Pengarnir arbeiða ikki í vinnuni

Grundgevingin fyri at lata fiskirættindi ókeypis er millum annað, at pengarnir skulu arbeiða í vinnuni, sigur Jacb Vestergaard, fiskimálaráharri. Men tað gera teir als ikki, tí tað loysir seg best at taka teir út, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur

Hósdagin í farnu viku avdúkaði sendingin "Anita", hvussu føroyska fiskivinnuskipanin leggur upp til viðurskifti við strámonnum og útlendskari arbeiðsmegi undir trælalíknandi arbeiðsumstøðum.
Ein grundgeving fyri fiskivinnupolitikkinum er, at skipanin skal forða fyri, at útlendingar keypa seg inn í føroyska fiskivinnuflotan. Men skipanin kann ikki halda útlendingum úti - tvørturímóti førir hon júst til, at teir eru inni gjøgnum strámenn undir óskipaðum viðurskiftum.
Alt fleiri dømi eru um, at útlendsk feløg keypa seg inn í eitt føroyskt partafelag. Útlendska felagið kann sambært lógini bert eiga ein triðing, men tað er ikki óvanligt at gera ein sáttmála, sum ásetur, at tað er útlendski minnilutaeigarin, sum tekur avgerðirnar, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur.
Grundsjónarmiðið, at føroyingar skulu hava ræðisrættin á skipum, sum fáa fiskiloyvi, er so grundiga til gjøldur og "Anita" er bert eitt dømi um, hvussu skipanin virkar - hetta er als ikki óvanligt, sigur Kári Petersen.

Pengarnir fara á útlendskar hendur
Ein av spurningunum, sum stóð eftir, tá sendingin "Anita" var liðug, var, hví skal landið skriva út ókeypis fiskirættindi til reiðarar, sum selja tey víðari og koyra pengarnar í lumman - ella í lummarnar hjá útlendskum eigarum?
Grundgevingin hjá fiskimálaráðharranum fyri at lata fiskirættindi ókeypis til nakrar reiðarar, er, at pengarnir skulu arbeiða í vinnuni. Men tað gera teir ikki. Tað vísti sendingin um Anitu - og dømið við Anitu er ikki nakað eindømi.
Tvørturímóti hendir tað alsamt oftara, at bæði pengar og arbeiði enda á útlendskum hondum.
- Tað, sum vit síggja er, at pengasterki útlendski eigarin lænir føroyska partafelagnum pening til at keypa skip ella fiskiloyvi fyri. Í sambandi við hetta ásetur felagið eina rentu, sum er so høg, at hon tømir felagið fyri pening. Sostatt kanst tú hava eitt felag við høgari inntøku og lágum útreiðslum - ja, ókeypis tilfeingi, men ongum yvirskoti. Føroyska samfelagið sær í hesum føri einki til milliónirnar frá fiskirættindunum, sum vórðu latin ókeypis, sigur Kári Petersen.

Taka peningin út
Sum skipanin er í dag, arbeiða pengarnir ikki í vinnuni - tvørturímóti gevur tað mest at taka teir út úr vinnuni, sigur Kári Petersen.
- Sjálvandi, tað er altíð gott, at vinnan er væl fyri - og helst vóna politikarar, at hesi vinnulívsfólkini gera íløgur í vinnuna, men tað er bara ikki altíð, at tað er so. Tað, sum loysir seg best hjá einum, sum kann selja eitt loyvi, er ofta at fara úr vinnuni. Pengarnar fara sostatt í hansara egnu lummar. Tað merkir fyrst og fremst, at teir ikki koma til at virka í vinnuni, sigur Kári Petersen.
Tað er sjálv skipanin sum leggur upp til hetta, men hvørki formaðurin í vinnunevndini, Alfred Olsen ella fiskivinnumálaráharrin, Jacob Vestergaard vilja broyta nakað.
Um teir vildu, kundu teir broytt viðurskiftini soleiðis, at eingir strámenn vóru og skipað viðurskifti vóru umborð.
- Orsøkin til, at tað er so attraktivt fyri útlendingar at koma inn, er, at veiðirættindini verða givin fyri einki. Skipini saman við veiðurættindunum verða so dýr, at bert útlendingar hava ráð til at keypa tey. Um loyvini vórðu seld fyri tað, sum tey eru verd, loysti hesin trupulleiki seg sjálvan, tí hetta ónormalt stóra yvirskotið, sum stendst av einkarrættinum, hevði ikki verið til, sigur Kári Petersen.

