Uttan tunnil var einki lív í Kunoy

Hóast onkur vil halda, at tær báðar bygdirnar í Kunoyar kommunu ikki hava nakra framtíð fyri sær í alheimsgerðini, so prógvar gongdin tað øvugta.

Fleiri tilsøgnir um byggiloyvi eru givnar í Kunoy. Og beint sum tíðindatænastan vitjaði borgarstjóran, Heina O. Heinesen ringdi ein maður at spyrja um møguleikan at ogna sær eitt grundøki í bygdini.

Tú kemur koyrandi úr Kunoyartunlinum, og løtu seinni daga fyrust húsini í Kunoy undan.
Lítið lív er at hóma í bygdini. Ikki eitt menniskja og ikki ein koyrandi bilur at síggja nakrastaðni.
Í fyrstu atløgu kann tykjast, at í hesi bygdini man neyvan vera lív lagað, nú ein bæði tosar um alheimsgerð og býargerð.
Her kann neyvan vera nøkur framtíð, tí fólkini munnu helst ynskja sær at flyta út í heim ella inn í næsta stórbý. Og nú koyrandi verður úr bygdini og til ein stóran part av landinum, - tja, er nøkur orsøk at verða búgvandi her?!
Við eitt steðgar tú upp. Tí her á einum staði síggjast tvey greið tekin um, at Kunoy ikki er í bólkinum av hóttum bygdum.
Uttanfyri einum av nýggjaru sethúsunum sæst ein barnasúkkla. Og bara fáar metrar hagani sæst næsta teknið, sum skal mótprógva gongdini, sum ein hevur sæð so nógva aðrastaðni: Ein brøyt er í ferð við at grava út fyri enn einum nýggjum sethúsum.
At hetta ikki bert er nakað sum gestsins gløgga eyga sær, prógvar eisini tað, sum borgarstjórin Heini O. Heinesen sigur:
- Jú, tú hevur rætt. Fólkatalið veksur spakuliga og fer helst framvegis at gera tað.
- Hinvegin so mugu vit staðfesta, at hóast fleiri nýggj sethús eru bygd tey seinnu árini, so er fólkatalið kortini ikki vaksið eins nógv, sigur borgarstjórin.
Tað vísir seg, at nógv av gomlu húsunum í bygdini standa hálvavegna tóm: Tað eru ikki so nógv fólk í hvørjum húsi, og flytir tí ikki onkur yngri inn her, so verða tey standandi tóm.
 
Tunnilin kom í 11. tíma
Tað vóru kanska tey sum hildu, at lítið lív var lagað hjá teimum smærru bygdunum í Norðoyggjum.
Gongdin aðrastaðni vísir, at fólk ynskja at búgva í størri eindum, og mong taka tí stigið og flyta inn til stórbýin.
Men tá borgarstjórin í Kunoy skal taka samanum, so dugir hann væl at síggja, at henda gongdin sæst ikki so væl aftur í hansara kommunu sum hon ger tað í øðrum støðum.
Skal hann leita eftir orsøkini til hetta, so er svarið eittans og givið uppá forhond: Tann 3,031 km. langi Kunoyartunnilin.
- Fyri meg er eingin ivi, at kom tunnilin ikki í 1988, so hevði neyvan staðið so væl til her við fólki. Ja, so stóð illa til, sigur Heini.
Uttan samanbering annars so skilst á kunoyingum, at uttan tunnilin so hevði bygdin í dag verið meinlík Svínoy, har fólkatalið er í stórari afturgongd. Her hava tey í dag sjóvegis samband og tyrluna at líta á.
Áðrenn tunnilin kom var bert samband hjá kunoyingum við umheimin eftir sjónum nakrar ferðir um dagin. Hóast ein bati er í hesum frá fyrr av, tá báturin bert sigldi tríggjar ferðir um vikuna, so var hetta ikki nøktandi fyri nútíðina.
Hetta veit Heini eisini. Tí sum hann staðfestir:
- Tað tekur somu tíð at sigla úr Kunoy til Klaksvík, sum tað tekur úr Hvannasundi til Svínoyar. So her er eingin munur.
- Men eg kann bara siga so mikið, at uttan tunnil so var eingin framtíð her í bygdini. Hann kom í 11. tíma, sigur Heini O. Heinesen.
Veruleikin er hinvegin, at kom tunnilin ikki beint tá, so hevði hann neyvan komið. Fá ár seinni byrjaði nevniliga búskaparliga kreppan.
Og tí er ikki vist, at koyrandi hevði verið millum Haraldsund og Kunoy í dag!
 
