Fyrst av øllum fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum.
Nú tit fara, stendur ein riðil av fólki og vil sleppa inn á skúlan at fylla tað holið, sum er eftir tykkum her hjá okkum.
Tað gera tey, hóast tey vita, at trongligt er við starvsmøguleikunum, og at neyðugt kann gerast at finna lærarastarv uttanfyri Føroyar, tá ið tey verða liðug, um tey ikki vilja nýta tann førleika, sum tey fáa her, til okkurt heilt annað.
Í hesum døgum verður tosað nógv um nýggju fólkaskúlalógina og um tey krøv, sum hon setur til lærararnar og til førleika teirra at skipa fyri virkseminum í skúlanum í framtíðini. Og tað er so rímiligt.
Tosað verður eisini um, at vit mugu endurskoða læraraútbúgvingina, so hon samsvarar við tann veruleika, sum vit vilja skal síggjast aftur í fólkaskúlanum.
Tað kann eisini vera rímiligt, men spurningurin er, um ikki stundum aftanfyri kravið um endurskoðaða læraraútbúgving liggur ein undirvísingarhugsan, sum er grunn og avmarkað afturímóti tí undirvísingarveruleika, sum longu er á Læraraskúlanum.
Grundsjónarmiðið undir tí útbúgving, sum tit hava fingið, er ikki at útbúgva tykkum til eina ávísa fólkaskúlalóg, men at útbúgva tykkum til at mennast við teimum avbjóðingum, sum tit fáa í fólkaskúlanum undir skiftandi umstøðum. At geva tykkum eina so mennandi útbúgving, at tit saman við neyðugari eftirútbúgving áhaldandi kunnu leggja stavnin eitt sindur longur fram í gerandisdegnum í skúlanum. Royndu vit ikki tað, vóru bæði tit og vit støðugur eftirbátur.
Eg sigi hetta, tí at eg eri ikki í iva um, at tit hava fingið eina góða útbúgving. Eina útbúgving sum saman við skilagóðari eftirútbúgving fer at gera tykkum før fyri at mynda føroyska fólkaskúlan við skiftandi lóggávu og skiftandi umstøðum alla tykkara læraratíð.
Vit, sum hava fylgt við tykkum hesi fýra árini, tit hava gingið hjá okkum, vit vita, hvussu tit hava knossast við at nema tykkum fakligan førleika, og hvussu tit áhaldandi hava roynt at menna tykkara førleika at skilja børnini og tey ungu nú á døgum, og tað samfelag, sum vit byggja saman við teimum.
Vit hava kravt av tykkum, at tit hugsa sjálv, og tað hava vit gjørt, tí vit vita, at gera tit ikki tað, so fara tit heldur ikki at duga at birta uppundir, at næmingar tykkara gera tað.
Tá er so skjótt, at tit í lærarayrki tykkara verða sum bensinsølumaðurin. Fylla á tangan, og so er tað liðugt. Lærarayrkið er so nógv meira. Sannaðu tit ikki tað, er skjótt at tit enda sum áfyllandi moralistar heldur enn etiskir didaktikarar, ið loyva næmingunum at mennast í treysti til sín sjálvs og teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. Og hvussu verður tá hjá næmingunum at fáa sovorðin líkindi fyri uppliving og sjálvsvirksemi, at hann kann økja hugin at læra, royna sítt hugflog, og venja síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan?
Tit, ið nú fara út, hava víst í verki, bæði í starvsvenjing tykkara og í dagliga arbeiði tykkara her á skúlanum, at tit megna at skapa samband millum pedagogiskt innlit og arbeiðið í gerandisdegnum. Undirvísing er samansett og torskild. Tað er skjótt at freistast til lættar loysnir. Og tað er ongantíð lætt at standa fast í einum pedagogiskum orðaskifti. Tað er lætt at dragna. Tað er stríggið at krevja eina fjølbroytta og virðiliga viðgerð av pedagogiskum spurningum.
Men tit hava skyldu at ganga inn í hetta orðaskifti. Og tit mugu vera fyrireikað uppá at møta mótstøðu, sum ikki altíð er saklig.
