Týðandi orka í aldum

Ólavur Gregersen, Stjóri í pf SeWave

 

Føroyar hava eitt framúrskarandi tilfeingi í alduorku. Við bjørgini vestanfyri og norðanfyri er nógv alda, og við mong bjørg er rættuliga atdjúpt. Hetta eru stak góðar umstøður í mun til at gagnnýta og umgera alduorku til elframleiðslu.

 

SeWave hevur ment eina alduorkuskipan, ið hvørki sæst ella hoyrist, tí verkið verður bygt inn í bergið við tunlum. Hetta er einasta alduorku skipan av sínum slag í heiminum, hóast nógvar ymiskar royndir hava verið gjørdar við alduorku gjøgnum tíðirnar. Skipanin gongur undir heitinum TWEC (Tunnelled Wave Energy Converter). SeWave hevur eyðmerkt uml. 50 km av bergi í Føroyum, sum eru hóskandi til TWEC konseptið. Um roknað verður við, at í minsta lagi 10% av hesi longd kann gagnnýtast effektivt, (tvs. 5 km), so kunnu umleið 150 GWh framleiðast árliga.

 

Hetta tal svarar til meira enn 50% av samlaðu orkuframleiðsluni hjá SEV í dag, og meira enn hálva aðru ferð vatnorkuframleiðsluni hjá SEV.

 

Evropeiski marknaðurin

SeWave gjørdi eina kanning í 2005 við tí endamáli at staðfesta, um hetta konseptið hevur áhuga í øðrum evropeiskum londum. Higartil eru um 1000 km. av hóskandi bergi eyðmerkt í Evropa. Um 10% av hesum kunnu gagnnýtast effektivt, so svarar tað til eina framleiðslu uppá uml. 3000 GWh, ella elnýtslu hjá uml. 500.000 húsarhaldum. Til tess at røkka hesa framleiðslu skulu 2000 turbinur setast í bergtunlar. Hetta tal kann tó gerast munandi hægri við meira nágreiniligum kanningum.

 

Harumframt eru støð uttan fyri Evropa, sum eru hóskandi til TWEC konseptið, m.a. við norður vesturstrondina í USA.

 

ES hevur mett hesar møguleikar so mikið áhugaverdar, at SeWave hevur fingið játtað 10 mió. Kr. í stuðli til eina royndarverkætlan í Føroyum, júst tí at møguleikarnir við konseptinum ikki eru avmarkaðir til føroyska bergið.

 

Annars er vert at hava í huga, at ein høvuðsorsøk til, at fólk enn royna at fáa orku burturúr aldu, er júst, at orkumongdin er øgilig. Vit kunnu t.d. vísa á, at uttan fyri bergið sunnan fyri Søltuvík (2 km), er samlaða alduorkan umleið tvífalt so stór sum samlað elframleiðslan hjá SEV.

 

Royndarverkið, sum ikki sæst

Høvuðsuppgávan í sambandi við alduorku í dag er tann sama, sum vit kenna frá vindorku fyri 20-30 árum síðani. Nevniliga at finna frægasta mátan at fáa orkuna burturúr náttúrukreftunum, og at finna ein hátt at fáa orkuna skynsamt inn á netið.

 

Aftaná miðvíst arbeiði við kanningum, royndum og uppskotum er komið hartil, at ætlanin skal roynast í verki fyri at prógva, at tað eru vinnuligir møguleikar í alduorku í Føroyum. Tað eru týðandi fyrimunir hjá landinum og SEV í samband við framleiðslu av elmegi frá varandi orkukeldum. Eftir verandi ætlan kann fyrsta orkuframleiðslan byrja við ársbyrjan 2011.

 

Talan er um eitt orkuverk við eini 750 kW turbinu, sum skal byggjast antin í Nýpubergið á Vágoynni ella í bergið sunnan fyri Søltuvík.

 

Tað serliga við Sewave-alduorkuskipanini er, at hon kann byggjast á sera alduorkuríkum støðum, og kann útbyggjast við minni váða enn aðrar kendar alduorkuskipanir. Nógva alduorkan, kenda jarðfrøðin og fleiri ára royndir við tunnilsgerð í Føroyum gera oyggjarnar væl egnaðar sum royndarstað fyri hesa nýggju tøknina.

 

Tað eru SEV og Dresser-Rand, ið koma at vera høvuðsaktørar í Prosjekt Alda, sum verkætlanin eitur. Dresser-Rand er ein av heimsins størstu turbinuframleiðarum við høvuðssæti í Texas, USA.

