ábyrgd fyri sær sjálvum og liðnum, og tað hevur kostað. Nú er neyðugt at vinna trý stig ímóti B36, og skulu vit tað, so verður tað neyðugt, at vit eru við frá fyrsta bríksli, sigur Kevin Schindler venjari [...] at skora fyrra málið. Uppspælið frá Andras Johansen var seta gott. Síðani eg flutti til B36, hava vit vant, so teir kunnu finna meg, og eg kann finna teir, og tað gongur avgjørt rætta vegin, segði Uros
men vit fingu loyst hetta mál um flutningin á ein skilagóðan hátt og í góðum samstarvi. Kanska kunnu aðrir bøndur á útoyggj fáa somu loysn við apoteksverkið um flutning av koppingarevni, sum vit hava [...] koppingarevnið móti garnasótt út á bygdirnar í postsekki, men í heyst er mannagongdin broytt. - Í ár fingu vit at vita, at koppingarevnið skal avheintast á Tjaldurs Apoteki eitt mikukvøld millum klokkan 18 og 20 [...] eftir heiliváginum, og tað skilji eg væl, sigur hann. Matur og heilivágur Harry Jensen sigur, at tað eru bara sleppingarlombini ella gimburlombini, sum verða koppsett móti garnasótt, og hetta verður bara
stórar møguleikar at leggja HB á odda, men misnýtti allar. Vit skuldu leita okkum heilt fram til stórar tíggju minuttir fyri leiklok, áðrenn vit fingu fyrsta málið at síggja. Men leingi er tað, ið væl skal [...] til endaliga úrslitið: 2-0 til HB. HB hevur nú styrkt um støðu sína í heiðursmerkjastríðnum, meðan ÍF framvegis skal ansa sær í skeiva endanum. Tólv stig eru eftir at spæla um, og ÍF er fimm stig frá einari [...] orðini frá HB-venjarunum hava verið í hálvleikinum, tí tað var eitt HB-lið við nógv størri vilja, sum vit sóu í seinna hálvleiki. Hóast hálvleikurin byrjaði lakur, so vann HB seg so við og við upp á eina hædd
Hinum rættvísa og livandi Gudi.Men hann var rættttvísgjørdur fyri einki av náði. Endurfødd kristin eru eisini sannførd um, at teirra egnu syndir vóru ársøk til, at ein ósekur fekk deyðadóm og mátti lata [...] fingrinum á jørðina. Hvat hann skrivaði verður ikki endurgivið. Men teir, sum ákærdu kvinnuna, fingu nú høvi til at fremja dómin sjálvir. Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana, vóru [...] gerðir - ella tankar - , sum teir trúðu, at eingin vitsti um, ið har vóru almannakungjørdar, tað fáa vit neyvan at vita her í lívinum, kanska í ævinleikanum. Eftir stendur tó, at eingin av hesum deydarevsingar
tey 45 árini. Hesi tíðindi hava vit tó ikki fingið váttað. Vit ynskja Poulinu góða eydnu við Gekka-túrinum í kvøld, og ragga okkum út aftur á Sosialin. Samstundis ynskja vit allari familjuni tillukku við [...] fríggjakvøld, um tíggju tíðina, sat ein kvinna í Havn og spældi Gekk. Ikki tí, hon var ikki einsamøll. Tað eru so øgiliga nógv, sum spæla Gekk og hyggja eftir Rudolfi og Anju. Øll høvdu sæð, at kvinnan, sum seinasta [...] annar fjølmiðlamaður sum segði. Tað var Poulina Johannesen, sum fyrst av øllum fekk fulla plátu. Men nú var tað dirvi bilaði. Hon vildi ikki ringja til Rudolf, ella rættari - hon tordi ikki, sigur hon. Tá
fyrst. - Eg haldi, at hann stóð eitt sindur betur, men vit vóru báðir kroystir av tíðini, sigur nýggi unglingameistarin í talvi, Rógvi Dragaberg, tá ið vit ynskja honum tillukku við meistaraheitinum. Rógvi [...] Hóast hálv onnur vika er liðin, síðani FM í talvi fyri einstaklingar var á Oyrabakka, so loyva vit okkum at rógva eitt sindur aftur á aftur. Spenningurin í unglingadeildini var rættuliga stórur, og nærlagdu [...] gamalur. Rógvi hevur longu telvað í fleiri ár. Eingin ivi er um, at hann hevur fingið íblásturin frá eitt nú beiggjanum, Rúna Dragaberg, sum vann FM fyri unglingar í 2002, eftir at hann tvær ferðir frammanundan
sær FM heitið. Tær í Sandavági eru nøgdar, men tær hava sett sær nýtt mál. - Vit hava vant nógv og dygt alt árið. Vit fegnast um sigurin í dag og um meistaraheitið, men vit ætla okkum eisini at vinna á Ólavsøku [...] silvurplássið í FM kappingini. At Ritan endaði á triðja plássi á Vestanstevnu ber við sær, at Ritan nú hevur lagt seg upp á síðuna av Jallinum í kappingini um bronsumerkini. Hesa ferð eydnaðist tað ikki
okkum so fáa fri á hesum økinum og nýta orkuna til uppbyggandi evnir fyri okkum øll og Føroyar. Vit eru tó samd um at vera ímóti allari happing. Uttanlands ella heima Sum eg skilji ráðharran í heilsumálum [...] sjálvandi vera, men hon átti ikki at nevnt ávísar bólkar. Øll skulu vera á jøvnum føti fyri lógini! Nú stríðast nøkur ónevnd fyri at verða nevnd. Og nýggj kunnu koma afturat við líka góðum ella vánaligum [...] er ætla til, herundir krøv sum happa kristnivirðir. T.d. frælsinum at boða Bíbliuna sum autoritet. Vit hoyra fyri tíðina eisini um hvat fyriferst í Bretlandi og Svøríki. Hóttir bólkar skifta frá tíð til
at hava tað stuttligt ? men tað er nú ikki so galið kortini. Skal ein allíkavæl tosa um moral í filminum, so má tað vera, at øll eru vit góð til okkurt og at tá vit møta tí rætta, so broytir tað okkara [...] okkara lív. Tá Van møtir Grace opnar hann seg, og aftan fyri eina coola facadu síggja vit ein mann, ið ikki torir at taka stigið út í veruliga heimin. Hann stórtrívist á college, og har kundi hann gott hugsað
til fótbóltsvøllin. Vit, sum eru eitt sindur yngri, kenna serliga Sverra sum fótbóltsmann og reiðmann. Sum fótbóltsmaður kom Sverri at hava nært tilknýti til fótbóltsvøllin og B36. Vit minnast Sverra sunnumorgun [...] Nú tað stundar til ólavsøku, kundi verið nevnt í sambandi við føðingardagin hjá Sverra, at Sverri í heili 51 ár var ein býarmynd á ólavsøku. Tað var hann, sum á rossabaki við merkinum í húnarhátt á ólavsøku [...] og 1965 var hann formaður í Føroya Ríðingarfelag og var nevndarlimur í felagnum frá 1945 til 1966. Vit minnast eisini spennadi løturnar, tá Sverri reið kapp, fyrst úti við Krossin í Havnardali og seinni