ommu Kissa verið nógv hjá ommu síni í móðurætt, men í 1880 er hann 18 ára gamal í Tranti hjá abb­anum í faðirætt.
Eitt skifti býr hann hjá pápanum í Tranti úti á Reyni. Pápi Kissa, Dán­ial Jákup Danielsen, hevur havt sera góð bóklig evnir. Longu 13 ára gamal hjálpir hann til á skrivstovuni hjá sorin­skrivaranum, og tá ið hann verður kon­firmeraður í Havnar kirkju, stendur hann fremst­ur og fær ug í “kundskab” og ug í “op­førsel”. Tað, at ein drongur tá í tíðini arbeiðir seg frá ongum og til at ger­ast sýslu­maður, talar fyri seg.
Kissa var timburmaður og hevði verkstað, nevnt Ceres, sam­an við syn­unum Viggo og Haldor í Ísaks­stovu í Gongini, beint norðanfyri gamla Sjóvinnubankan, har Trygd er nú.
Ommu Kissa og synirnir Petur og Haldor doyðu allir av tuberklum í 1923 og 1924.
Petur, ið nýliga var giftur við Vest­inu, er grivin í ovara høgra horni í gamla kirkjugarði, meðan hin­ir báðir eru grivnir oman móti portri­num.
Kona Kissa, Johanna Maria, (1866-1948), er grivin undir liðuni av manninum og soninum Haldor.   
Ommu Kissa búði undir Ryggi ella í Kilarkanalini sum tað eisini verð­ur nevnt.  Jógvan Sofus Vágs­heyg eigur húsini í dag.
Tá Ommu Kissa og yngsti son­urin Haldor doyðu í 1924, flutti einkjan Johanna Maria Augustina í húsini beint niðanfyri vegin.
Hetta er Legathúsið ella hjá Dreyg­­aranum, Wencelaus Marius Deb­es, sum fyrr er umrøddur í hesi røð.
Hann og systirin Johanna Henri­etta, sum eisini var ógift, búðu í hes­­um húsum. Johanna Maria var nógv um hesi bæði tá tey eldust.
Johanna Henrietta doyði í 1902, 82 ára gomul. Dreygarin doyði í 1914, 88 ára gamal.  
Johanna Maria var dóttir Koppa Jákup í fyrru giftu. Jákup gerst einkju­maður í januar 1873, og 26. apríl 1874 giftist hann uppaftur við Siggu Fredrikku Danielsen, systir sýslu­mannin. Sigga Fredrikka átti, áðrenn hon giftist, Dollan, kendur frá sínum virksemi í Congo. Kissa og Dollin vóru tískil systkinabørn. Dollin er fyrr umrøddur í hesi røð.
 
Lesiklubburin
Í sínum áhugaverdu endur­minn­ing­um hevur Kristian Djurhuus eina stuttliga søgu um lesiklubbin hjá mammu síni, har Maria, kona Ommu Kissa, eisini var við. Hann greiðir soleiðis frá:
Kona Ommu Kissa, Maria, var vin­­kona mammu mína. Maria plagdi vanliga at lesa upp, tá mamma hevði bindiklubb eina ferð um vikuna. Maria var ein sera in­telli­­gent kvinna. Hon hevði sum ung tænt hjá post­meistara Dan­iel­sen, sum var beiggi sýslu­mannin Dan­­ielsen.
Klubburin var mikudagar. Tær komu saman í køkinum hjá okkum aftaná nátturða og pápi vanliga var farin til songar.
Tað varð altíð lisið upp úr viku­blaðnum »Hus og Hjem«, sum tær hildu í felag. Í blaðnum vóru røðir við skaldsøgum um kærleika og brots­verk. Mamma fjasaðist í køk­in­um, meðan Elsebeth Helena, most­ir, bert sat og lurtaði. Eg haldi ikki, at tær nakrantíð høvdu nakað handarbeiði við. Tær livdu rættu­liga við í skaldsøguni, sum var á skránni. Tað tyktist sum tær trúðu fult og heilt, at hetta vóru sannar søgur.
Eg minnist eina ferð, eg fór fram­við køkinum, meðan lisið var upp, hvussu tær gjørdu viðmerkingar so hvørt, sum hendingar fóru fram, sum »nei, sikke eitt beist at bera seg soleiðis at« ella »hatta hevði hatta búrbeistið gott av.« Mamma bjóðaði kaffi og køkur.
Áttu tríggjar borgmeistarar
Ommukissa og Maria áttu fýra syn­ir:
Jákup Baja (1888-1965) var bankastjóri á Tvøroyri. Hann var giftur við Andreu Arge (1891-1969). Tey vóru barnleys.
Viggo (1892-1964) var giftur við Katrinu f. Petersen (1891-1959), sum hevði handilin Katrina Christiansen. Viggo var timburmeistari, men tók við handlinum, tá ið Katrina doyði. Børn teirra vóru Peter C., Maria og Hal­dor. Petur var býráðslimur í Havn í 20 ár. Av hesum var hann borg­meist­ari í átta ár. Petur var eisini ting­maður eitt skifti. Sonur hans­ara Jan hevur verið býráðs­limur í 28 ár og borgmeistari í fýra.
Petur (1895-1923) var giftur við Vestinu Joensen (1892-1946). Tey áttu Peter F. Christiansen. Pápin doyði áðrenn sonurin varð føddur. Peter F. var kendur frá Dimmalætting, men hann var eisini politik­ari. Hann var býráðs­limur í 14 ár og borg­meistari í eitt teirra. Um­framt tað var hann eisini ting­maður og lands­stýris­mað­ur. Tískil kann sigast, at Ommu Kissa og Maria hava átt tríggjar borg­­meistarar í Havn!
Haldor doyði í 1924, bert 23 ára gamal.
Kristian Djurhuus helt, at allir fýra synir høvdu sera góðar gáv­ur, men vóru eisini eitt sindur ori­gi­nal­ir!

Systkin
Ommukissa átti ein hálvbeiggja í móð­ur­ætt, sum var 10 ár yngri. Hes­in, ið varð nevndur Havna Dánial, fór til Skálavíkar, tá ið mamman doyði. Har giftist hann og búði alt sítt lív.
Ein av hansara eftirkomarum er Linjon Christiansen, skipari og borgarstjóri í Skálavík.

Daniel J. Danielsen, sýslumaðurin, giftist í 1877 í Nes kirkju við Onnu Malenu Weyhe (1857-1894).
Tey fingu hesi børnini, sum blivu hálvsystkin Kissa:
Elsebeth Cathrina (1878-1968). Ógift.
Dánial Danielsen (1880-1887)
Elisa (1881-1953)
Petur Christian (1884-1962)
Elsa (1886-1945). Giftist við Ja­cob Vilhelm Weihe (1877-1955) á Sela­trað.
Dánial (1888-1955). Sigldi uttan­lands sum skipari
Gunnar (1890-1969). Giftist við Ingu Jacobsen (1889-1979) í Søldar­firði. Var skipari og tey fluttu til Vágs. Synirnir fingu sær navnið Gunn­ars­son. Hansara ætt stendur m.a. fyri Skansin offshore, sum ger seg nógv galdandi í oljuvinnuni.
Victor (1894-1961). Giftist við Hen­rikku Olsen (1896-1997) úr Søld­ar­firði. Búsettust í Fuglafirði. Kendur sum trúboðari
----
Kelda: Viggo Christiansen
-----
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Johannes Thomsen, Funnings Jóannes, og hansara ætt.