Kann geva 500 milliónir í landskassan um árið
Tað, sum er so skaðiligt er, at tann, sum fær einkarrættin, kann taka yvirskotið úr vinnuni, og brúka tað, sum honum lystir.
- Tað enorma yvirskotið, sum einkarrætindini geva, er ónormalt, og skapar onga virðisøking í fiskivinnuni. Har í liggur tann stóri búskaparpolitiski feilurin, sigur Kári Petersen.
- Landið verður ikki ríkari av, at ein fyritøka hevur 500 milliónir í yvirskoti. Fiskiríkidømið verður ikki størri av, at nøkur fá virki hava eitt ónormalt stórt yvirskot. Búskaparliga er hetta ein skandala. Tað er nógv tað skilabesta, um landið selur loyvini, og til dømis gevur Føroya fólki skattalætta fyri pengarnar, sigur Kári Petersen.
Tað hevði givið 500 milliónir krónur í landskassan um árið - tað kundi kollvelt hetta landið, sigur Kári Petersen. Í aðru syftu, kundi man sett ein part av peninginum í nýggjar vinnur.

Aðrar vinnur skapa vøkstur
- Vit hava brúk fyri øðrum vinnum, og vit koma ikki í gongd við nýggjar vinnur, um vit geva 500 milliónir krónur í óbeinleiðis stuðli til fiskivinnuna um árið - stuðul, sum ikki skapar nakran varandi vøkstur í fiskivinnuni.
- Fólk, sum hava góð hugskot, hava ikki altíð eginpening. Tú gevur nøkrum fólkum 500 mio kr. sum ikki skapa nakra menning. Tað hevði verið nógv betur, at brúkt pengarnar sum startkapital í nýggjum vinnum, sigur Kári Petersen.
- Tað skapar búskaparvøkstur á longri sikt, um landið fær nýggjar vinnur, sum skapa vøkstur.
Virðið í fiskivinnuni verður ikki størri enn tað sama. Tað eru bara nakrir persónar, sum verða øgiliga ríkir. Somuleiðis hevði tað skapað nógv meira virði, at brúkt peningin uppá skattalætta. Tað hevði gjørt Føroyar meira kappingarførar, tí lønirnar ikki høvdu verið undir so stórum trýsti, sigur Kári Petersen.
- 95 % av okkara útflutningi er fiskivinna og aling og eru bara rávøruframleiðsla. Rundan um okkum eru londini langt framman fyri á tøkniliga økinum. Vit eru eitt u-land í so máta, sigur Kári Petersen.

Lagar seg sjálvt
Orsøkin til yvirkapasitetin í føroysku fiskivinnuni er, at man frá politiskari síðu ikki vil skerja flotan.
- Um aldarskiftið fingu Føroyar ein yvirkapacitet. Talið av línuskipum fór frá 17 til 27, og tað er orsøkin til, at heimaflotin gevur undirskot. Trupulleikin er, at vit hava ein yvirkapacitet nú, tí tá tað gekk gott eina tíð, loyvdi landsstýrið nógvum skipum inn í flotan. Um politiska skipanin ikki vil minka flotan aftur, tá tað gongur minni gott, so fer hann at geva hall og lágar hýrur, og so er tað, at tú finnur uppá kunstigar loysnir sum sjómannafrádrátt, minstuløn - og nú, fólk, sum fáa umleið 6.000 krónur um mánaðin, umborð, sigur Kári Petersen.
Um fiskirættindi verða seld fyri tað, sum tey eru verd, sleppa vit undan trupulleikanum við strámonnum, sigur Kári Petersen.



Fakta
Vansar við at lata veiðirættindi fyri einki

1. Trýst kemur á politikarar um at lata yvirkapasitet koma inn í flotan, og hetta førir við sær negativt avkast

2. Við skipanini ber til hjá reiðara at kapitalisera tilfeingisrentuna og taka hana við sær úr vinnuni

3. Skuldin verður sera stór í vinnuni, yvirskotini lítil

4. Eingin skilagóður háttur er at býta veiðirættindi, býtið verður í besta lagi tilvildarligt og í versta føri gjørt eftir vina- og kenningapolitikki

5. Tey, sum hava best politisk sambond, klára seg best, ikki tey dugnaligastu. Vandi fyri at fáa ódugandi vinnulívsleiðarar

6. Eingin trygd er fyri, at yvirskotið, sum stavar frá ókeypis veiðirættindum, kemur innaftur í vinnuna

7. Einki forðar útlendskum luttakarum í at taka tilfeingisrentuna av landinum (gjøgnum áseting av rentu, sum teir læna til fyritøkuna)

8. Bert stórar útlendskar reiðarafyritøkur kunnu gjalda fyri stóru skipini (gjøgnum føroyskar strámenn). Vandi er fyri at útlendskar fyritøkur koma at stýra føroyskum vinnulívi

9. Dugnaligir føroyingar hava ongan møguleika at koma inn í vinnuna