Verkætlanin fer eisini at samstarva við føroysku LBF og Data Quality Systems, umframt lærdu háskúlarnar Queens University í Norðurírlandi og University College Cork í Írlandi. Væntandi verður eisini samstarv við Fróðskaparsetur Føroya.

 

Í næstum verður farið undir samskifti við ognarar og myndugleikar til tess at fáa neyðugu loyvini til vega í Vága og Sands kommunum.

 

Altjóða áhugi

Dresser-Rand hevur í verki sýnt áhuga í prosjektinum, og hevur víst á, at møguleikin fyri stórari orku er serstakliga áhugaverdur. Teir siga SeWave ætlanina verða eina ta mest burðardyggu av teimum alduorkuverkætlanum, ið teir hava møguleika at veita turbinur. Harumframt hava elorkuveitarar í Skotlandi, Portugal, Írlandi, Noregi og í Danmark sýnt verkætlanini áhuga umframt útlendskir framtaksgrunnar. Nakrir av hesum umhugsa nú at skjóta pening inn í verkætlanina.

 

Hetta er m.a. tí, at samanborið við skipanir hjá øðrum alduorkumennarum, er skipanin hjá SeWave tann mest økonomiska í mun til eindarkostnað av framleiddum streymi, umframt at váðin er munandi minni, tí onki verður bygt úti í sjónum. Harumframt verður tað hildið at vera sera áhugavert, at orkuverkið er ósjónligt og hevur lítla og onga ávirkan á umhvørvið.

 

Ávirkan á føroyska samfelagið

Við alduorkuverkætlanini hjá SeWave fær tað føroyska samfelagið ein møguleika til at menna ein serkunnleika innan alduorku. Hetta kann innibera samstarvs- og vinnumøguleikar uttanlanda. Eisini viðførir prosjektið langtíðar ‘grønar’ fyrimunir, har elframleiðsla burtur úr olju kann minka, og framleiðslan burtur úr varandi orkukeldum kann økjast.

 

Harumframt vísa royndir aðrastaðnis, at ferðavinnan á staðnum fær ágóðar av slíkum royndarverki.

 

Óheft meting frá ES

Uttan mun til úrslitið eru vit við hesum prosjektinum partur av einum altjóða samstarvi innan rammuskránna hjá ES. Stuðulin frá ES hevur stóran týdning, tí hesin er latin við støði í eini óheftari meting av dygdini í verkætlanini. Tað árið SeWave fekk játtað stuðulin, vóru íalt umleið 15.000 umsóknir til rammuskránna hjá ES, har av umleið 1500 vórðu játtaðar. SeWave er av ES góðtikið at verða samskipari av verkætlanini, og hetta merkir, at SeWave er millum tey umleið 700 feløg, stovnar og universitetir í Evropa, sum samskipa verkætlanir innan rammuskránna hjá ES.

 

SeWave er eitt føroyskt initiativ við føroyskari samskipan, sum er borið inn á altjóða granskingarpallin. Verkætlanin hevur fingið undirtøku av týðandi pørtum innan alduorkumenning, bæði innan gransking, vinnu og myndugleikum. Tað er svitaleyst, at vit eru partur av einum altjóða samstarvi innan rammuskránna hjá ES, sum kemur at geva førleika og vitan til víðari menning. Harnæst kunnu vit fáa enn eina orkukeldu treytað av, at verkætlanin hepnast. Um so er, verður møguleiki fyri at gagnnýta vitanina um alduorku vinnuliga í altjóða høpi.

 

Kostnaður og fígging

SeWave er eitt partafelag, sum SEV eigur 100%. Kostnaðarætlanin fyri royndarverkið er uml. 48 mió. Kr.

 

Í 2008 setti SEV 8 mio. kr. av til alduorku, men stórt sæð onki av hesi upphædd bleiv brúkt í 2008. Landsstýrið stuðlaði verkætlanini við 300.000 kr. í 2008, sum bleiv brúkt til samráðingar við nýggjan turbinuveitara og ES í samband við broyttu fortreytirnar fyri verkætlanini. Roknað verður við, at SEV og Føroya Landsstýri fíggja um 40% av kostnaðinum, meðan ES og útlendskir íleggjarar fíggja 60%. Sáttmálin um stuðulin frá ES til verkætlanina varð undirskrivaður 1. apríl í ár.