Styrki tykkum tá í vitanini um, at tit eru umboð barnanna og teirra ungu. Tit eru teirra verjar. Tí mugu tit ongantíð svíkja.
Finski heimsspekingurin Georg Henrik von Wright sigur í bók síni ?Myten om framsteget? um lívsleið sína sum heimspekingur: ?Eg havi verið noyddur at standa á egnum beinum. Áneyðirnar at hugsa sjálvstøðugt er uttan iva tað besta, Wittgenstein hevur givið mær við á leiðini ? og ein tann virðismesta gávan, sum ein heimspekingur kann geva sínum næmingi.?
Wright var næmingur hjá Wittgenstein og fyrsti eftirmaður hansara í Cambridge. Onkur heldur kanska, at hetta rýkur av egoismu.
Ein annar heimspekingur, týski gýingurin Constantin Brunner, svarar so væl: ?Rætt hugsaða egoisman steingir órættin úti.? Hugsið tí sjálv. Hugsið tykkum um. Hugsið um onnur.
Ansið eftir, hvat ið tit siga og gera.
?Málið er okkara sterkasta vápn,? søgdu teir gomlu grønlendingarnir. ?Tað er nógv sterkari enn vápnini gjørd úr alskyns hvøssum tilfari. Sár og løstir í bardaga grøða aftur, hóast arrini mangan kunnu vera sjónsk og lýta.?
Orðini harafturímóti kunnu særa teg uttan sjónlig merki, og tey kunnu fylgja tær og tyngja teg allar dagar, sama um tey eru søgd við vilja, í bestu meining, av óreinheit ella í tankaloysi?.
Verið tí vandin í tí, tit siga, og farið tí altíð við tí góða orðinum. Tað góða orðið er ein visaligur vøkstur, ið mangan hevur vánaligar gróðrarvánir. Tað hevur so lætt við at verða køvt av spillandi tunguni, sum fer sum illgresi um allar geilar og altíð fær tøðu frá okkara sneytandi áhuga. Spillandi tungan er sum sóttrøllið, ið verður sitandi eftir í ljóðaranum, sama hvussu tú vaskar.
Tað merkir ikki, at tit skulu tiga, tá ið tit eiga at tala at. Tvørturímóti. Tað verður nú á døgum tosað so nógv um at seta mørk, og orðið verður nýtt eftir tørvi og áskoðan hjá teimum, sum nýta tað.
Kanningar vísa, at væl útbúgvin fólk og lærarar og pedagogar nýta orðið mest. Men orðið hevur einki einvíst innihald, og tí er tað ónýtiligt í pedagogiskum orðaskifti.
Haraftrat er ongantíð prógvað, at vit menniskju hava nátúrligan tørv á ?mørkum?, heldur tvørturímóti.
Christian Matras sigur tað so væl í yrkingini:
Reikar tú úti um kavalond.
Reikar tú úti um kavalond,
mítt barn við ótyngdum sinni
- heima situr tín sæli faðir
byrgdur í sjónum inni.
Lýsir nú fyri tær heimurin
- burtur er fjálgt eins og hjá -
inni situr tín verndarfaðir,
fjøtrar tað hugurin sá.
Leikur tín er sum hin ljósi dagur
loystur úr myrkursins veldi
- heima evnir tín faðir tað til,
sum bræddist í hugans eldi
Markleys breiðist nú fyri tær fold,
við havsins fløtum so víða
- faðir tín festir ein heim í bond
- at liva til evstu tíða.
Tí er neyðugt at ansa eftir tosinum um at seta mark. Eisini hjá tykkum sjálvum og hjá tykkara komandi starvsfelagum.
Sjálvandi er neyðugt at siga frá.
Eg meini bara: Gerið tað í virðing fyri tí menniskja, sum kanska ikki hevur hugsað seg nóg væl um.
So er møguleiki fyri einum fruktargóðum orðaskifti. Enn einaferð: Hjartaliga til lukku og eydnu í arbeiðinum.