Samband við umheimin
Borgarstjórin í Kunoy kann eisini fegnast um, at fólkatalið í kommununi veksur um ikki skjótt, so javnt og samt.
Í dag eru um 70 borgarar í hvørjari av bygdunum, men gjøgnum tíðirnar hevur hetta talið verið skiftandi. Onkutíð hava fleiri fólk verið í aðrari bygdini, men so hevur hin bygdin tikið yvir aftur.
Hyggur ein hinvegin eftir talinum av sethúsum, so hevur verið ein rættiliga stórur vøkstur. Fyri eini 25 árum síðani vóru fá sethús í Haraldsundi, men í dag eru væl omanfyri 20 sethús her.
Aftur her komu teir betraðu møguleikarnir innan samferðsluna kommununi til hjálpar:
Tá tann 350 metrar langa byrgingin kom um Haraldsund kom í 1986 skaptust møguleikar hjá fólki at búgva her og hava sítt dagliga yrki í t.d. Klaksvík.
Tvey ár seinni kom so tunnilin til Kunoyar, og tá fekk henda bygdin eisini veruligt samband við umheimin.
  
Ódýr grundøki
Sum støðan er í dag eru bert fá arbeiðspláss í Kunoy. So tað er neyvan av hesi orsøkini, at fólk vilja seg búgv her.
Tey flestu vilja búgva her, hóast tey vita, at tey mugu av bygdini, gjøgnum eitt berghol, um eina byrging og til Klaksvíkar fyri at finna sær eitt arbeiði.
Hetta tykist neyvan vera nøkur forðing. Kortini man høvuðsorsøkin til hetta vera, at grundøkini eru rímiliga ódýr at keypa. Fleiri tilsøgnir eur longu givnar fólki, sum ynskja at búseta seg her.
Heini O. Heinesen upplýsir í hesum sambandi, at teir hava havt ein prís, sum liggur um 100 kr. fyri fermeturin t.v.s. at ein øki uppá 600 fermetrar kostar einans 60.000 kr., og tá er vegur og kloakk íroknað.
Ynskir ein at byggja í Klaksvík er prísurin ein heilt annar. Og tað kann vera orsøkin til, at fólk ynskja at búgva á einum staði og arbeiði á einum øðrum staði.
Ein fyrimunur hjá kunoyingum og komandi kunoyingum er, at tunnilin og hæddin á vegnum gera, at tað er koyrandi til bygdina alt árið.
Við í keypinum fáa fólk eisini eina vakra og hugnaliga bygd, við sera vøkrum útsýni yvir Kalsoyarfjørð, Kalsoynna og suðuryvir.
Og tað er ikki at forsmáa!
 

 
Tøk øki
Um nakrar fáar vikur fer tann stórhendingin fram, at koyrandi verður á fyrsta sinni um Leirvíksfjørð.
Í Norðoyggjum eru fólk farin at fyrireika seg til tann 29. apríl uppá ymiskar mátar innan handilslív, mentan, politisk viðurskifti og tílíkt.
Hvørja ávirkan hetta ferðasambandið fer at hava fyri fólkið er tað sjálvandi eingin sum dugir at meta um. Men lítil ivi man vera um, at hetta fer at fáa týdning fyri alt økið.
Eisini í Kunoy eru tey so smátt farin at merkja til avleiðingarnar av hesi hendingini. Um ikki dagliga, so tykist tað sum um fólk eru áhugað at seta búgv í Kunoy.
Fyrimunurin hjá hesum fólkum er, at øki eru tøk. Og tí er ikki óhugsandi, at ein fer at síggja fleiri nýggj sethús í kommununi í næstum.
Ja, ta løtuna vit stukku inn á gólvið hjá Heina ringdi fartelefon hansara. Tá var tað ein áhugaður í hinum endanum, sum spurdi seg fyri um møguleikan at ogna sær eitt grundøki!